Århus: Tá Hans Petur í Brekkunum var fimm ára gamal sá hann eina saxofon fyri fyrstu ferð. Og hann var beinan vegin hugtikin av hesum ljóðføri.
Tað vóru ikki kendir saxofonistar sum Charlie Parker ella Dexter Gordon, ið fangaðu oyrini hjá smádronginum. Tað var hinvegin tann øri saxofonspælarin í Muppet Show. Zoot rakti ikki altíð rætta tónan, og hóast tað ofta var meira humor enn tónleikalig dygd í spælinum hjá honum, var Hans Petur púra burtur í tí villu dukkuni og saxofonini hjá honum.
? Eg bæði hoppaði og dansaði, tá hann var at síggja á skerminum. Tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at eg fór at spæla saxofon av álvara, men tað ber ikki til at útiloka, at Zoot ávirkaði meg á onkran hátt, tá eg sum 10 ára gamal skuldi velja mær eitt ljóðføri, sigur Hans Petur í Brekkunum.
? Zoot var ikki og er heldur ikki mín fyrimynd sum saxonfonspælari, men hvør veit, um hann ikki onkursvegna hevur havt nakað at siga, tá eg sum ungur drongur valdi saxofonina.
28 ára gamli saxofonspælarin, sum er útbúgvin á Det Jydske Musikkonservatorium í Århus, hevur seinastu sjey árini búð í Århus, og síðani hann fekk prógvið í hondina í 2000, hevur hann undirvíst á Mellerup Efterskole í Randers, sum ger nógv burtur úr tónleikaligu undirvísingini.
Nú hevur hann spælt inn fyrstu solofløguna hjá sær, sum hann kallast Sooner Or Later, og hon kemur á gøtuna stutt eftir páskir.
Blokkfloytan var eitt krav
Tá Hans Petur í Brekkunum var 10 ára gamal, fingu hann og floksfelagarnir í fjórða flokki í Kommunuskúlanum í Havn vitjan av einum manni, sum hevur vitjað nógvar skúlaflokkar við somu ørindum.
Maðurin var Brandur Øssurson, musiklærari, sum var komin at eggja næmingunum til at fara at spæla okkurt ljóðføri. Treytin var, at øll skuldu byrja við blokkfloytu, og seinnu fingu tey møguleikan at velja okkurt annað ljóðføri at blása í.
Hans Petur í Brekkunum var ein av teimum, sum sló til beinanvegin. Hann hevði longu roynt seg sum trummusláara, eftir at hann og beiggin fingu eitt gamalt trummusett hjá abbanum, Trygva Restorff. The Beatles rungaði í bandupptakarnum, og so bukaðu teir báðir beiggjarnir trummurnar afturvið, meðan børn í grannalagnum vóru boðin inn um gátt at lurta. Endin var tó, at yngri beiggin valdi trummurnar.
Einu tíðina spældi Hans Petur eisini klaver, men tað misti hann hugin fyri eftir stutta tíð.
Nú skuldi tað snúgva seg um blokkfloytuna, og eftir at Hans Petur hevði kempað við tí lítla blásiljóðførinum í eina tíð, slapp hann at skifta til eitt annað ljóðføri.
Og valið fall á saxofonina
Vrakaði trummusettið með alla
Hóast saxonfonin upprunaliga var mett sum eitt jazzinstrument, og vegurin hjá einum saxofonisti er stuttur til hornorkestur og bigband, so hevur Hans Petur ongantíð vent poppinum bakið. Hann spældi sum yngri í fleiri tónleikabólkum, og hann er framvegis við einum bólki, sum spælir popp- og rocktónleik.
Sum 13 ára gamal fór Hans Petur at spæla í GHM, men tað gekk ikki long tíð, fyrr enn hann var við at gera sín egna bólk. Tað var hvørki eitt hornorkestur ella eitt bigband, men ein veruligur poppbólkur.
Í fyrstuni var tað hann, sum syrgdi fyri trummuspælinum í bólkinum, sum teir róptu Paria. Hesin bólkurin var nógv frammi síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, men tað helt ikki. Hann tveitti trummupinnarnar frá sær og fór at syngja og spæla saxofon, tá Brandur Jacobsen kom upp í bólkin. Í dag er Brandur millum bestu trummuspælararnar í landinum, meðan Hans Petur er í serflokki, tá tað ræður um saxofonina.
Hóast fyrsta uppgávan sum dansitónleikari var í bólkinum Springs, har Johan í Kollafirði var ein av høvuðsmonnunum, var tað við Paria, at hann rættiliga fór at gera um seg sum dansitónleikari. Teir spældu nógv til dans og konsertir seinast í áttatiárunum og vóru næstan at rokna sum poppstjørnur á høvuðsstaðarleiðini.
Í 1989 fór Hans Petur á eftirskúla í Keypmannahavn, og tá var tað, at saxonfonin veruliga gjørdist ljóðførið hjá honum. Hann kom heimaftur árið eftir til meira dansitónleik, men nú var hugurin til at menna seg á sínum blásiljóðføri rættiliga farin at gera um seg.
Í 1994 fór Hans Petur á háskúla í Holstebro, og samstundis fór hann íðin til verka fyri at fyrireika seg til upptøkuroyndina á Musikkonservatoriinum í Århus. Tað málið náddi hann í 1996, og í 2000 var hann liðugt útbúgvin.
Melodiøsur tónleikur
Byrjanin til fløguna, sum Hans Petur í Brekkunum gevur út eftir páskir, er at finna á Musikkonservatoriinum í Århus.
Ein av stóru uppgávunum seinasta skúlaárið var at skriva trý løg, leggja til rættis og spæla tey inn í studio. Meðan Hans Petur var í holt við hesa avbjóðingina, gjørdi hann av, at hann fór at spæla sín egna tónleik inn á fløgu og fáa hann út í Føroyum og Danmark.
Síðani skúlin var av, og tey trý løgini vóru avgreidd við góðum úrsliti, hevur Hans Petur skrivað restina av løgunum, sum eru at finna á fløguni hjá honum. Talan er um instrumentalan tónleik, sum nógv helst vilja nevna jazztónleik, men so einfalt er tað ikki. Talan er um sera melodiøsan tónleik, og tað er ikki av tilvild, at nógv av løgunum eru fangandi og løtt at fara í holt við.
? Tað ber til at syngja allar melodirnar, og tað havi eg lagt dent á, tá eg havi skrivað løgini. Skalt tú geva eina fløgu út, sum tú vónar, at fólk kunnu fáa gleði av, so kanst tú ikki gloyma lurtaran, tá tú skrivar og innspælir tónleikin, sigur Hans Petur.
? Tónleikurin á fløguni er melodiøsur, men har hendir eisini nógv óvæntað. Við hvørt kanst tú lurta eftir tónleiki, og tað er eingin ivi um, hvat hendir í lagnum. Eg havi roynt at leggja yvirraskilsi inn í løgini hjá mær eisini, so tað við hvørt hendir okkurt óvæntað.
Hans Petur í Brekkunum leitar ikki miðvíst eftir inspiratión til tónleikin hjá sær, og hann leggur seg heldur ikki eftir, at fáa tónleikurin hjá sær at hava ein føroyskan dám yvir sær.
? Men tá eg lurti eftir tónleikinum, nú tá innspælingarnar eru lidnar og ljóðblandingin er gjørd, so haldi eg, at tað ber til at hoyra, at eg eri føroyingur. Tónleikurin ljóðar á onkran hátt eitt sindur føroyskur, heldur Hans Petur.
Hóast Hans Petur er 28 ára gamal, so er tað í jazzheiminum tíðliga at geva eina solofløgu út.
? Eg kundi saktans havt gjørt eina slíka fløgu, tá eg var 20 ára gamal og flent eftir henni nú, men eg vildi ikki gera hesa fløguna, fyrr enn eg helt meg vera kláran tónleikaliga. Tað haldi eg meg vera nú, og tí er fløgan vorðin veruleiki.
Úrmælingur uppi í
Málið hevur ongantíð verið at gera eina góða føroyska fløgu við saxofon tónleiki. Málið hevur hinvegin verið at tryggja høga góðsku í spælinum og í teknikkinum, so fløgan kann standa mát við altjóða fløgur av sama slagi.
? Eg havi lagt stóran dent á, at tónleikaliga og tekniska dygdin skal vera á einum altjóða støði, og eg haldi, at vit hava nátt málinum, sigur Hans Petur.
Upptøkurnar eru gjørdar í góðum studio í Århus, Airplay, og tónleikararnir, sum spæla saman við Hans Peturi á fløguni, er sera dugnaligir.
? Eg havi valt tónleikarar, sum eru vanir við at spæla hetta slagið av tónleiki. Hetta er eitt slag av norðurlendskum jazzi, og tað hava teir allir gjørt nógv við at spæla. Tað var eisini umráðandi fyri meg, at kemiin var í lagi, og tað visti eg, at hon fór at vera, tí vit kendust allir frá konservatorinum.
Tann av tónleikarunum á fløguni, sum hevur kendasta navnið í jazzheiminum, er Jens Jefsen. Hann er ein úrmælingur á kontrabass, og telist millum mest umbidnu tónleikararnar av sínum slagi í heiminum. Hann kundi saktans liva væl av at spæla við teimum kendastu nøvnunum í eitt nú í USA, men tað hevur hann ikki hug til. Hann búleikast í Danmark, spælir nógv, og undirvísir eisini ungum tónleikarum.
? Jens Jefsen var vegleiðari hjá mær, tá eg spældi tey trý løgini inn á konservatorinum. Eg ringdi tí til hann og spurdi, um hann hevði hug at vera við á fløguni hjá mær, og tað vildi hann gjarna, greiðir Hans Petur frá.
Tað er hann fegin um, tí Jens Jefsen hevur drúgvar royndir frá studioarbeiði, og tað kom til góðar.
? Tað var sera læruríkt at arbeiða saman við Jens Jefsen. Hann er so dugnaligur og hevur so nógvar royndir, at tú lærir nakað næstan hvørja ferð, hann sigur nakað. Men hann royndi ongantíð at yvirtaka løgini hjá mær, og tað var altíð eg, sum til seinast kundi taka avgerðina um, hvussu løgini skuldu spælast.
? Tað var nú ikki neyðugt, tí vit samdust so at siga altíð um, hvussu vit skuldu fara fram. Eg haldi, at tað var bara einaferð, at eg gjørdi greitt, hvussu eg valdi hava eitt lag spælt. Tá høvdu vit roynt ymiskt, men komu ongan veg, og so helt eg fast um upprunaligu ætlanina.
Smáar ábendingar
Hans Petur hevur ikki hug at avdúka, hvat løgini á fløguni hjá sær snúgva seg um. Tað vil hann lata upp í hendurnar ? ella skuldu vit sagt oyruni ? á lurtaranum.
? Øll løgini hava fingið eitt heiti, sum kunnu geva eina ábending um, hvat tey snúgva seg um, men eg vil ikki siga fólki, hvussu tey skulu uppliva tónleikin. Tey skulu sjálvi hava møguleikan at lurta eftir løgunum, og so vónandi fáa okkurt upplivilsi burturúr, heldur Hans Petur.
? Sjálvandi fáa vit øll íblástur av hendingum, sum vit eru úti fyri á ein ella annan hátt, og tað havi eg eisini fingið, men tónleikurin er púra opin. Her er eru eingi orð, bara tónleikur og stemningar, og tí kunnu fólk uttan iva fáa nógv ymiskt burturúr at lurta eftir fløguni.
Hans Petur hevur skrivað flestu løgini sjálvur. Eitt lag gjørdi bólkurin í felag í studionum, og so hava teir eisini spælt inn eina útgávu av Nú liggur ein kavafonn tindi á, sum er eitt traditionelt føroyskt vísulag.
Ætlanin var, at fløgan hjá Hans Peturi skuldi koma út fyri páskir, men trupulleikar í framleiðsluni hava gjørt, at fløgan fæst ikki fyrr enn eftir páskir.
Tá kunnu føroyingar so leggja oyruni til eina øðrvísi føroyska fløgu. Eina fløgu við melodiøsum jazztónleiki, sum bæði tónleikaliga og tekniskt er á altjóða stigi. Hans Petur stendur sjálvur fyri útgávuni av fløguni, sum verður at fáa til keyps bæði í Føroyum og Danmark.
Men eitt er vist. Tað er langt frá Zoot og til Sooner Or Later.