Løgreglan í Keypmannahavn hevur tikið minst 750 fólk í sambandi við mótmælistiltøk í býnum í dag. Næstan 100.000 fólk vóru við í teirri stóru mótmælisgonguni i sambandi við veðurlagsráðstevnuna. Nógv tey flestu vóru friðarlig, men seinnapartin noyddist løgreglan at leggja uppí, tá tey aftastu mótmælisfólkini fóru at kasta steinar eftir løgregluni.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at millum 350 og 400 mótmælisfólk vórðu tikin á Amagerbrogade. Seinni eru fleiri hundrað onnur tikin aðrastaðni, og sambært fjølmiðlunum er talið á handtiknum oman fyri 750.
Løgreglan væntar at taka fleiri mótmælisfólk afturat í kvøld og í nátt.









