Týska løgreglan hevur í dag rannsakað umleið 1.000 skøkjuhús um alt landið við tí fyri eyga at avdúka brotsmenn, sum selja kvinnur, ið koma úr londum í Vesturafrika. Løgreglan gjørdi eitt samsvarandi tiltak í februar.
Átakið í dag bleiv gjørt í samstarvi við evropeiska løgreglusamstarvið Europol í 13 av teimum 16 landslutunum. Løgreglan sigur, at hon kom fram á 170 kvinnur úr vesturafrikonskum londum, og upplýsingar teirra benda á, at tær eru offur fyri kvinnuhandli.
Skøkjuhús eru loyvd í Týsklandi, men myndugleikarnir hava varhugan av, at nógvar vesturafrikanskar kvinnur verða fluttar til Týsklands ólógliga og síðani noyddar at arbeiða sum skøkjur har.