Nú vilja danir lurta eftir okkum

Líkt er til, at danir ikki eru so avvísandi í flogvallarmálinum, sum teir áður hava verið. Forsætisráðharrin vil lurta eftir og viðgera føroysku sjónarmiðini, sigur løgmaður

Danir eru ikki so stívrendir, sum teir fyrr hava tókst føroyingum, tá tosað verður um flogvøllin í Vágum, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður. Nú vilja teir lurta eftir okkum og krevja ikki, at vit yvirtaka vøllin, sum hann liggur.
?Eg síggi framstig í, at forsætisráðharrin nú er opin fyri at tosa um flogvallarmálið, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard tók flogvallarmálið upp á ríkisfundinum í Grønlandi herfyri.
Hann vísti á yvir fyri danska forsætisráðharrnum, Anders Fogh Rasmussen, at danir hava ábyrgdina av flogvølil eisini ábyrgdina av trygdini, og at vøllurin er nútíðarhóskandi.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, gjørdi danska forsætisráðharranum greitt, at tað ber ikki til at krevja, at føroyingar bara kunnu yvirtaka flogvøllin, sum hann liggur, við teirri grundgeving, at tað hevur verið danskur politikkur at sleppa statinum frá flogvallunum.
?Eg vísti á, at bæði í Danmark og í Grønlandi hevur staturin latið vallir frá sær, sum hava verið fult nútíðargjørdir. Men tað er vøllurin í Vágum ikki, vísti løgmaður á.

Anders skilir
Hann sigur, at tað tóktist forsætisráðharrin eisini at skilja og vilja taka upp í serligum samráðingum um flogvøllin.
?Forsætisráðharrin viðgekk, at har eru nøkur ting, sum skulu gerast, áðrenn vit fara at tosa víðari um útbyggingar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at hann gjørdi forsætisráðharranum greitt, at hendan samgongan hevur ikki sum høvuðsmál at yvirtaka flogvøllin bara fyri at yvirtaka hann.
Flogvøllurin er týðandi partur av sambandi okkara við útheimin, og fyri føroyingar er hann í løtuni ein fløskuhálsur, sum má burtur. Fyri danir er hann meira at kalla ein blettur, sum teir mugu vaska av sær, tí tað er skilligt, at her liggur nakað, sum danski staturin eigur og hevur forsømt, so tað stendur eftir.
Løgmaður sigur, at hann legði dent á yvir fyri forsætisráðharranum, at tað hevði verið gott at fingið eina útbygging av flogvøllinum í gongd júst nú, útlit eru fyri lækkandi konjunkturum í samfelagnum.
Men tað ber sjálvandi ikki til at fara undir nakað sum helst, fyrr enn vit vita, hvat vit vilja við flogvøllinum, vísir hann á. Fleiri ymsar ætlanir hava verið frammi.

Býta kostnaðin
?Øllum tí mugu vit bíða við, til vit hava gjørt av, hvørja loysn vit velja. Og kostnaðurin verður millum 200 og 400 milliónir, líkamikið, hvat vit velja, sigur hann. Um vit vilja leingja vøllin til eitt nú 1.400 m. ella 1.800 metrar
?Og tað er ikki vist, at bara annar parturin skal bera allan kostnaðin, sigur løgmaður, sum hevur orðað við forsætisráðharran um at hyggja at eini loysn, har báðir partar bera sín lut av kostnaðinum.
Han staðfestir, at vit í øllum førum verða bundin av flogvøllinum í Vágum í nógv ár fram í tíðina, hóast vit tosa um at gera ein nýggjan flogvøll. Og vit tola ikki at liggja við einum ótíðarhóskandi vølli alla hesa tíðina.
Málið er serliga aktuelt nú, Maersk Air fer at gevast at flúgva til Føroya. Kanska er høvuðsgrund teirra ikki, at vøllurin er ov stuttur, men tað er so ein grundgeving. Atlantsflog skal væl einaferð skifta síni flogfør út. Og skal okkurt annað flogfelag byrja at flúgva til Føroya, tykist alneyðugt, at vit hava ein longri vøll. So her er einki at bíða við, sigur løgmaður, sum fer at taka málið uppaftur við forsætisráðharran sum skjótast.
Fundur er avtalaður í øðrum samanhangi um hálvan september, og tá ætlar løgmaður at fáa flogvallarmálið viðgjørt víðari, sigur hann.