Ummæli
Margarinfabrikkin hevur seinastu árini verið so at siga einasta alternativið, tá tað snýr seg um hjá ungum rokkbólkum at sleppa á pall at spæla originalan tónleik.
Við jøvnum millumbilum síðstu 4-5 árini hevur verið skipa fyri konsertum eina ella tvær ferðir um mánaðin í vetrarhálvuni.
Flestu bólkar sum eru nakað ella hava framtíðina fyri sær í Havn í dag hava traðkað sínar barnaskógvar á lítla pallinum í Margarinfabrikkini. Hóast pallurin er lítil í vavi, hevur hjartarúmið verið stórt og tí hevur altíð verið pláss fyri teimum, sum bara droymdu um at sleppa á eitt nú ólavsøkukonsertina, at spæla á MF.
Eitt gott dømi er ROX 2004 konsertin, har allir bólkarnir hava eitt vist tilknýtið til MF. Nevniliga at teir flestu venja í venjingarhølum ARTs á loftinum í MF, eitt stað sum í minsta lagið kann kallast ein kraftdepil í Føroyska rokklívinum.
Ein feit konsert
Fríggjakvøldið 27 var so aftur latið upp fyri einum vetrarhálvári sum fer at vísa at tónleikurin í Havn livir í besta velgående.
Hetta kvøldið var nevniliga fyrsta konsertin á pallinum í MF.
Fyrstir á pallin vóru Paradox, sum so at siga eru vaksnir upp á MF.
Teir spældu betur enn nakrantíð. Og sjálvt um teir ikki vóru so væl nøgdir við at byrja, so vístu teir, at teir eru í fullari ferð framm millum teir vaksnaru tónleikarnar, og at teir bestemt ikki smæðast burtur.
Teir spældu bæði egin og lænt løg. Stuttligt var at hoyra teir spæla gamla klassikaran hjá Deep Purple, Never Before, uttan at ræðast guitarsolo ella ikki heilt lættar guitarlinjur.
Serliga kann nevnast Heini sum eg vil kalla ein Kamikaze-guitarist/sangara. Hann er púra óávirkaður av, um hann skal spæla eina guitarsolo hjá Ozzy ella hjá Ritchie Blackmore. Tað er sera flott, tá hugsað verður um, at hann eini 15 ára gamal.
Næsti bólkur á pallinum var LAM. Ein bólkur við eit sindur royndari tónleikarum, men sum eftir mínum tykki ikki kom so langt sum Paradox, tí teir bert spældu »coverløg«.
Men teir spældu tey tó sera hegnisliga, og sjálvandi komu teir eisini upp at ringja við hvørt. Men eftir mínum tykki var hetta 80?ara tónleikur sum mær iki dámar so væl. Fyri at siga tað stutt, so er fínt við guitarriffum , men um sálin manglar, so missi eg skjótt følingina.
Triði bólkurin á pallin var The story ends. Og tað verður í mínum hugaheimi ofta til The story never ends, tí tú skalt leita longi eftir at finna ein stuttligari bólk enn hendan.
Stutt sagt kann sigast, at teir ikki spæla nakað serliga væl, hóast teir spæla betur nú enn fyrr. Men teir hava so stuttliga framførðslu, at onki eyga er turt. So ger tað einki, at Filip ikki hevur skriva eitt orð til tekstin, sum hann skal syngja. Tað ljóðar sum hann meinar hvørt orð
Fjøldin.
Aftur hetta kvøld hevði ein hampulig, edrú áhoyrarafjøld funnið sær leiðina oman í MF.
Hetta aftur skal skiljast í álvara, tí tað kemur næstan ikki fyri at onkur kemur á konsert á MF við kenning. Tey ungu sum ganga á konsert í MF hava lært at lurta eftir tónleiki, og tey vita, at tá tey koma, er tað fyri at stuðla teirra vinum sum trína á pallin. Og her má sigast at uppbakningurin er sera góður.
Tað er ein fragd at síggja, hvussu góðan stuðul tey ungu sýna hvørjum øðrum.










