Jóhan á Plógv skal spæla móti Føroyum

Føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til Danska hondbóltslandsliðið, sum millum annað skal spæla móti Føroyum

Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við danska hondbóltsfelagnum Skanderborg AGF, er aftur úttikin aftur til danska hondbóltslandsliðið.

Tað er til dystirnar í komandi Golden League kappingini, sum byrjar 30. otkober. Tá skulu hann og hinir á danska landsliðnum møta føroyska hondbóltslandsliðnum. Umframt Føroyar skulu Jóhan og teir spæli ímóti Noreg og Hollandi.