garvaðir og professionellir, at tað rørir okkum ikki at spæla fyri allari Klaksvíkini og øllum Føroyum, um tað skal vera. Ólavur Presley er í toppformi og sitrar longu av spenningi, til hann og hansara [...] púra garvill.Tey skræddu skjúrtuna av mær, og vildu hava okkum at skriva autografar á pettini, og vit sluppu næstan ikki av pallinum aftur. Tanks og MC-Hár og allir hinir kundu gott pakka saman, tí teir [...] Føroyum, og at klaksvíkingar ongantíð høvdu upplivað eina líknandi framførslu. Og so var ongin vegur aftur. Árið eftir máttu teir endurtaka beatbrestin á Glyvrum, sjálvsálitið var í topp, og Ólavur hevði
væl í London, og hóast hon mangan hevur hugsað um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, so fær hon seg ikki til tað, tí henni dámar so væl í Onglandi. ? Har er mítt lív og mín familja. Og tá eg so fái [...] knýttur at enska herinum og arbeiddi sum kokkur í Søldarfirði. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur fyri ein og hvønn. Tey bæði vórðu vígd í Fuglafjarðar kirkju undir krígnum, og tá tað nærkaðist endanum [...] hon. Bakarí Verfaðir hjá Mary var bakari og hevði egið bakarí. Mary fór til arbeiðis hjá honum, og er hon sannførd um, at tað gjørdi sítt til, at hon fall til og byrjaði at finna væl runt allastaðni. Fýra
vit velja. Og kostnaðurin verður millum 200 og 400 milliónir, líkamikið, hvat vit velja, sigur hann. Um vit vilja leingja vøllin til eitt nú 1.400 m. ella 1.800 metrar ?Og tað er ikki vist, at bara annar [...] tosað verður um flogvøllin í Vágum, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður. Nú vilja teir lurta eftir okkum og krevja ikki, at vit yvirtaka vøllin, sum hann liggur. ?Eg síggi framstig í, at forsætisráðharrin nú [...] harrnum, Anders Fogh Rasmussen, at danir hava ábyrgdina av flogvølil eisini ábyrgdina av trygdini, og at vøllurin er nútíðarhóskandi. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, gjørdi danska forsætisráðharranum greitt
heldur byrja við byrjanini, og so taka tað har frá. Here we go: Unnusta mín var á ólavsøku úti fyri eina sera dramatiskari hending, ið gjørdi, at hon var flutt á landsjúkrahúsið, og longu dagin eftir var hon [...] vildi ikki lata hana vera einsamalla í stóra og øðiliga kongsins-Keypmannahavn. Nå men vit komu so niður í øllum góðum, unnustan bleiv løgd undir skurð, og longu 5. dagin, 4. august, kundu vit flúgva heimaftur [...] føturnar. Tá vit so langt um leingi høvdu fingið viðføri og skuldu fara gjøgnum tollin, sá eg tað sum eg allatíðina hevði verið beingin fyri, nissumannin. Og alt fyri eitt visti eg, hvat ið klokkan hevði sligið
hann eins og eg fór til Havnar at ganga í skúla, og vit blivu góðir við hvør sína dóttir hjá Honnu Malenu og Hans Sundstein. Marius er ein av teimum mest positivu persónum, sum eg havi kent, og sum teir [...] búgva hjá sær, og har vórðu tey, til tey doyðu. Ikki legði eg uppá nakran máta merki til, at tað var ein belastningur fyri tey, og eg haldi, at mamma og pápi vóru sera glað fyri at vera har, og forholdið til [...] njóta eitt lív, sum er so nógv øðrvísi og betri, at einki menniskja er ført fyri at skilja tað. Tey koma ikki aftur, sum deyðin tók við sær, og eingin hevur granskað og fingið nakað svar, men Guds orð okkum
setningi frá polittikarunum at spáa um framtíðina. Teir kannað og greina fortíðina, og kunnu út frá tí geva ábendingar um framtíðina - rímiliga vist - og um tey viðurskifti, teir hava við í útrokningunum, halda [...] eftir tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni og fiskidaganevndini, so er semja um, at toskastovnurin er verri fyri og í minking sammet við undanfarnu ár, meðan hýsa og upsi eru omanfyri miðal. Tó er ikki semja [...] eini samdari vinnu, og kvotaskipanin varð slept fyri ongantíð at koma aftur. At bankarnir, fiskifrøðingarnir og fiskivinnan góðtaka okkara fiskidagaskipan er júst styrkin við henni, og tí skulu vit fara
fiskivinnuni, og har er mangan tørvur á arbeiðsmegi, so eg spyrji bara, hvar føroyingarnir eru, sum útlendingarnir stjala arbeiðið frá, sigur hann. Giftið tykkum Fróði og Agné eru ikki gift, og tað er komið [...] Men hann veit ikki, um hann hevði klárað at verið Agné og Gabriel fyri uttan í gerandisdegnum. Agné og sonurin vóru í Litavia í seks vikur herfyri, og Fróði helt tað vera so einsligt ta tíðina, áðrenn hann [...] send avstað. ? Og so er bara at bíða, sigur hon og andar djúpt inn. Agné viðgongur, at Gabriel spælir ein rættiliga stóran leiklut í hesum samanhanginum. ? Hann knýtir jú okkum saman og tvær familjur,
Bæði Vík og Vág lógu spegilsblankar og sólin sá - tað var eins og í sanginum, sum bygdarmaður hennara Bernhard Brim á sinni yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull. Og júst sum [...] at gera væl. Og har sampakkaðu hon og Christian sera væl, tí hann er hegnigur og vælgjørdur sum fáur. Tískil er heim teirra fyrimyndarliga væl umsitið. Hon fór eisini sera væl við øllum og røkti sítt heim [...] "Fjálgur er móður andi". Og tað er bæði vist og satt, at fjálgt var innanveggja, har hon ráddi. Tómligt er at koma inn, nú hennara sessur stendur tómur. Hetta kvøldið, hon lá og stríddist, var eitt so frágera
stórt og tí hevur altíð verið pláss fyri teimum, sum bara droymdu um at sleppa á eitt nú ólavsøkukonsertina, at spæla á MF. Eitt gott dømi er ROX 2004 konsertin, har allir bólkarnir hava eitt vist tilknýtið [...] Teir spældu betur enn nakrantíð. Og sjálvt um teir ikki vóru so væl nøgdir við at byrja, so vístu teir, at teir eru í fullari ferð framm millum teir vaksnaru tónleikarnar, og at teir bestemt ikki smæðast burtur [...] sum ganga á konsert í MF hava lært at lurta eftir tónleiki, og tey vita, at tá tey koma, er tað fyri at stuðla teirra vinum sum trína á pallin. Og her má sigast at uppbakningurin er sera góður. Tað er ein
heldur at royna at hava nógvar sterkar og stórar handlar ella fyritøkur við einum høgum tænastustøði framum at hava eina ørgrynnu av smáum, sum nóg illa hóra undan. Og hartil ikki kunnu loyva sær nakað serligt [...] serligt orsakað av fíggjarstøðuni, spyr hann. Og leggur samstundis dent á, at við undirsjóvartunlinum harðnar kappingin øgiliga nógv, og tí verður marknaðarføring ein rættiliga avgerandi partur av hand [...] lyft allan býin upp á eitt hægri støði og hevði havt ávirkan á alt, sigur hann. Her hugsar hann serliga um sethúsaprísir, trivnaðin, hvar fólk velja at búseta seg og so framvegis. Eyðfinn skilir ikki, at