Allan L. Agerholm hevur nógv um oyrini fyri tíðina, so tað var gott at flogfarið bara var hálvan annan tíma seinkað hendan dagin.
Hann er í Føroyum sum nevndarlimur í sambandi við aðalfundin hjá Hotel Føroyar samtakinum. Heimstaður hansara er Keypmannahavn, og tað hevur hann verið seinastu árini, tó at hann eisini hevur arbeitt á ovastu hotel-rók í London og aðrastaðni.
Í Keypmannahavn er hann stjóri fyri risastóru Copenhagen Towers verkætlanini. Tað vil siga, hann skal taka sær av hjartanum í fyritøkuni, Hotel Crowne Placa, umframt at hann skal hava leiðsluna fyri øllum tí tænastuvirksemi, sum fylgir við teimum túsundtals fermetrunum av skrivstovuhølum, ið skulu leigast út til feløg og virkir, tá skjøtul verður settur á í november í ár. So har er nokk at gera. Men nakrar túrar til Føroya skal hann árliga, og tað eru túrar, sum hann altíð gleðir seg til.
Ikki nakar nevndargreðingur
Tá virksemið á Hotel Føroyum varð umskipað fyri trimum árum síðani, skuldu eigararnir seta saman nýggja nevnd. Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum samtakinum, valdi at seta ein uttanfyristandandi í nevndina sína vegna, og valið fall á Allan L. Agerholm, sum tá var stjóri á Hotel Hilton við Kastrup flogvøllin í Keypmannahavn.
- Eg kendi ikki Johannes frammanundan, men tá hann ringdi og spurdi, um eg kundi taka sæti, og vit síðani høvdu fundast eitt sindur, dugdi eg at síggja, at her var talan um eina sera spennandi uppgávu, fortelur Allan L. Agerholm, sum kortini ikki situr í nógvum nevndum.
- Eg eri bara limur í nøkrum fáum nevndum, tí eg havi eitt spennandi fulltíðarstarv at taka mær av dagliga, og harafturat vil eg gjarna vera til staðar, har eg eri nevndarlimur, fortelur danski nevndarlimurin í Hotel Føroyum.
Leikluturin hjá Allan L. Agerholm í nevndini hjá Hotel Føroyum er fyri so vítt greiður. Hann er, um mann so kann siga, altjóða parturin. Maðurin, sum við einum beini í Keypmannahavn og einum úti í stóru verð, kann tryggja, at Hotel Føroyar eisini hevur fingurin á alheims pulsinum.
Men nevndarsessurin gevur eisini Allan L. Agerholm nakað.
- Føroyar eru tað, sum vit á marknaðarmáli rópa ein imperfektur hotelmarknaður í mun til ein perfektan. Tað vil siga, at tað ikki er optimal kapping á økinum. Her eru ikki so nógvir útbjóðarar, sum í øðrum londum og býum, men avbjóðingarnar eru kortini nógvar og stórar, og tí sleppi eg her at arbeiða eitt sindur øðrvísi enn eg geri í Danmark, og tað er sunt, sigur Allan L. Agerholm og skoytir uppí:
- Í Føroyum er diamentralur munur á háárstíð og lágárstíð, tá tað snýr seg um at selja seingjarpláss, og tí verða vit í Hotel Føroyum samtakinum noydd at hava fleiri bein at standa á, og har er Johannes Jensen fantastiskur. Hann hevur eina ørgrynnu av hugskotum til, hvussu vit fáa lagt annað virksemið afturat vanliga hotel-rakstrinum.
Halda honum aftur
Tað er í veruleikanum soleiðis, at nevndin í summum førum má halda aftur, tí dynamiski hotelstjórin hevur so nógv hugskot, at nevndin ikki heldur tað vera ráðiligt at seta alt í gongd, sigur Allan L. Agerholm.
- Tað er mín uppgáva saman við hinum nevndarlimunum at meta um hugskotini, og síðani geva grønt ella reytt ljós. Tey flestu hugskotini eru góð, og tá ein tíð er farin, vísa tey eisini sínar dygdir og týdning fyri virksemið. Men tað er komið fyri, at vit hava biðið stjóran bíða, og tað haldi eg at Johannes hevur forstáilsi fyri, tí um hann ikki hevði viljað havt eitt sindur av mótspæli, hevði hann nokk ikki biðið meg sitið í nevndini sína vegna, sigur Allan L. Agerholm.
Allan L. Agerholm hevur sitið í nevndini í Hotel Føroyum samtakinum í trý ár, og hesi trý árini eru kanska júst tey, har tað er hent mest við virkseminum hjá fyritøkuni.
- Áðrenn eg tók av nevndarsessinum hittist eg við Johannes, og fekk spurt, hvat slag av fyritøku talan var um, og hvørjar ætlanirnar vóru. Eg fann skjótt útav, at talan altso ikki var um eitt ella annað lítið provins-hotel, men eitt miðalstórt hotel við stórum ambitiónum, og tað dámdi mær, sigur Allan L. Agerholm.
Seinastu trý árini er Hotel Tórshavn komið afturat, eins og Hvonn er vorðin best umtókta café í landinum. Eisini er annað virksemið lagt afturat ella útbygt, soleiðis at tað eftirhondini arbeiða útímóti 100 fólk í føstum starvi í fyritøkuni.
- Tað er hent nógv hesi árini eg havið sitið í nevndini, men tað er fyrst og fremst stjóranum fyri at takka, sigur Allan L. Agerholm, sum ikki hevði kunna hugsað sær at verið nevndarlimur í eini fyritøku, sum ikki menti seg. Og tað er ikki trupulleikin við Hotel Føroyum samtakinum, sigur hann.
– Her hendir nakað alla tíðina, og tí fái eg sum sagt eisini nakað fakliga burturúr sjálvur, sigur hann.
Fólkið fremst
At reka hotelvirksemið í Keypmannahavn. London ella Havn er fyri so vítt ikki so ólíkt, sigur Allan L. Agerholm.
- Tað snýr seg um service, og skalt tú lata eina góða tænastu, mást tú hava góð fólk rundanum teg, so tað snýr seg fyrst og fremst um at hava góð starvsfólk, sum so kunnu lata kundunum hesa góðu servisu, sigur hann.
Og tað ljóðar so lætt. Men sum við so nógvum øðrum, so er tað, sum kanska á yvirflatuni sær lætt út, ikki altíð so lætt, tá samanum kemur. Og soleiðis er eisini við hotel-virksemið.
- Okkara uppgáva sum hotelleiðsla, er at syrgja fyri at hava so góð og dugnalig starvsfólk, sum gjørligt, og harafturat syrgja fyri, at tey tíma at verða verandi í tínari fyritøku. Megnar tú ikki tað, so hevur tú ikki eitt gott hotel, sigur Allan L. Agerholm.
- Hvørki gullkranar ella B&O sjónvørp kunnu koma ístaðin fyri góð starvsfólk, leggur hann síðani afturat.
-------------
Stjørnuhotell
Her um okkara leiðir, er tað felagsskapurin Horesta, sum tryggjar, at tær stjørnur, sum hotel hava, svara til tey krøv, sum verða sett til hvørja stjørnu. Hotel Føroyar er eitt 4-stjørna hotel, men hevur 5 stjørnur, tá tað ræður um ráðstevnu-hotel.
Allan L. Agerholm sigur, at standardiseringin við hotel-stjørnum tíverri ikki er heimsumfatandi enn. Tískil uppliva vit, at stjørnurnar í Norðurlondum eru “bíligari”, so at skilja, at eitt 5-stjørnað hotel í Keypmannahavn, ivaleyst ikki hevði kunna fingið 5 stjørnur í París ella New York. Tað gongur tó rætta vegin, tí hotelleiðslur og eigarar vilja ikki hava trupulleikar av ónøgdum útlendskum gestum, og tí síggja vit eitt rák, har góð norðurlendsk hotel heldur vilja hava eina stjørnu færri, og so verða á tryggari grundarlagi. Til dømis verður Crown Placa (sum letur upp í Cph í nov), har Allan L. Agerholm er stjóri, 4 stjørnur, sjálvt um tað eftir danskari meting, hevði kunnað havt fimm.
------------
TRÝ KRØV
Ynskini hjá hotelgestum broytast, og í løtuni eru tey trý ovastu hesi, sambært Allan L. Agerholm, hotelstjóra:
1 – Stórt hotelkamar
2 – Baðikar
3 – Stóran flatskíggja