Iran: Vit hava skotið eitt amerikanskt flogfar og tvær tyrlur niður

Sambært iranska herinum eru eitt amerikanskt Hercules flogfar og tvær Black Hawk tyrlur skotnar niður.

Iranski herurin hevur skotið niður eitt amerikanskt flutningsflogfar og tvær amerikanskar tyrlur.

Tað boðaði ein talsmaður fyri iranska herin frá í dag, sambært iransku tíðindastovuni Tasnim, skrivar Reuters.

Talan sigst vera um eitt C-130 Hercules flutningsflogfar og tvær Black Hawk tyrlur. Talan er um miðalstórar tyrlur, sum eins og Hercules-flogfarið verða brúktar av herinum í fleiri londum.

Tíðindini um, at flogfarið og tær báðar tyrlurnar vórðu skotnar niður, koma stutt eftir, at leitingin eftir manningini av einum amerikanskum F-15 stríðsflogfari er liðug í Iran.

Jagaraflogfarið datt niður í Iran fríggjadagin. Báðir manningarlimirnir eru funnir á lívi av amerikanska herinum.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix