- Síðstu viku vóru vit í samráðingum við USA, og so setti Ísrael sær fyri at bumba diplomatiið. Hesa vikuna vóru vit í samrøðum við ES, og so setti USA sær fyri at bumba diplomatiið.
Tað skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, á X, fyrrverandi Twitter.
Síðan vendir hann sær til Stórabretland og ES-topparnar, sum havt heitt á Iran um at "venda aftur til samráðingarborðið".
- Hvussu kann Iran venda aftur til nakað, sum landið ongantíð er farið frá, skrivar Abbas Araghchi, sum er maðurin á myndini omanfyri, á X.
Í nátt hevur USA bumbað Iran - lesið https://www.in.fo/news-detail/amerikanskar-bunkarbumbur-viga-yvir-13-tons