Í kvøld byrjaði bólkaspælið í EHF European League. Og nakrir føroyskir landsliðsleikarar sluppu at royna seg.
Í bólki G vunnu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf á útivølli 31-29 á Fredericia. Í steðginum var Hannover-Burgdorf á odda 15-11.
Vilhelm var við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Hannover-Burgdorf.
Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ikki nakran týðandi leiklut, tá lið hansara, THW Kiel í útidysti í bólki B vann 30-28 (16-9) á franska liðnum, Montpelier.
Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof leiktu javnt 30-30 móti slovakiska liðnum, Tatran Presov í dysti á útivølli í bólki G. Heimaliðið var á odda 18-13 í steðginum, so tað var væl komið aftur av Sävehof í seinna hálvleiki.
Ísak skoraði trý mál fyri Sävehof.
Í bólki E taptu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona á útivølli 29-31 fyri ungarska liðnum, Ferancvaros. Ungarska liðið var á odda 16-15 í steðginum. Tróndur var noteraður fyri eitt mál.