Óvissan er ræðulig

Agné Masénaité kom til Føroyar fyri trimum árum síðani at spæla hondbólt við Stjørnuni. Í dag livir hon saman við einum føroyskum manni, og eiga tey ein son. Men við fleiri dømum um útlendingar, sum fáa noktandi svar upp á umsóknir um uppihaldsloyvi, er lívið hjá Agné og hennara familju brádliga vorðið sera óvist, tí hennara visum gongur út í november

Klaksvík:
Í einari lítlari kjallaraíbúð búgva Agné, Fróði og sonurin, Gabriel. Fróði arbeiðir á fiskavirki, meðan Agné gongur heima og passar sonin, sum er góðar átta mánaðir gamal.
Hetta ljóðar sum ein púra vanlig føroysk familja, men so er ikki. Ein skuggi hongur oman yvir teimum, og er hann, at Agné, sum er úr Litavia, ikki veit, um hon fær longt sítt uppihaldsloyvi, tá tað gongur út.
Hendan óvissan, sigur Agné, er ræðulig at liva í.
? Eg havi valt at liva her, og familjulívið byrjar at taka skap, og nú er tað brádliga vandi fyri, at alt fer í vaskið, sigur hon, meðan hon eygleiðir sonin, ið spælir á gólvinum.
Agné roynir at lata vera við at hugsa ov nógv um støðuna, sum hon kann koma í, men hon viðgongur tó, at tað er lættari sagt enn gjørt.
Hon heldur, at tað er nógv fyri, at slíkt kann koma fyri. Og samanber hon tað við, at tað verður spælt við familjurnar.
? Hetta ger eisini, at ein kennir ikki vælkomnan í Føroyum longur, leggur hon dent á.

Ómenniskjasligt
Tá Agné, sum hevur búð í Føroyum í trý ár, fyrstu ferð hoyrdi um, útlendingar, sum vórðu sendir av landinum, vildi hon illa trúgva tí. Og sum tað ljóðar á henni, so vil hon illa trúgva tí enn.
? Tað er so ómenniskjaligt at slíta familjur sundur orsakað av eini lóggávu. Tað kann ikki vera normalt, sigur hon.
Hon heldur fram, at hon fær seg ikki til at trúgva, at myndugleikarnir fara at nokta henni uppihaldsloyvi frameftir og harvið skilja hennara familju.
? Politikkararnir hugsa bara um búskapin í øllum hesum, tað er púra vist. Kenslur hugsa tey so í øllum førum ikki um, heldur litaviski hondbóltsleikarin.
Hon ristir við høvdinum, meðan hon spyr, um tað ber til at siga við ein persón, sum kemur til eitt ókunnugt land, at hann fyri alt í verðini ikki má forelska seg, meðan hann er har.
? Eg spyrji bara, um hasir politikkararnir ikki hava børn ella ommu/abbabørn sjálvi. Hvat við allari familjuni her, um Gabriel og eg mugu av landinum, spyr Agné.
Hon tosar eisini nógv um uppáhaldið um, at útlendingarnir taka arbeiðið frá føroyingum. Tað halda tey bæði er púra burturvið. Fróði sigur, at hann hevur ikki merkt nakað til, at føroyingar tíma so øgiliga væl at arbeiða við fisk, har sum hann arbeiðir.
? Útlendingarnir í Føroyum arbeiða so at siga bert í fiskivinnuni, og har er mangan tørvur á arbeiðsmegi, so eg spyrji bara, hvar føroyingarnir eru, sum útlendingarnir stjala arbeiðið frá, sigur hann.

Giftið tykkum
Fróði og Agné eru ikki gift, og tað er komið meira enn einaferð fyri, at fólk hava sagt við tey, at nú mugu tey gifta seg, áðrenn Agné verður send heim.
Eisini spyrja fólk ofta, hvat og hvussu tey fara at gera, um Agné ikki sleppur at verða í Føroyum.
? Tað er strævið, tí vit royna jú at lata vera við at hugsa ov nógv um hetta. Hartil eru vit ein familja fyri tað, um vit ikki eru gift, sigur hon. Og leggur púra avgjørd afturat, at hon ætlar sær ikki at gifta seg fyri at kunna verða verandi í Føroyum.
? Tað eru nógv, ið ikki kenna meg, sum siga, at eg eri komin her fyri at fáa barn og so sleppa at verða her. Tað skilji eg slettis ikki, at fólk yvirhøvur kunnu hugsa, tí eg livi bara mítt lív, sum tað er blivið, greiðir hon frá.
Hon hevði ikki droymt um, tá hon sum 23 ára gomul kom til Føroya at spæla hondbólt, at hon fór at búseta seg her og fáa familju.
? Tað var hart tað fyrsta árið at vera her, men eg trívist væl nú. Og eg vil fegin verða her, sigur Agné Masénaité.
Um tað hendir, at Agné fær eitt noktandi svar, so fer Fróði so avgjørt at umhugsa at flyta við teimum, men tað heldur hann kortini ikki er bara sum at siga tað.
? Arbeiðsumstøðurnar har eru munandi verri enn her, so eg veit ikki, um tað hevði verðið til, at eg arbeiddi nógv í Føroyum fyri síðani at fara á vitjan í Litavia, sigur hann. Men hann veit ikki, um hann hevði klárað at verið Agné og Gabriel fyri uttan í gerandisdegnum. Agné og sonurin vóru í Litavia í seks vikur herfyri, og Fróði helt tað vera so einsligt ta tíðina, áðrenn hann fór aftaná.

Aftur hondbóltur
Eftir gott hálvtannað ár á áskoðarabeinkinum er Agné umsíðir farin at venja hondbólt aftur. Tað er so hon fegin um, tí sum hon sigur sjálv, er tað gott at sleppa eitt sindur út millum fólk aftur, tá ein gongur heima og passar eitt barn allan dagin.
Men hóast tað, so søkir hon ikki nýtt visum sum hondbóltsleikari.
? Eg kann jú ikki arbeiða, tí eg havi onki ansingarpláss til sonin, vísir hon á. Umsóknin um longt uppihaldsloyvi liggur á borðinum. Agné er ikki liðug at fylla hana út, men so skjótt sum tað er komið upp á pláss, verða skjølini send avstað.
? Og so er bara at bíða, sigur hon og andar djúpt inn.
Agné viðgongur, at Gabriel spælir ein rættiliga stóran leiklut í hesum samanhanginum.
? Hann knýtir jú okkum saman og tvær familjur, sum, hóast tær búgva í hvør sínum landi, nú hava nakað so týdningarmikið sum eitt barn í felag. Og hvat við Gabriel og Fróða, um eg noyðist av landinum, spyr hon.
Agné er sannførd um, at nógv er broytt hjá henni nú.
? So longi sum møguleikin fyri, at eg ikki fái longt uppihaldsloyvið er tilstaðar, so fer óvissan at hanga oman yvir okkum. Tað ger tað torført at liva eitt vanligt lív, tí vit vita jú ongantíð, um ella nær eg verði send av landinum, sigur hon at enda og gevur Gabriel eitt ordans klemm.
Hann pjátrar og spælir við sama lag á gólvinum, og foreldrini fegnast um, at hann ikki skilir torføru støðuna, sum tey kunnu koma í, tá uppihaldsloyvið hjá Agné gongur út.