Nissan og mamma hansara!

Hallur Hjalgrímsson

Heilt frá barni av havi eg, og flest øll við mær, verið av tí fatan, at jólamenn ella nissur búðu í Grønlandi, ella sum tað er her heima hjá okkum, í fjøllunum. Hettar kann undirritaði nú staðfesta, at so er ikki í øllum førum. Tí eg haldi meg hava »spottað« eina á flogvøllinum.

Tað sum vendir niður vendir upp!
Eg má nokk heldur byrja við byrjanini, og so taka tað har frá. Here we go:
Unnusta mín var á ólavsøku úti fyri eina sera dramatiskari hending, ið gjørdi, at hon var flutt á landsjúkrahúsið, og longu dagin eftir var hon send niður á ríkissjúkrahúsið. Eg fór sum vera man glaðbeintur glorvandi við, vildi ikki lata hana vera einsamalla í stóra og øðiliga kongsins-Keypmannahavn. Nå men vit komu so niður í øllum góðum, unnustan bleiv løgd undir skurð, og longu 5. dagin, 4. august, kundu vit flúgva heimaftur, tað er nú at vit rena okkum nissumannin og mammuna.
Tað skal sigast, at mær dámar ikki nakað serliga væl at flúgva, so eg má viðganga, at eg var heldur enn ikki moyrur, tá ið vit um síðir fingu fast undir føturnar.
Tá vit so langt um leingi høvdu fingið viðføri og skuldu fara gjøgnum tollin, sá eg tað sum eg allatíðina hevði verið beingin fyri, nissumannin. Og alt fyri eitt visti eg, hvat ið klokkan hevði sligið. Har var neyvan nakað at gera, hugsadi eg. Nú var nokk ikki annað at gera, enn at byrja at lata seg úr øllum klæðunum, nissumaðurin er jú vanur at biða ein um at lata seg úr. Eg skal siga tykkum alt fyri eitt, at hettar er ikki nøkur vanlig nissa, nei tað sum vendir niður vendur upp, tí hendan nissan tekur frá fólki, meðan allar aðrar nissur leggja lívið í at geva. Kanska hevur hendan fingið sekkin sum nissa og fór tí at arbeiða sum tollari í staðin, ella hvat veit eg, hann stendur so í øllum førum har á flogvøllinum og ger sær dalt av teimum, ið kanska síggja eitt sindur øðrvísi út, ella sum hann heldur síggja »kriminell« út. Eg kann í øllum førum siga tað, at fyri mín part er talan um ikki minni enn regulera forfylging. Hendan nissan hevur verið persónliga úti eftir mær síðani mamma lovaði mær at flúgva einsamallan. Og sum um tað ikki er ringt nokk, so hevur hann Guð hjálpi mær nú eisini fingið mammu sína at stuðla sær í hesari herferð. Har var so eitt kvendi, ið stóð og skræddi seg undir liðuni á nissuni. Hon er vist nokk eisini tollari, Guð má vita, hvat tað er fyri eitt ólukkudýr, ið hevur sett mammuna sum tollara. Í mínum stilla sinni hugsaði eg við mær, at tað er kanska ikki so løgið, at tollvaldið ikki fær fatur á fleiri veruligum lógbrótarum, tey hava jú sett eina reyðharda nissu og mammu hansara at ansa eftir á flogvøllinum, Guð forbarmi seg.

Ikki úr klæðunum
Vit hava so fingið viðførið í øllum góðum og ganga so yvir til útgongdina. Komin til har, ið tollararnir standa, fái eg eyga á tey bæði. Fyri mær virkar tað, sum at tey fullkomiliga missa tamarhaldið á sær sjálvum. Alt fyri eitt verða vit rópt yvir til diskin, og øll hini, ið eisini eru komin við flogfarinum, verða veitrað víðari. Øll kundu fara víðari uttan tey bæði »kriminellu«, sum tey nú høvdu fingið hógvarnar í. Nissan, hovin og ótiltalandi sum hann er, byrjar beinanvegin at spyrja spurningar, sum í veruleikanum einki hava við tað aktuellu støðuna at gera. Her hugsi eg um vanlig ting, sum ein væntar, at ein tollari eigur at spyrja, so sum: Hava tit nakað at tolla. Nei, tey vildu vita, hvar vit høvdu verið. Vit svaraðu sum var, at vit høvdu verið niðri í sjúkraørindum. Tað vildu tey so ikki rættuliga trúgva uppá. Tey hildu tað vera løgið, at vit bæði høvdu verið niðri, tá tað bara var ein av okkum, ið tørvaði læknahjálp. Men tápulingarnir gevast ikki her. Mamman vildi nú eisini vera við, at vit høvdu alt ov nógv viðføri, »tit hava jú bara verið niðri í 5 dagar«. Hvat hava tit brúkt alt hettar viðførið til?
Havi ikki í mínum døgum hoyrt ein so innantóman og láturligan spurning fyrr, í øllum førum ikki av vaksnum fólki. Hvat brúkar man klæðir til? Meginparturin av viðførinum var jú klæðir. Hvat skal man svara til ein tílíkan spurning? Eg má viðganga, at nú var eg í ferð við at missa tamarhaldið á mær sjálvum, hvussu í ólukkan skulu hesir báðir tápulingarnir kunna tryggja, at einki kemur ígjøgnum tollin, ið ikki skal koma?
Sum sagt so trúðu tey ikki einum orði, vit søgdu. Nú vildu tey hava skriftligt prógv fyri, at vit høvdu verið í DK í sjúkraørindum. Tað høvdu vit so ikki, men eg vil halda, at tá tað stendur ein persónur framman fyri tær við einari so stórari forbinding um armin, so átti tað at verið ein klokka sum fór at ringja eitt ella annað stað inni í hasum innan tómu tollaraheysunum, men nei, tað var so eiðasørt. Í staðin fyri at síggja støðuna, so sum hon var, so vildu nissan og mamma hansara nú hava at vita, hvat unnustan hevði inni í forbindingini. Um hattar ikki er óndsinnað forfylging, so veit eg ikki. Nú kundi eg ikki halda mær meira, so eg greiddi teimum frá, so týðuliga sum eg kundi, hvat eg helt um teirra framferð og tey sum heild. »Skulu tit við bussinum?« spurdu tey, hvat í ólukkan kemur tað tykkum við, um vit skula við bussinum ella um vit skulu á løbihjuli til Havnar? Eg bað tey gera tað, tey skuldu, so vit kundu sleppa avstað. Eg spurdi nissuna, um eg skuldi lata meg úr, tað ert tú jú vanur at biða um, men tað skuldi eg til mítt yvirraskilsi ikki. Kanska er tað tí, at har vóru fólk til staðar, ella hvat veit eg, so tað slapp eg altso frá. Tað einasta, tey funnu, var nakað av heiluvági og eina recept, sum unnustan hevði fingið við sær av hospitalinum niðri. Hesum komu tað eisini nógvir óhugnaligir og ikki minst óviðkomandi spurningar burturúr.

Niður aftur 22.8.2004
Sum sagt kann eg ikki góðtaka ta viðferð, eg og daman fingu á flogvøllinum 4.8.2004. Tó skal sigast, at hettar als ikki er nakað, ið kom bak upp á meg, eg havi jú verið sjikaneraður av hasari nissuni fyrr og verði tað óiva aftur. Kanska hevði tað verið ein idé at nýtt Nørrunu ístaðin. Tí hasari nazi-líknandi viðferðini, eg nú í skjótt nógv ár havi verið úti fyri, er ikki nakað, ið eg longur vil standa model til. Tað ið eg eri mest argur um, er at tað sýnist sum at tað nú eisini skal ganga út yvir gentu mína, og tað kann eingin finna seg í.
Hon skal niður aftur nú 22.8 til víðari viðgerð á Ríkissjúkarahúsinum. Eg haldi ikki, at eg fari við, so kanska hon fær frið at vera eitt vanligt ferðandi, tá hon kemur heim aftur um ca 14 dagar eftir at hon er farin. Eg haldi, at um eg taki ta avgerð at fara niður, so verður tað nokk sjóvegis, men den tid den sorg. Kanska átti eg at ringt til tey bæði og spurt, um tað var nakað eg kann taka við til tey næstu ferð eg komi heim loftvegis.

PS: Hettar bræv er ikki ein protest ímóti øllum tollarum, men bert til Nissuna og mammu hansara. Flestu tollarar, sum eg eri komin á tal við, eru hampafólk.
Nú tá ið eg hugsi um tað, so haldi eg, at tey luktaðu av einum hvørjum, kann ikki koma á júst hvat tað er. Tað kann sjálvsagt eisini vera mínari nøs, tað er galið við. Man luktar so nógv nú á døgum.