Landsstýrismaðurin ov varin í tilmælinum um fiskidagar

Heidi Petersen
Framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins í fiskivinnumálum

Tjóðveldisflokkurin mælir til 3% niðurskurð á landgrunninum og 25% á Føroya Banka.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir til ein niðurskurð í dagatalinum uppá 1,5%. Hetta er eftir Tjóðveldisfloksins tykki í so varisligt farið fram, og skal eg koma nærri inn á seinni, hví so er.
Hyggja vit eftir tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni og fiskidaganevndini, so er semja um, at toskastovnurin er verri fyri og í minking sammet við undanfarnu ár, meðan hýsa og upsi eru omanfyri miðal.
Tó er ikki semja um, hvørji tiltøk eiga at setast í verk til tess at gera tað, sum menniskju kunna gera fyri at verja toskastovnin. Fiskirannsóknarstovan mælir til álvarslig inntriv í veiðuna eftir toski galdandi í eini 3 - 5 ár við eitt nú at minka dagatalið hjá húkaflotanum niður í eina helvt, ella at minka veiðuna við 25 % saman við fleiri friðingum á innaru leiðunum. Teir nevna, at t.d. kundu leiðirnar innanfyri 4 fjórðingar verið friðaðar fyri allan vinnuligan fiskiskap, og línuskipini ikki sloppið at fiska innanfyri 8 fjórðingar.
Hetta sum eitt serligt átak í hetta avmarkaða tíðarskeiðið, fyri at tað ikki skal verða vegna ovurfisking, at toskastovnurin kemur niður aftur á støðið, sum vit kenna frá 1991 og 1992, sum toskastovnurin kemur á av náttúrligum orsøkum. So kunnu vit bert vóna tað besta og ynskja sjálvsagt, at gróðurin í ár fer at gera mun hjá toskastovninum á landgrunninum, so hann mennist skjótt aftur.
Eisini mælir Fiskirannsóknarstovan til at skerja dagatalið í beinleiðis upsaveiðuni við 25% grundað á, at upsin hevur verið smáur seinastu árini.
Hinumegin mælir fiskidaganevndin ikki til nakra skerjing í fiskidagatalinum, tí, sum teir føra fram, er fiskidagaskipanin ein langtíðar javnvágarskipan, har hvørki skal regulerast upp ella niður.
Endurskoðan av fiskidagaskipanini
Tó mælir fiskidaganevndin til eisini at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap, so hon gerst greiðari at virka undir og umsita.
Eisini mæla fiskidaganevndin og Fiskirannsóknarstovan til, at allur fiskiskapur á landgrunninum verður skipaður undir lógini um vinnuligan fiskiskap, tvs. at bólkur 1 - djúpvatnstrolarar og bólkur 6 - garnaskipinin koma inn undir skipanina við fiskidøgum. Fundur hevur verið við umboð fyri hesar bólkar, og var niðurstøðan, at teir ikki høvdu nakað ímóti at koma undir somu skipan, sum hinir skipabólkarnir - tó undir nøktandi treytum, sum ikki eru lýstar nærri.
Tað triðja, sum fiskidaganevndin mælir til, er at taka teir minstu bátarnar - ella frítíðarfiskararnar - sum eru í bólki 5, burtur úr skipanini undir vinniligum fiskiskapi og lata teir hava sína egnu skipan. Hetta fyri at spara umsiting, tí í hesum bólki vóru í fjør um 1000 bátar, og teir, sum róku vinnuligan fiskiskap, vóru uml. 180.
Fiskidagamarknaður
Eitt sera áhugavert tilmæli frá fiskidaganevndini er tilmælið um fiskidagamarknað. Her verður dentur lagdur á at fáa eina marknaðarskipan at galda á økinum, sum við grundarlagi í opinleika og kunnleika ger tað møguligt at fylgja við, hvør hevur fiskiloyvini og hvør nýtir fiskidagarnar, sum eru tillutaðir.
Tað seinasta, fiskidaganevndin ger vart við, er, hvussu ógvusliga stór økingin í veiðitrýstinum á Føroya Banka hevur verið. Bankaloyvi hjá bátum í bólki 4 - útróðrarbátum, sum royna við húki, eru umsett til skip í bólki 4, sum hava støddina til bólk 3, men ikki eru har, tí hetta eru samanløgd loyvi frá útróðrarbátum í bólki 4. Soleiðis eru smærri útróðrarbátar vorðnir til línuskip yvir 110 tons. Nevndin mælir til at skerja dagatalið við 10 %, umframt at friða bankan í gýtingartíðini.
Fiskirannsóknarstovan mælir til, at fiskidagatalið á Føroya Banka verður miðaltalið av nýttum fiskidøgum fyri árini 1996 - 2002.
Kvotaskipanin spældi endaliga fallit.
Hyggja vit nú eftir gongdini í fiskiflotanum síðani 1994, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, er lætt at fáa eyga á ógvusligar broytingar.
Í 1994 varð ein donsk kreppuloysn við kvotaskipan smoygd yvir okkum, sum føroysku politikkararnir ikki høvdu vilja, ella møguleika at arbeiða ímóti. Ein skipan, sum føroyska vinnan frá degi eitt ikki vildi vita av. Fiskiflotin var nógv minkaður vegna fíggjarkreppu, og fiskiskapurin hevði verið í botni fleiri ár á rað og kvinkaði júst uppeftir. Vinnan gjørdi vart við, at hon var harðliga ímóti at innføra eina skipan, sum um allan heim, har hon hevði verið nýtt, hevði spælt fullkomiliga fallit. Kvotaskipanir høvdu allastaðni elvt til óreglusemi á øllum økjum. Fiskur var blakaður fyri borð, fiskur veiddur einastaðni varð sagdur at verða fingin aðrastaðni, fiskasløg broyttu hvønn dag navn, frá tey vóru fiskað, til tey komu uppá land, o.s.fr.
Ikki var gjørligt at hava yvirlit yvir fylgjurnar av eini kvotaskipan. Tilfeingið fór til spillis, tíð og orka varð nýtt til at sleppa uttan um lógina, veiðihagtøl fóru á glið, og stovnsmetingarnar høvdu ongan møguleika at gerast rímiliga rættar, tí onki skil var á tí, ið givið varð upp av fiskanøgdum og sløgum.
Alt hetta vóru ríkiligar grundgevingar fyri ikki at seta eina kvotaskipan í verk í Føroyum ? men kortini var hon gjøgnumførd. Og skjótt - tað gingu bert tvey ár - so stóð alt sum í botni. Orsøkirnar vóru fleiri, men høvuðsorsøkin var at fiskiskapurin vaks so ómetarliga nógv, at eitt nú trolarar fingu alla sína árskvotu av hýsu í einum háli. Eisini var prosentbýtið millum ymisku veiðubólkarnar av teimum ymisku fiskasløgunum als ikki í samsvari við tað veiðu ella søguligu tølini, sum vóru galdndi fyri fiskiskapin á føroyaleiðini. Fiskiskapurin rendi snøgt sagt alla kvotaskipanina til botns eftir tveimum árum.
Sum eina leivd frá hesi tíðini hava vit enn í dag ásetingar inni í lógini um vinnuligan fiskiskap upp á, hvussu nógv % hvør veiðibólkur hevur rætt at veiða av teimum ymisku fiskastovnunum undir Føroyum. Hetta hevur tó ongantíð verið fylgt upp, og hóskar als ikki inn í skipanina við fiskidøgum.
Samstarv millum fiskimannin, fíggingarstovnarnar og fiskifrøðingarnar.
Á fiskivinnuráðstevnu í Havn í summar kom nógv áhugavert fram. Millum annað var nógv gjørt burturúr fíggjarliga partinum av fiskivinnuni. Hvussu fekst mest burturúr fíggjarliga við innvesteringum í so fá skip, sum gjørligt til at taka sum mest burturúr havinum, sum fíggjarfrøðingarnir málbóru seg. So lítla íløgu sum gjørligt fyri at fiska mest møguligt vi besta lønsemi. Ein einføld fíggjarlig fyrimynd, sum ikki einsamøll lýsir verðuleikan, men kann vera ein vegleiðing til polittikaran.
Fiskifrøðingarnir hinvegin sita við tí ómøguliga setningi frá polittikarunum at spáa um framtíðina. Teir kannað og greina fortíðina, og kunnu út frá tí geva ábendingar um framtíðina - rímiliga vist - og um tey viðurskifti, teir hava við í útrokningunum, halda stikk. Aftur her verður tað ein einføld fyrimynd, sum ikki svarar til fulnar til verðuleikan, men kann vera ein vegleiðing til politikaran.
Triðja sjónarmiðið kom frá einum sera áhugaverdum 77 ára gomlum fiskimanni og skribenti úr Ísrael, Menakem Ben-Yami. Hann førdi fram, at tá politikkararnir seta skipanir í verk, er tað týdningarmesta atlitið at taka, at skipanin fær undirtøku frá teimum pørtum, sum hon umfatar. Tað vil siga, at teir fiskimenn, sum skulu virka í skipanini, virða hana, tí gert tú eina skipan, sum ikki verður góðtikin, finnur fiskimaðurin altíð upp á ráð, hvussu hann kann sleppa uttan um skipanina. Vit kenna orðatakið her hjá okkum: "sjóðmaður er ongantíð ráðaleysur" og hugsi eg, at tað var hetta, gamli Ben-Yami eisini hevði sannað. Hann vísti annars eisini á, hvussu vandamikið tað er at fiska stovnar so langt niður, at bara smáur fiskur er eftir. Tá er lætt at oyða stovnin av tí, at gítingarstovnurin gerst ov lítil. Og so vísti hann til "toskin í Canada", ið hvarv, men tað vóru kanska fleiri orsøkir til tað - millum annað hitin í sjónum o.s.fr.
Eisini vísti Menakem Ben-Yami á, at politikararnir høvdu geografisk atlit at taka, tá skipanir fyri fiskiskap skulu gerast. Við øðrum orðum verður ein noyddur at taka útgangsstøði í búsetingarmynstrinum kring landið, tá eitt nú fiskirættindi verða latin, soleiðis at eitt øki ikki verður avtoftað, tí livigrundarlagið hjá fólkinum, har býr, verður tikið/selt/latið aðrar vegir.
Fyri at venda aftur til fiskidagaskipanina, so var hon innførd í lógina um vinnuligan fiskiskap í 1996 eftir sera hørðum trýsti frá eini samdari vinnu, og kvotaskipanin varð slept fyri ongantíð at koma aftur.
At bankarnir, fiskifrøðingarnir og fiskivinnan góðtaka okkara fiskidagaskipan er júst styrkin við henni, og tí skulu vit fara um hana við varsemi og ansa eftir, at vit ikki máa støðið undir skipanini burtur.
Eitt av grundsjónarmiðunum, tá lógin um vinnuligan fiskiskap var sett í gildi, var varðveiting av einum fjølbroyttum fiskiflota, men vit síggja í dag, at gongdin hevur ikki verið so, sum ætlað. Ein orsøk er, at fiskidagaskipanin ikki hevur verið nóg greið, og av tí hevur borið til at umsitið lógina rættiliga tilvildarligt. Smærru útróðrarbátarnir í bólki 4 eru lagdir saman og eru vorðnir til stór línuskip yvir 110 tons. Hetta var ongantíð ætlanin við lógini, og hevur hetta økt sera nógv um royndina av millum øðrum toski bæði á landgrunninum og á Bankanum.
Við støði í øllum hesum mælir Tjóðveldisflokkurin til at:
<sum$?$end$!$ fiskidagarnir á landgrunninum verða skerdir við 3 % fyri fiskiárið 2004/2005
<sum$?$end$!$ fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir við 25 % , og Bankin verður friðaður í gýtingartíðini
<sum$?$end$!$ at skott verður millum allar bólkar í skipanini, so tað í framtíðini verður púra greitt, at ikki ber til at leggja tvey útróðrarloyvi saman fyri at fáa eitt stórt línuskip yvir 110 tons í staðin. Eg meti hetta hava verið ein tann størsta trupulleikan við fiskidagaskipanini, ið hevur økt órímiliga nógv um veiðitrýstið
<sum$?$end$!$ øll lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað og greið at seta í gildi til næsta fiskiár, tvs. 2005/2006
<sum$?$end$!$ tá tilmæli og metingar verða gjørdar fyri føroyskan fiskiskap, eigur búskaparligi parturin eisini at vera við, tvs. siga, at vit saman við tí lívfrøðiligu metingini og metingini frá vinnuni eisini fáa nakrar búskaparligar metingar
<sum$?$end$!$ umframt hetta verða friðingartiltøk sett í verk fyri toskin á innaru landleiðunum
<sum$?$end$!$ bólkur 1 og bólkur 6, sum eru djúpvatnstrolarar og garnaskip, verða umfataðir av lógini um vinnuligan fiskiskap, soleiðis at øll veiða eftir botnfiski á føroyska landgrunninum verður skipað undir somu treytum, og ongin skal kunna hava hjáveiðikvotu sum í løtuni
<sum$?$end$!$ frítíðarfiskararnir í bólki 5 verða tiknir úr skipanin, og bert teir útróðrarbátarnir, sum reka vinnuligan fiskiskap, verða eftir - hetta fyri at spara umsiting
<sum$?$end$!$ Mælt verður eisini til at taka táttin upp við einum fiskidaga- og loyvisbanka. Saman við vinnuni verður funnið fram til, hvussu hetta verður skipað, og eg taki undir við uppskotinum frá vinnuni sum ein byrjan at skapa gjøgnumskygni, so at tað gerst møguligt at fylgja við, hvør hevur loyvini, og hvussu nógvir dagar verða nýttir. Hetta eigur so at verða bygt út soleiðis, at øll hava atgongd til ónýttar dagar.
<sum$?$end$!$ Spekulatiónin við fiskiloyvum verður steðgað. Sjálvandi skal bera til at flyta loyvir, um ein endurnýggjar ella leggur saman, men alt annað eigur ikki at kunna bera til.
<sum$?$end$!$ Afturat hesu mæla vit til, at 100 mió. kr. verða nýttar til fiskivinnugransking og menning av fiskivinnuni á sjógvi og landi. Hetta umfatar allar tættir í vinnuni - bæði útbúgving av fólki, biotøkni, fiskivinnutøkni, KT, vørumenning og marknaðarkanningar, fyri at nevna nakrar lutir, sum skjøtil má setast á sum skjótast, um vit skulu gera okkum vónir um ein dag at vera heimsins fremsta fiskivinnutjóð, sum sjálvandi er okkara málsetningur.