ið kúlurnar úr stjørnukanónunum flugu um oyrini á honum og í málið. 2-0 og so hevði ballið ivaleyst verið buðið, um tað eitt nú vóru italiumenn, ið høvdu verið á so langari ferð. Men – tíverri fyri Føroyar [...] ikki við mýkindum, tá ið heimsstjørnurnar komu so at siga úr luftini og á Tórsvøll. Tapararnir í HM finaluni ímóti nummar nøkur 190 á FIFA styrkislistanum eigur at vera ólíka uppgerð. Tað sigur øll fornuft [...] sum – hóast meiri enn eitt samdøgur á ferð – eru væl upplagdar og alla tíðina spíla seg út ímóti amatørum í Formuladeildini. Paradan Fraklendingar løgdu seg í handavend á odda 2-0. Báðu ferðirnar og eisini
nevnd. Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum samtakinum, valdi at seta ein uttanfyristandandi í nevndina sína vegna, og valið fall á Allan L. Agerholm, sum tá var stjóri á Hotel Hilton við Kastrup flogvøllin [...] verður settur á í november í ár. So har er nokk at gera. Men nakrar túrar til Føroya skal hann árliga, og tað eru túrar, sum hann altíð gleðir seg til. Ikki nakar nevndargreðingur Tá virksemið á Hotel Føroyum [...] tryggja, at Hotel Føroyar eisini hevur fingurin á alheims pulsinum. Men nevndarsessurin gevur eisini Allan L. Agerholm nakað. - Føroyar eru tað, sum vit á marknaðarmáli rópa ein imperfektur hotelmarknaður
eru so smáar her hjá okkum. So ofta kenna vit ørindini, tá ið fólk kemur á gátt. Vit laga okkum automatiskt til støðuna, og vísa á tann hátt okkara virðing. Viðhvørt fara vit afturum við fólki, so tey ikki [...] foreldrapari, sum hevði mist eitt barn. - Lítla barnið liggur nú úti í kapellinum á einari vakrari legu av blómum, sum á eini summarong. Sorgina kunnu vit ikki taka frá teimum, men vit royna altíð at gera [...] Brynhild upplivað nógvar góðar við monnum gjøgnum árini. Eitt nú er tað púrasta vanligt, at teir koma á gátt á brúdleypsdegnum og biðja um eina bukett til frúuna, “tí hon hevur brúdleypsdag”, sum teir taka til
systkinaflokki á 16, harav 4 enn eru á lívi. Um jóltíðir minnist hon altíð aftur á eina syrgiliga hending suðuri í Famjin, tá hon var bert 12 ára gomul. Tað var tá ið ein eingilskur trolari fór upp á land í allari [...] arbeitt á medisinskari deild í mong ár, millum annað saman við Jonu Joensen, sum eisini býr á sambýlinum, og situr í einum rullustóli á gólvinum. Meðan vit práta, situr Jeannie, sum arbeiðir á sambýlinum [...] fuglabúrið við húsfuglinum, sum eisini vil hava orðið, ella pippið, av og á. - Halló, sigi eg nokkso hart, havandi í huga, at oyrini helst eru farin at bila hjá hesum gomlu, við einum miðalaldri umleið tey
útvarpið fór undir summarskrá sína fyrr í ár, kom eisini ein nýggj seinnapartssending á skránna. Sendingin, sum kallast Nón, er á skránni hvønn gerandisseinnapart frá klokkan trý til fimm. Teldan við í útvarpsstovuni [...] Tey bæði smoyggja sær oyramikrofonirnar niður um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni. Tá ið hetta er gjørt, kemur eyðkennislagið [...] av teimum føroysku fjølmiðlunum í mong ár. Tíbetur hava teir flestu fjølmiðlarnir her á landi gjørt eitt framtak á júst hesum øki hetta seinasta ári. Vingl var ein góð sending, og tað hevði verið óført
at hon fleiri ferðir heitti á tey avvarðandi um at senda boð eftir einum sjónavarpsliði, at fáa tey at gera eina dokumentarsending um endan á lívinum, sæddan av eini deild á Landssjúkrahúsinum, og til endans [...] brúkararnar á Landssjúkrahúsinum, sigur Anna Maria Joensen. Sum avvarðandi var hon brúkari av sjúkrahúsverkinum í fýra ár, tá mamman gjørdist kroniskt sjúk og doyði. - Allar størstu trupulleikarnir á Landss [...] annars at minnast heitið á heilivági og alla sjúkusøguna, tí læknavaktin hevur ikki atgongd til journal ella upplýsingar annars. Tá er upp til okkum avvarðandi at halda skil á pappírum, reseptum og søguni
samband við Føroya Arbeiðarafelag. Á sjálvum altjóða arbeiðaradegnum, tá Internasjonali "denne slidte og bulede schlager fra firserne!" sum William Heinesen yrkti, varð sungin á øllum torgum runt um í heiminum [...] verðini. Tað kann vera ymiskt, hvussu man definerar eina vøru, og eisini hvør munurin er á eini tænastu øðrumegin, og á eini vøru hinumegin. Men líkamikið hvør definisjónin er, so er Italia ein sól sum tær [...] stóð út gjøgnum oyrini. Fyri tveimum árum síðani upplivdu føroyingar, hvussu Gerhard Lognberg svínaði eitt viðkvæmt teaturstykki til, tí fýrurin ikki dámdi, at leikararnir brúktu orðið kusa á pallinum. Eg
plaseraðar - á leið á sama hátt, sum um ein mjólkapakki knappliga royndi at stjala myndina á MTV ella Eurosport. Úrslitið er, at vørulýsingarnar órógva imagelýsingarnar, og tí argast fólk ofta inn á tær. Men [...] málbólkurin setur. Livandi lýsingar á gongugøtuni Ultimativa lýsingin fyri Petur er ein, har tað hvørki er neyðugt at nevna navnið á fyritøkuni ella vøruni longur. Á leið á sama hátt, sum tá bogaða hvíta stikan [...] minst líka nógvar "vánaligar" lýsingar, sum á SvF. Vit síggja tær bara ikki, tí tær verða bara vístar á lokalrásunum, sigur Petur og vísir á, at tað í høvuðsheitum finnast tvey sløg av lýsingum: Imagelýsingar
menna seg á sínum blásiljóðføri rættiliga farin at gera um seg. Í 1994 fór Hans Petur á háskúla í Holstebro, og samstundis fór hann íðin til verka fyri at fyrireika seg til upptøkuroyndina á Musikkons [...] dansaði, tá hann var at síggja á skerminum. Tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at eg fór at spæla saxofon av álvara, men tað ber ikki til at útiloka, at Zoot ávirkaði meg á onkran hátt, tá eg sum 10 ára [...] saxofonspælarin, sum er útbúgvin á Det Jydske Musikkonservatorium í Århus, hevur seinastu sjey árini búð í Århus, og síðani hann fekk prógvið í hondina í 2000, hevur hann undirvíst á Mellerup Efterskole í Randers
stavsetingin ofta var so sum so, men onkrar av greinunum vóru eisini á tremur við slang og ókvæmisorðum, vit neyvan nakrantíð hava sæð prentaði á føroyskum fyrr. - Fyri tað fyrsta var tað ongantíð meiningin, [...] síðsta Ð blaðið á gøtuna. - Nei, fortíðin hjá Jógvani órógvar meg ikki. Í ringast føri kann tað irritera meg eitt sindur, tá vit eru onkustaðni, og fólk kalla hann Hugh Hefner (blaðstjórin á Playboy, red [...] væl lívið úti á bygd, Leila er von við tað og Kunoy er eitt frálíkt stað hjá børnum at vaksa upp í. Og so verður tað deiliga friðaligt at sita og tekna teknirøðir har norðuri. Barnabók á veg. Jógvan brennir