Vit mugu sjálvi skapa framtíðina

? Tað er ikki nakað nýtt, at framtíðin kemur. Men spurningurin er, um vit bara lata hana koma, ella um vit fyrireika okkum til hana. Tað nyttar ikki bara at tosa um, at undirsjóvartunnilin hevur stóran týdning fyri Klaksvík, tað er væl og virðiliga staðfest. Nú ræður um at taka nakrar avgerðir og so at handla út frá teimum, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg

Klaksvík:
Tosað verður dúgliga um Klaksvík verður tilreiðar til tað fasta sambandið við meginlandið, sum í dag ikki liggur nógv meira enn hálvt annað ár frammi í tíðini. Nógvar røddir eru frammi, sum siga, at tað verður eitt slag av einum mønustingi fyri bæði handils- og býarlívið, tí hesi fara ikki at megna at standa kappingini kurl.
Hesum er sparikassastjórin, Eyðfinn Reyðberg, tó ikki heilt samdur í. Hann heldur, at tað er av alstórum týdningi at norðoyingar gera sær greitt, at gerðir skulu til og ikki bara tos um, hvørjir vansar eru við tunlinum.
? Tað nyttar lítið at seta ljóskastaran á tað, at handlar lata aftur í býnum, tí harvið verður gloymt, at aðrir samstundis lata upp, vísir Eyðfinn á.
Samstundis væntar hann eisini, at hendan gongdin við, at handlar lata aftur, fer at halda fram, men tað sær hann ikki svart uppá.
? Eiga vit ikki nógv heldur at royna at hava nógvar sterkar og stórar handlar ella fyritøkur við einum høgum tænastustøði framum at hava eina ørgrynnu av smáum, sum nóg illa hóra undan. Og hartil ikki kunnu loyva sær nakað serligt orsakað av fíggjarstøðuni, spyr hann. Og leggur samstundis dent á, at við undirsjóvartunlinum harðnar kappingin øgiliga nógv, og tí verður marknaðarføring ein rættiliga avgerandi partur av handilslívinum ? serliga eftir at tunnilin er tikin í nýtslu.
Eyðfinn vísir á, at viðskiftafólk eru kræsin í dag, og tey finna seg so sanniliga ikki í, at tey ikki fáa ta vøruna ella tænastuna, sum tey ynskja.
? So fara tey bara onkra aðrastaðni, har tey kunnu fáa hana, sigur hann.

Ikki evstamark
Eyðfinn vísir á, at tað kann tykjast sum, at nógvir klaksvíkingar síggja dagin, tá tunnilin letur upp, sum eitt evstamark fyri, at alt skal verða klárt. Men tað heldur hann ikki.
? Har er als ikki talan um nakra dead-line. Men týdningarmikið er, at avgerðirnar verða tiknar nú, og at ítøkiligar framtíðarætlanir til ta tíð liggja fyri framman. Ongin sigur, at alt skal verða liðugt samstundis, sum tunnlin letur upp, staðfestir hann.
Hetta førir tosið inn á ætlaðu handilsmiðstøðina á Sandinum, sum tykist at hanga í ógvuligari leysari luft.
? Ja, tað ljóðar, at handilsmiðstøðin ikki verður til nakað. Um tað verður so, so taki eg synd í býnum, tí ein handilsmiðstøð hevði lyft allan býin upp á eitt hægri støði og hevði havt ávirkan á alt, sigur hann. Her hugsar hann serliga um sethúsaprísir, trivnaðin, hvar fólk velja at búseta seg og so framvegis.
Eyðfinn skilir ikki, at handilsfólk føra fram, at ein handilsmiðstøð hevði tikið alt grundarlagið undan handilslívinum í Klaksvík.
Hann heldur tað er sera umráðandi, at fólk byrja at hugsa um, at tað í veruleikanum ikki er hvønnannan, sum tey kappast við. Men tey, sum eru uttanfyri. Tað vil siga meginøkið.
? Vit hava verið so avbyrgd í langa tíð, at tey, sum eru uttanfyri eru voksin, og vit í roynd og veru minkað. Nú er tíð uppá, at tað gongur upp fyri okkum, at tað er kappingina uttanfyri, sum vit skulu hugsa um. Eg haldi eisini, at tað er við at henda, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Prísur avgerandi
Eitt annað, sum Eyðfinn heldur fer at spæla rættiliga stóran leiklut í, hvussu framtíðin fer at verða, eftir at tunnilin er latin upp, er prísurin fyri at koyra ígjøgnum hann.
? Hann má í øllum førum ikki vera hægri enn tann í Vágatunlinum í dag. Tað er púra vist, sigur hann.
Somuleiðis nevnir hann, at um so er, at stór tiltøk eru í Klaksvík, til dømis Summarfestivalurin, ítróttarnátt ella Open by Night, at so átti tað at borið til at havt eitt samstarv millum Norðoyatunnilin og tey, ið skipa fyri, soleiðis, at fólk kundu koyrt bíligari í gjøgnum tunnilin í tí sambandinum.
Hetta heldur sparikassastjórin hevði gagnað øllum pørtum.
? Tað sigur seg sjálvt. Fleiri bilar høvdu ivaleyst koyrt gjøgnum tunnilin og meira fólk høvdu vitjað tiltøkini, slær hann fast.
Eyðfinn Reyðberg sær fyri sær ein fullkomuliga broyttan bý, tá fasta sambandið er veruleiki. Men hann er ikki í iva um, at norðoyingar mugu standa saman og samstarva um at skapa ta framtíðina, sum liggur so nær.