Leita eftir fólki sum hava framt herverk í Hoyvík

Ólavsøkan er av og tað merkja tey eisini hjá løgregluni, tí telefonirnar kima ikki so áhaldandi longur. Í roynd og veru hevur tað verið rættiliga friðarligt hetta síðsta samdøgurið, sigur løgreglan. 

 

Men í gjár varð kortini boðað frá einum herverkið í Hoyvík. Tað var ein lutfalsligur nýggjur bilur, sum stóð parkeraður í Ólivantsgøtu, og har onkur hevur skorið tvey av dekkunum upp

 

Herverkið er hent ímillum klokkan eitt um kvøldið, ólavsøkuaftan, til klokkan 10 í gjáramorgunin. Men løgreglan stendur á berum, so hevur nakar sæð okkurt, sum kann hava samband við hendingina, eru tey vælkomin at siga frá, sigur løgreglan.