Ein maður við svørði er í kvøld handtikin av bretsku løgregluni, eftir at hann fyri løtu síðan leyp á løgreglufólk, sum stóðu á varðhaldi við Buckingham Palace.
Tað upplýsir bretska løgreglan í kvøld. Lagt verður aftrat, at tvey løgreglufólk vórðu særd undir tilburðinum, tá tey royndu at steðga brotsmanninum.
Bretska løgreglan er í løtuni vælmannað á staðnum við Buckingham Palace og fólk, sum eru í økinum, verða flutt burtur.
Í løtuni eru stór øki avsperrað. Drotning Elizabeth var ikki í Buckingham Palace, tá álopið fór fram í kvøld, og enn veit bretska løgreglan ikki, hvat motivið aftan fyri álopið er.