Løgreglan ávarar í dag um øktan vanda fyri telduálop í Føroyum.
Seinastu dagarnar hava minst tvey umfatandi sokallað DDoS-álop verið framd ímóti tveimum føroyskum heimasíðum. Hetta gjørdi síðurnar óvirknar í eina tíð. Somu persónarnir eru undir illgruna fyri at hava hackað eina ávísa føroyska heimasíðu, har teir hava likið privatar upplýsingar frá – teldupostar og loyniorð.
Tað eru eftir øllum at døma felagsskapir og einstaklingar, ið eru ímóti grindadrápi, ið standa aftanfyri álopunum, boðar løgreglan frá.
Løgreglan mælir øllum fyritøkum og myndugleikum til at vera eyka ansin og halda eyga við IT-skipanum, innritan og firewalls komandi tíðina.