Tað gongur framúr væl hjá Paula Høj og liðfeløgunum í Bergøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í dag spældi Bergøy dyst á útivølli móti Åsane.
Bergøy vann dystin 34-30. Í steðginum var Bergøy á odda við einum máli, 16-15.
Pauli skoraði fýra mál í dag.
Bergøy er saman við Bodø fremst í deildini. Bæði liðini hava 10 stig fyri fimm dystir.
Sunnudagin 26. oktober spælir Bergsøy dyst á heimavølli móti Lillestrøm.