Liðið hjá Kjartani vann føroyingauppgerðina í stórum stíli

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen er triðfremst í bestu deildini

Mynd: Pole Hansen

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.

 

Í høllini á Frederiksberg tóku Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn móti Kjartani Johansen og hansara liðfeløgum í Vendsyssel. 

 

Dysturin endaði við stórsigri 31-21 til Vendsyssel, ið var á odda við átta málum, 16-8 í steðginum.

 

Kjartan var toppskjútti hjá Vendsyssel við sjey málum. Jónas skoraði trý mál, Janus skoraði tvey mál og Leivur skoraði eitt mál fyri HC Keypmannahavn.

 

Vendsyssel, ið hevur vunnið fýra dystir á rað nú er fjórðfremst í deildini við 10 stigum. HC Keypmannahavn er næstaftast við bert tveimum stigum.

 

Í bestu deildini vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus á heimavølli 33-28 (17-14) á TMS Ringsted.

 

Jóhan var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Århus.

 

Skanderborg-Århus er triðfremst í deildini við 12 stigum. Aalborg er fremst í deildini við 16 stigum. 

 

Mynd: Pole Hansen