Løgreglan í Noregi umhugsar at ákæra Anders Behring Breivik eftir einari strangari lógargrein enn henni, sum hann í løtuni er ákærdur eftir. Løgreglan hevur ákært Breivik eftir yvirgangslógini, sum kann geva honum upp í 21 ára fongsul.
Løgregluadvokaturin Christian Hatlo sigur við Aftenposten, at løgreglan er í ferð við at kanna møguleikarnar fyri at ákæra hann eftir einari aðrari grein í revsilógini. Tað er lógargrein 102, sum kom í gildi í 2008. Hon snýr seg um brotsverk ímóti mannaættini og politiska forfylging. Verður Anders Behring Breivik ákærdur eftir hesari lógargreinini, kann hann fáa upp í 30 ára fongsul, skrivar blaðið.