Meðan vanligu kundarnir bara síggja lítla handilshølið, er alt húsið á tremur av blómuhandli - bæði kjallari, veg- og miðhædd, og enntá eisini í úthúsinum, har kransagrønt verður goymt. Hvør sentimetur er stúvstappaður við alskyns pakkenellikum, sum Brynhild og hini trý starvsfólkini í Árstíðunum brúka til ymsu árs- og høgtíðirnar.
- Føroyar eru so fjarskotnar, at vit mugu hava eitt hampiligt lagur, sigur hon, meðan vit ganga upp trappurnar, og koma inn í eitt rúm við einum longum borði og dekoratiónspynti úr enda í annan. Og hon vísir á einar 10 spannir, sum standa spjaddar út yvir gólvið, sorteraðar við jólakúlum, koglum, turkaðum blómum, bondum og sloyfum – alt í heitum jólalitum.
- Túsund dekoratiónir verður tað til í jólamánaðinum, sigur Brynhild, meðan hon letur skápshurðar upp og peikar á stakkar av nýggjum reyðum, hvítum og svørtum stakum, føtum og skjularum.
- Tey siga at litirnir í ár eru lilla, svart, grátt og hvítt. Vit gera eisini altíð nakað av modernaðum, men ongin ivi er um, at vit yvirliva uppá tað traditionella reyða og grøna.
Reyði silkikjólin
Og meðan hon vísir runt í húsinum, fortelur hon um árini, sum fóru. Um veitsluna leygarkvøldið, har tey hátíðarhildu 25 ára dagin hjá handlinum og 60 ára føðingardag hennara. Og hon fortelur um tilveruna sum blómuhandlari, ið nú lækkar móti endanum. Tí hon orkar ikki meira og leingist aftur til serøkið, har hon starvaðist fyrstu 20 árini av arbeiðslívinum sum sjúkrahjálpari.
- Tú skuldi sæð meg leygarkvøldið. Í reyðum silkikjóla frá Aberdeen og keyptum hárið úr Onglandi, fortelur Brynhild livandi, meðan hon poserar úti á gólvinum og forklárar um kjólan. Og hóast hon eigur átta ommubørn og eitt langommubarn, er tað lætt at ímynda sær hana veitsluskrýdda og herliga eina lívliga nátt í góðum vertskapi.
Fekk tríggjar mánaðir
Vit sessast millum nelikur og liljur og fáa ein kaffimunn, saman við restunum av kransakøkuni frá leygarkvøldinum. Fyri 25 árum síðani vendi Brynhild tryggu tilveruni bakið, og hóast hon onki vistu um tað at vera sjálvstøðugt vinnurekandi ella um blómubindarí, tók hon stigið og læt upp blómuhandil í Havn.
- Upprunaliga hevur mær altíð dámað væl at dekorera. So eg keypti mær eina bók um blomsturbindarí og fekk samband við nakrar leverandørar gjøgnum Volker Behrens, sum hevði blómuhandilin Floru. Eitt sindur frekt blakaði eg meg bara út í tað, sigur Brynhild, og minnist, at Volker gav henni bert tríggjar mánaðir í bransjuni.
Broyttar blómutíðir
Hesi 25 árini Brynhild hevur havt blómuhandil er nógv broytt. Til dømis er tað púra vanligt í dag, at ungir menn í 30unum koma inn og keypa eina bukett – ikki til konuna, men til húsini, tí teir halda blómur vera vakrar. Eisini ungu brúðrarnar eru broyttar.
- Tær vita akkurát, hvat tær vilja hava. Og tær duga sera væl at velja, sigur Brynhild, sum heldur størsta skrekkin vera eina kedda brúður.
- Brúðarbukkettin kann ikki broytast, tí hon verður heintað beint uppundir vígsluna. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at kjóli, blómur og alt hitt er perfekt hendan størsta dagin í lívinum, sigur Brynhild.
Eisini í blómuheiminum er tað mótin, sum ger av, hvat er inn tær ávísu árstíðirnar og høgtíðirnar. Seinastu mongu árini hevði tað einfalda verið fyrimyndin. Men Brynhild hevur varhugan av, at rákið er um at venda.
- Í løtuni er tendensurin, at borðprýði og tílíkt skal vera so einfalt, at tað nóg illa sæst.. Ein long blóma í einum smølum vasa hevur verið at sæð á konfirmatiónsborðunum í eini tíggju ár, og tað er faktiskt nokkso keðiligt. So eg rokni við, at vit fara at gera eitt sindur meira burturúr komandi árini, greiðir Brynhild frá.
Fylgir familjunum
At vera blómuhandlari er eitt sindur átøkt starvinum sum prestur, soleiðis at skilja, at tú fylgir familjunum í nærumhvørvinum í lívsins og ársins lá- og hátíðum. Ungi drongurin, sum keypir eina forelskaða rósu. Tá tvey góð koma inn og bíleggja blómur til brúdleypið. Tá tey doypa og konfirmera børnini. Og so allir brúðar-, forsónings-, og mammudagarnir, fyri ikki at gloyma spontanu bukettirnar. Og natúrliga fylgja blómurnar okkum eisini í jørðina aftur.
- Umstøðurnar eru so smáar her hjá okkum. So ofta kenna vit ørindini, tá ið fólk kemur á gátt. Vit laga okkum automatiskt til støðuna, og vísa á tann hátt okkara virðing. Viðhvørt fara vit afturum við fólki, so tey ikki standa mitt í øllum og blomstrað, sigur Brynhild. Stillisliga greiðir hon frá, at í vikuni tók hon ímóti einum foreldrapari, sum hevði mist eitt barn.
- Lítla barnið liggur nú úti í kapellinum á einari vakrari legu av blómum, sum á eini summarong. Sorgina kunnu vit ikki taka frá teimum, men vit royna altíð at gera tað so pent, sum til ber, hugleiðir hon.
- Nógv kunnu vit venja okkum við, men ikki at børn og ung fólk doyggja. Tað fer beint inn í hjartakúluna, serliga í samband við vanlukkur, sigur Brynhild, sum hevur serlig evni við fólki, blíð og líkatil. Kanska íbirt av uppvøkstrinum í Skopun í einum systkinaflokki uppá átta.
Fittir rósumenn
Mannfólk og blómur hoyra onkursvegna saman. Har hevur javnstøðan ikki tikið yvir – enn. Og sjálvandi hevur Brynhild upplivað nógvar góðar við monnum gjøgnum árini. Eitt nú er tað púrasta vanligt, at teir koma á gátt á brúdleypsdegnum og biðja um eina bukett til frúuna, “tí hon hevur brúdleypsdag”, sum teir taka til.
- Sum um, at teir ikki eisini sjálvir hava brúdleypsdag, sigur hon og flennir. Ella tá teir blaðungir og nýforelskaðir koma inn fyrstu ferð.
- So stendur hann har, fittur, smæðin og ivandi, og lýtir seg íkring. Tá plagi eg at hjálpa honum eitt sindur og taka nakað soleiðis til: “Nú hava vit aftur ein rósudrong her”. So lætnar hann, keypir eina reyða rósu, og fer glaður út aftur.
Eisini hava tey ein fastan kunda, sum javnan kemur at keypa konuni blómur. Men hann er ikki sum hinir, tí hann er so øgiliga góður við hana.
- Hann biður um eina bukett fyri 5.000 krónur. Og hon skal vera í einum, so vit fáa næstan ikki hildið henni saman, forklárar Brynhild, sum onkuntíð hevur spurt hendan sama mannin, um hon ikki heldur skal binda honum fleiri smærri og pynta upp við teimum inni hjá frúuni. Men nei, tað skal vera eitt stórt tyssi hvørja fer.
- Tað hendir seg eisini, at ein maður kemur inn, sum skal hava okkurt at blíðka konuna við. Tá bindi eg eina sterka bukett við nógvum spískum tornum í, sum hon kann slongja um oyrini á honum, sigur Brynhild og flennir í kíki.
- Nei, tvætl, tað er ógvuliga sjáldan at sovorðið kemur fyri í dag. Tað var vanligari fyrr. Veit ikki hví, sigur Brynhild.
Vælgerandi blómupengar
Seinastu árini hava bert verið tríggir blómuhandlar í býnum. Og hóast býurin man vera tvífaldaður, hava allir úr at gera. Fyrr vóru fleiri handlar, men tá var ikki vanligt at senda pengar til ávís endamál í sambandi við jarðarferðir.
- Tað var tann reini ørskapur, tí hvørt mansbarn sendi blómur ella krans, sigur Brynhild, sum heldur tað vera sera positivt, at fólk senda pening til vælgerandi endamál.
- Vit hava úr at gera, og ongin fer í grøvina uttan blómur. Tey nærmastu keypa altíð, og peningurin kemur teimum livandi til góðar og hjálpa nógvum felagsskapum.
Vit eru serfrøðingar
Spurd, um eitthvørt er, sum tey seta eina serliga æru í, greiðir Brynhild frá, at í sambandi við jarðarferðir hevur tað stóran týdning, at tey avvarðandi kunnu líta á, at tey ikki nýtast at hugsa meira um blómurnar, tá ið tey hava bílagt tær.
- Vit fortelja teimum, at vit taka okkum av øllum, bæði kapellið, at leggja blómurnar pent á kistuna og at pynta upp í kirkjuni. Hetta hevur stóran týdning, tí tey hava als ikki yvirskot til at taka sær av blómum og kransum, sum bara verða løgd inn á gólvið heima ella í kirkjuni. Vit eru serfrøðingar á økinum, og gera hetta hvørja ferð, eisini jólaaftan, um tað skuldi verið, sigur Brynhild.
Detta av jólaaftan
Sum sagt er tíðin í drekahúsinum farin at halla. Brynhild ætlar at selja handilin, og koma víðari.
- Onki menniskja trýr, hvussu strævið tað er at vera blómuhandlari, sigur hon. Og yngri starvsfelagin, Elin, tekur undir við henni, meðan hon hampar nakrar plantur, sum komu við Norrønu í morgun, tríggjar dagar ov seint.
- Tað egnar seg í øllum førum ikki til eitt vanligt familjulív, skoytir hon uppí, og tær vísa til gravarferðir fyrsta jóladag og langa fríggjadag.
- Jólini liggja vit fullstendiga avdotnar undir jólatrænum, siga tær at enda og flenna hjartaliga.