10 í B36 vunnu ímóti 11 víkingum

1. DEILD: Einasta málið í Sarpugerði í dag var sjálvmál, sum víkingarnir gjørdu, tá ið eitt lítið korter var farið

35 ára gamli Hans Jørgensen vardi málið, tá ið teir næstbestu hjá B36 í dag vunnu 1-0 í Sarpugerði

Í B36 dámar teimum væl at fortelja søgur um, tá ið tað er eydnast undirmannaðum liðum hjá árstalsfelagnum at vinna dystir og eisini steyp.

 

Í dag varð ein søga løgd aftrat hesi røðini.

 

Tað var í Sarpugerði í Norðragøtu, tá ið næstbesta B36 liðið vann 1-0 ímóti Víkingi. Málið varð skorað, tá ið eitt lítið korter var farið. Tá vóru víkingarnir so óhepnir, at teir beindu bóltin í teirra egna mál aftanfyri U-21 landsliðsmálverjan Hans Jákup Arngrímsson.

 

Tá ið ein hálvur tími var farin, sá Pætur Kjærbo hjá B36 beinleiðis reytt kort, og so vóru fyritreytirnar hjá gestunum væl verri, enn tær høvdu verið, men tað eydnaðist ikki Víkingi at fáa bóltin framvið superveteraninum Hans Jørgensen í B36 málinum. Tølini siga, at Víkingur vann 11 hornaspørk, meðan B36 einki hornaspark vann.

 

Felags fyri bæði liðini var, at tey fyri tað mesta vóru mannað við ungum spælarum.

 

Undan síðsta umfari er Víkingur á fimta plássi við 36 stigum, og B36 er á sætta plássi við 30 stigum. Í síðsta umfari fær B36 vitjan av EB/Streymi, og Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

35 ára gamli Hans Jørgensen vardi málið, tá ið teir næstbestu hjá B36 í dag vunnu 1-0 í Sarpugerði