Smádreingir brutu rútar á Strondum

Tað er nú greitt, at tað vóru smádreingir, sum høvdu framt herverkið á Strondum fríggjanáttina

Í gjár skrivaðu vit um, at Fornminnafelagið á Strondum hevði boðað løgregluni frá, at fleiri rútar vóru brotnir í felagshúsinum.  Og tá ið løgreglan kannaðu málið, komu tey eftir rútar vóru eisini steinaðir ígjøgnum í fleiri øðrum húsum har um vegir, talan var um neyst og annað.

 

 

Les eisini: Leita eftir vitnum til umfatandi herverk á Strondum

 

 

Løgreglan stóð á berumm men sóknaðist eftir vitnum, og seinnapartin í gjár ringdu so foreldur og boðaðu frá, at tveir smádreingir høvdu viðgingið, at tað vóru teir, sum høvdu steinað rútarnar ígjøgnum. Og sostatt ger løgreglan ikki meiri við málið.