Klaksvík:
Á ólavsøku kom Mary Cruse til Fuglafjarðar at vitja sína familju. Mary býr nakað uttan fyri London, har hon hevur búð tey seinastu 59 árini. Mary trívist væl í London, og hóast hon mangan hevur hugsað um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, so fær hon seg ikki til tað, tí henni dámar so væl í Onglandi.
? Har er mítt lív og mín familja. Og tá eg so fái møguleika til at koma heim at vitja so ofta, so bilar tað onki, um eg ikki búgvi í Føroyum, sigur blídliga daman við einum smíli.
Tað hoyrist á henni, at hon ikki tosar nógv føroyskt til dagligt, tí hon leitar viðhvørt eftir teimum røttu føroysku orðunum. Men, at hon stavar úr Fuglafirði, er ikki at taka feil av. Tað hoyrist á hvørjum orði, sum hon sigur.
Fylgdi hjartanum
Mary hitti Jack í Føroyum undir seinna veraldarbardaga. Hann var knýttur at enska herinum og arbeiddi sum kokkur í Søldarfirði. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur fyri ein og hvønn.
Tey bæði vórðu vígd í Fuglafjarðar kirkju undir krígnum, og tá tað nærkaðist endanum, fluttu tey til Onglands at búgva.
Mary minnist aftur á, hvussu ræðuligt tað var at koma til ein so sundurknústan bý, sum London tá var.
? Vit merktu ikki tað stóra til kríggið í Føroyum. Tað var kanska serliga sjómenninir og teirra avvarðandi, men tað kann eg siga tær, at tað var heilt forferdiligt at koma til London og síggja allar ræðuleikarnar, greiðir hon álvarsliga frá.
Tað var heldur ikki so lætt hjá Mary at fella til í London. Maðurin var framvegis knýttur at herinum, so hann var ikki so nógv heima hjá henni.
? Men tíbetur var verfamiljan hjá mær so einastandandi fitt og góð fólk, at eg kendi meg sum heima har. Tó var longsulin heim øgiligur, greiðir Mary frá.
Longu árið eftir, í juni 1946 gekk leiðin hjá Mary tó heimaftur á vitjan. So hóast tað ikki bar so væl til at samskifta tá sum nú á døgum, so lá væl fyri hjá henni at ferðast heim.
Og sigur hon, at hon nærum var heima einaferð um árið tey mongu fyrstu árini eftir at hon var flutt.
? Nú býr sonurin í Danmark, so nú plagi eg at býta ferðirnar hjá mær sundur, sigur hon.
Bakarí
Verfaðir hjá Mary var bakari og hevði egið bakarí. Mary fór til arbeiðis hjá honum, og er hon sannførd um, at tað gjørdi sítt til, at hon fall til og byrjaði at finna væl runt allastaðni.
Fýra bilar koyrdu vøru út í einum øki upp á umleið sjey míl, og á tann hátt lærdi Mary at koyra og finna runt í økinum.
? Jack bleiv ikki leysur av herinum fyrr enn, beint áðrenn vit fóru heim aftur til Føroyar í 1946, so tað var gott fyri meg at fáa okkurt at gera, heldur Mary hugsunarsom fyri. Nakað av enskum dugdi Mary. Hon greiðir frá, at tað fyrsta orðið, sum hon minnist, at hon sum barn lærdi á enskum, var orðið hestur.
? Mær hevur altíð dámt væl mál, og eg haldi, at tað gekk bara heilt væl at læra tað enska málið. Men hóast eg so at siga bara tosi enskt til dagligt, so hugsi eg á føroyskum og droymi eisini á føroyskum. Eg havi altíð verið stolt av at vera føroyingur, sigur hon púra avgjørd á málinum.
Livir lívið
Hóast Mary er komin væl upp í árini, so letur tað ikki til, at hon hevur ætlanir um at setast aftur á ellisárunum.
Hon lýsir seg sjálva sum eina, sum allatíðina vil royna okkurt nýtt. Tað skal helst vera ferð á. Og tað man avgerð hennara um at taka flúgvitímar sum 75 ára gomul, vera eitt tað besta tekinið um. Men hon mátti gevast, tí tað var ov dýrt.
? Eg havi ein avbera góðan aldurdóm, eri frísk og væl fyri. Og eg havi altíð klárað meg sjálva, sigur Mary, sum framvegis koyrir bil sjálv.
Hon hevur ymisk frítíðar ítriv, sum hon plagar at taka til. Serliga dámar henni væl at brodera, og sum limur í einum kvinnuligum felagsskapi í Onglandi, hevur hon sum tann einasta í landinum vunnið Gold of gold virðisløn fyri broderí. Eisini hevur hon lært nógvar kvinnur at brodera.
Seldu bakaríið
Aldurdómurin fór tíverri ikki líka væl við manninum hjá Mary, sum henni. Hann gjørdist sjúkur, og tey gjørdu av at selja bakaríið. Mary passaði so Jack, og allatíðina væntaði hon, at hann fór at klára tað. Men so varð tíverri ikki. Jack andaðist í 1999, og tað tók dygt hjá henni.
? Tað var ótrúliga hart at missa hann. Hann var eitt so gott menniskja, og eg trúði veruliga ikki, at hann fór at doyggja, greiðir Mary frá. Hon vildi ikki viðurkenna, at maðurin var burtur, og sjálv heldur hon, at tað hevur tikið henni øll hesi fimm árini at koma víðari. Saknurin eftir honum situr framvegis í henni, men tað er bergtakandi at hoyra hana greiða frá sínum lívi, og hvussu glað hon er fyri tað.
? Eg var heppin at finna ein so góðan mann, tað er púra vist, sigur hon brosandi.
Mary hevur altíð ferðast nógv. Hon hevur verið í meginpartinum av Evropa, ferðast nógv í Afrika og USA.
? Eg dugi ikki at sita still, tað man vera víkingurin í mær. Og eg ætli mær eisini at halda fram, sum eg altíð havi gjørt, so longi sum lív og heilsa er til tað, sigur Mary Cruse at enda.