- Nervøsir? Absolutt ikki, tú. Vit er so garvaðir og professionellir, at tað rørir okkum ikki at spæla fyri allari Klaksvíkini og øllum Føroyum, um tað skal vera.
Ólavur Presley er í toppformi og sitrar longu av spenningi, til hann og hansara skitnu kloddafyl sleppa á pallin í Vágsbø leygarkvøldið. Hann hevur kannað skránna, og heldur plaseringina hjá raggarnum ímillum Ken Hensley og Boney M vera sera hóskandi.
- Tað skuldi ikki verið neyðugt at givið okkum ein upphitara, tí áhoyrarnir byrja at kóka, bara vit eru í nánd, men lat bara Hensley royna. Og so er tað nokk skilagott at lata Boney M taka dampin eitt sindur av aftur, so vandi ikki verður á ferð, heldur Ólavur.
Ólavur í reyðum G-strongi?
Ferðin sær út til bara at vera økt hesi meir enn 30 árini, síðani Ólavur Presley and his dirty rag rags stóðu á palli fyrstu ferð á Beatfestivalinum í Klaksvík í 1972. Ólavur vil vera við, at tað vóru teir, sum uppfunnu festivalhugtakið í Føroyum, og at klaksvíkingar ongantíð høvdu upplivað eina líknandi framførslu. Og so var ongin vegur aftur. Árið eftir máttu teir endurtaka beatbrestin á Glyvrum, sjálvsálitið var í topp, og Ólavur hevði rættiliga fingið blóð uppá tonna.
- Ta ferðina hongdi eg meg á pallinum og byrjaði samstundis mína stripparakarrieru. Myndirnar av mær í reyðum undirbuksum fóru sum eldur um alt landið, skal eg siga tær.
Eg haldi, eg havi sæð onkra. Men tær vóru also ikki serliga sexutar, hasar undirbuksirnar ...
Ná? Tað voru tær sanniliga tá, men tá vóru tíverri ongir G-strongir til. Fólk eru so forvand nú á døgum.
Skulu vit so vænta at síggja Ólavur Presley í reyðum G-strongi leygarkvøldið?
- Tað tori eg ikki at avdúka her, tí kanska konan lesur hetta. Men tit kunnu vænta meg og raggarnir full speed á kassan við okkara sermerkta og vælumtókta ragstíli a la Johnny B. Good, ?Mín dingeling? o.s.fr, og so okkara sera progressivu, rockifiseraðu útgávu av ?Lambið sigur mæ, mæ?. Restina fari eg ikki at avdúka frammanundan ? men eitt show, sum ongin annar fær hamla upp við. Tað er so púra vist.
Skræddu skjúrtuna
Sambært Ólavi hava hann og ?the rag rags? kollvelt føroyska rockheimin fleiri ferðir síðani tá, fyrst í 70unum. So seint sum í 1999 tóku teir allan kommunuskúlagarðin, sum hann var, fullkomiliga á bóli á Ólavsøkukonsertini.
- Tey ungu vóru púra garvill.Tey skræddu skjúrtuna av mær, og vildu hava okkum at skriva autografar á pettini, og vit sluppu næstan ikki av pallinum aftur. Tanks og MC-Hár og allir hinir kundu gott pakka saman, tí teir fingu yvirhøvur ikki fylgt við. Men tað kundu teir ikki gera við, tí ongin hevur ein fjepparaskara, sum okkara, og hann bara vaksur, tí fleiri ung leggjast til fyri hvørja konsert
Ja, ilt er at gita, hvat tað fer at enda við, men raggarnir hava ongar ætlanir um at leggja seg at hvíla á
laurberunum enn á sinni. Ólavur veit ikki rættiliga, hvat jubeleum, teir kunu halda í ár, men hann er errin av at avdúka, at aldurin á teimum ymsu raggarnum er:
Ólavur og Elisar 55, Hanus 54, Sonhard og Rudolf 50, og so Jóhannes, sum tann einasti undir 50.