Vøksturin kemst av, at Taylor Swift endurskapar málaríið í tónleikavideoni til lagið “The Fate of Ophelia” á nýggju fløguni hjá henni, skrivar The Guardian.
– Vit síggja í løtuni eina veruliga Ophelia-bylgju, og vit eru rættiliga bilsin og fegin um tað, sigur talskvinna savnsins, Susanne Hirschmann, við miðilin.
Sambært Hirschmann vitjaðu í farnu viku umleið 500 gestir savnið serliga fyri at síggja hetta málaríið. Talan var serliga um gentur í tannárunum.