Í dag vitjar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í Føroyum, har hann fer at hitta landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg.
Tey fara at umrøða verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og í breiðari høpi á norðurleiðunum.
- Orsakað av trygdarpolitisku støðuni í heiminum hava Arktis og Norðuratlantshavið størri alsamt strategiskan týdning.
Í vinnumálaráðnum verður víst á, hvussu avgerandi tað er, at Føroyar er við í tilgongdini at fáa eina felags fatan av raðfestingum og møguleikum í økinum.
- Her hava Føroyar ein virknan leiklut, verður lagt aftrat í uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Umframt fundin í Tinganesi vitjar danski verjumálaráðharrin MEST og Atlantic Airways Aviation Academy saman við landsstýriskvinnuni.











