USA bumbaði trý iransk kjarnorkuverk við sonevndum bunkerbusterbumbum í nátt.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallar tað eitt væleydnað álop á virkini í Fordow, Natanz og Isfahan.
Serliga í Fordow, sum er eitt virki, sum er bygt inn í eitt fjall og liggur upp til 100 metrar undir jørðini, hava bunkarbumburnar verið sæddar sum einasta vápnið, sum kundi raka málið.
Her er tað, sum vit vita um bumburnar:
* Bunker buster er eitt navn, sum verður givið bumbum, sum eru gjørdar til at kunna bresta djúpt undir yvirflatuni á jørðini. Tær, sum USA brúkar móti iranskum kjarnorkuverkum, eita GBU-57 A/B Massive Ordnance Penetrator bumbur.
* Talan er um eina neyvleikabumbu, sum vigar umleið 13,6 tons og kann grava seg niður á umleið 61 metrar undir yvirflatuni á jørðini. Tú kanst sleppa fleiri hvørja eftir aðrar og harvið røkka enn djúpari enn tað.
* Vegna tungu vektina á bumbunum krevja tær eitt stórt flogfar at bera tær. Í teoriini kunnu øll flogfør, sum kunnu bera vektina, brúka tær. USA hevur tó bert forritað og útgjørt B-2 stealth-bumbuflogførini hjá flogverjuni til at brúka tær stóru bumburnar.
* USA boðar frá, at tey hava brúkt seks B-2 bumbuflogfør bara í álopinum á Fordow. 12 bunkarabumbur vórðu sleptar á kjarnorkuverkið undir jørðini.
* Eftir álopini hevur Donald Trump boðað frá, at øll kjarnorkuverk eru "fullkomiliga og totalt oyðiløgd". Veruligur standur á anleggunum er ikki staðfestur enn.
Keldur: AP, New York Tíms.
/Ritzau/