Stjørnurnar komu úr luftini við buldur og brak

Eirindarleysu fronsku heimsstjørnurnar við ungum og svongum monnum á odda settu í heystarveðrinum illa uppløgdu føroysku amatørarnar út á berajól

Hetta var einki stuttligt. Tað var synd í føroysku spælarunum, og spurningurin er, hvørjum endamáli tað tænir í hesum teigunum at lyfta peikifingurin fyri at siga teimum og øðrum, hvat var skeivt, og hvussu tað kundi havt verið betri.

Franska fótbóltslendingin segðist vera við buldur og brak í Vágum, og tað var ikki við mýkindum, tá ið heimsstjørnurnar komu so at siga úr luftini og á Tórsvøll.

Tapararnir í HM finaluni ímóti nummar nøkur 190 á FIFA styrkislistanum eigur at vera ólíka uppgerð. Tað sigur øll fornuft. Men í fótbólti er tað ikki altíð skilið, sum avgerð úrslitið. Tí verður hvørja ferð vónað, at eisini í fótbólti pinkulítlu Føroyar skulu yvirganga seg sjálvar fleiri ferðir, og at heimsstjørnurnar skulu taka sær eitt sindur av løttum, og at tað harvið kanska skal verða spennandi.

Soleiðis var tað, tá ið Frakland vitjaði fyri trimum árum síðani, soleiðis var tað, tá ið Týskland vitjaði fyri fýra árum síðani, og soleiðis var tað, tá ið Italia 2. juni vitjaði, og alt var á gosi, tá ið Rógvi Jacobsen stutt fyri leiklok minkaði um munin til 2-1 – til Italia, forstås.

Soleiðis var tað ikki leygardagin. Frakland vann 6-0. Tað kunnu tað ivaleyst gravast fleiri alinlangar frágreiðingar fram um. Tað stutta av tí langa er, at tølini boða frá logiska muninum, tá ið heimsstjørnur, sum – hóast meiri enn eitt samdøgur á ferð – eru væl upplagdar og alla tíðina spíla seg út ímóti amatørum í Formuladeildini.


Paradan

Fraklendingar løgdu seg í handavend á odda 2-0. Báðu ferðirnar og eisini, tá ið tvey av málunum í 2. hálvleiki vórðu skorað, var uppspælið í vinstru. Anelka tóktist rangstaddur, tá ið hann setti hol á, og Henry var í sínum eyðkenda stjørnustíli, tá ið hann potaði bóltin niður í málhornið aftanfyri Jákup Mikkelsen, sum hevði nakrar fáar bjargingar, og sum ikki hevði møguleika at gera annað enn at hyggja at, tá ið kúlurnar úr stjørnukanónunum flugu um oyrini á honum og í málið.

2-0 og so hevði ballið ivaleyst verið buðið, um tað eitt nú vóru italiumenn, ið høvdu verið á so langari ferð. Men – tíverri fyri Føroyar og føroyingar – var tað ikki soleiðis hjá fraklendingum hesa ferð.

Skaddi og proppmetti Vieira hevði ivaleyst tikið guvuna av maskinuni, um hann leygardagin hevði verið snaringspunktið í Gundadali. Tað var hann ikki.

Chelsea stjørnan Claude Makelele var bókstaviliga gongustjørna, og tað var Lyon stjørnan Jérémy Toulalan eisini. Tjóðrið í teimum á væl trimmaða vøllinum var stutt. Men teir fyltu nógv og tóku sær av verjuábyrgdunum.

Framrættaða partinum tóku hinar stjørnurnar sær av. Bacary Sagna úr Arsenal í høgru og Patrice Evra úr Manchester United í vinstru vóru meiri vongspælarar enn síðubakkar, og Jérôme Rothen úr PSG og serliga Franck Ribéry úr Bayern München vóru væl upplagdar stjørnur á miðvøllinum.

Ikki minst hesin seinni nevndi arbeiddi so nógv og var so kringur, sum nakar spælari nakrantíð áður er sæddur at vera ímóti føroyska liðnum og á føroyskari grund.

Eftir steðgin vórðu blaðungu Lyon spælararnir Hatem Ben Arfa og Karim Benzema settir á vøllin. Tað var snilt av Raymond Domenech. 20 og 19 ára gomlu menninir vildu vísa venjaranum, at tað var dugur í teimum, og teir arbeiddu sum óðir, hóast tað langt síðani var greitt, at stigini skuldu ferðast av landinum saman við stjørnunum.

Móti føroysku spælarunum var hetta mest sum órættvíst. Teir høvdu í 1. hálvleiki runnið og tuskað aftaná stjørnunum sum hina ferð, tá ið skarðsmenn runnu eftir ælaboganum. Og so komu tveir púra hvíldir unglingar á vøllin og settu uppaftur meiri ferð á! Tað kundi ikki annað enn endað heilt galið, og tað gjørdi tað.


Amatørarnir

Føroyska liðið – ella rættari tað sum er eftir av tí – er í Ukreina og fyrireikar seg til enn eitt ódnartak, og spælararnir og venjarin vita væl, at avrikið leygardagin ímóti heimsstjørnunum ikki var tað, sum teir høvdu vónað.

Fyrr í ár hevur fótbóltsspælið verið væl betri, enn tað var í fjør. Uppleggið var aftur hesa ferð at spæla bólt - eisini á mótstøðuhálvuni. Tá ið bólturin viðhvørt var fingin frá stjørnunum, fluttu 4-5 hvítir seg fram um miðstrikuna, og Jón Rói, Christian Lamhauge og Símun Samuelsen iðra seg um, at góðu støðurnar hjá teimum ikki bóru mál við sær.

Men ofta var avleiðingin av framrættaða huginum eirindarleyst stjørnuhøgg í hinum endanum.

Størsta styrkin hjá føroysku amatørunum plagar at vera kollektivið og samhaldsfestið. Tað riggaði ikki hesa ferð. Spælararnir tóktust skeivt upp á bein og sinniliga illa trimmaðir.

Føroyingarnir vóru seinir, høvdu torført við at halda røttu støðurnar, høvdu ilt við at seta seg ígjøgnum og takla, og tað ber eisini til at siga, at teir ikki funnu hvønn annan so væl, sum teir onkra ferðina hava gjørt.

Fronsku stjørnurnar gloyptu amatørunum, og so var einki at gera. Tað var avgjørt ikki nóg gott, og tað kann gerast væl betri. Kanska kundi tapið havt verið eitt, tvey ella trý mál minni, um alt riggaði optimalt.

Men fyrst og fremst varð staðfest, hvussu stórur munurin er, tá ið stjørnur úr heimsins bestu feløgum, sum manna eitt av heimsins bestu landsliðum, tíma alla tíðina at arbeiða hart ímóti amatørum úr lítlu Føroyum. Eisini tá ið ferðin hevur verið long og lendingin stutt undan dystarbyrjan buldraslig. Stjørnurnar komu niður úr luftini og glampaðu alvorliga nógv í føroyska heystarveðrinum, har amatørarnir vórðu settir út á berajól.




Føroyar-Frakland 0-6 (0-2)


EM undankappingardystur á Tórsvølli leygardagin 13. oktober 2007, kl. 16.00

Dómarakvartett úr San Marino: Gabriele Rossi, Massimo Zanotti, Massimo Mattei og Stefano Podeschi

Dómaraeygleiðari úr Belgia: Léon Schelings

0-1: Nicolas Anelka 6.

0-2: Thierry Henry 8.

0-3: Karim Benzema 50.

0-4: Jérôme Rothen 66.

0-5: Karim Benzema 81.

0-6: Hatem Ben Arfa 90.

1980 áskoðarar

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, liðformaður, 52/-119, B36, - 10. Christian Høgni Jacobsen, 37/2, NSÍ, 5. Jón Rói Jacobsen, 29/0, AaB, 7. Fróði Benjaminsen, 45/2, B36, 17. Einar Hansen, 1/0, NSÍ - 9. Símun Samuelsen, 13/1, Notodden (11. Andrew av Fløtum, HB, 27/1, 86.), 19. Súni Olsen, 30/1, AaB, 8. Mikkjal Thomassen, 8/0, B36 (2. Rókur av Fløtum Jespersen, 1/0, HB, 78.), 18. Hjalgrím Elttør, 14/0, NSÍ (3. Bergur Midjord,1/0, B36, 46.) - 6. Rógvi Jacobsen, 46/9, HB - 14. Christian Lamhauge Holst, 8/0, Lyngby FC

Á beinkinum uttazn at verða skiftir inn: 16. René Tórgarð, 0/0, EB/Streymur, 15. Herbert í Lon Jacobsen, 0/0, B36, 13. Óli Hansen, 1/0, NSÍ, 12. Hans Pauli Samuelsen, 3/0, EB/Streymur

Gult kort: Súni Olsen

Venjari: Jógvan Martin Olsen

Frakland: 1. Mickaël Landreau, PSG – 19. Bacary Sagna, Arsenal, 3. Eric Abidal, Barcelona, 15. Lilian Thuram, Barcelona, 2. Patrice Evra, Manchester United - 11. Jérôme Rothen, PSG, 6. Claude Makelele, Chelsea (21. Lassana Diarra, Arsenal, 73.) 8. Jérémy Toulalan, Lyon - 22. Franck Ribéry, Bayern München (14. Hatem Ben Arfa, Lyon, 64.) – 33. Nicolas Anelka, Bolton (9. Karim Benzema, Lyon, 46.), 12 Thierry Henry, Barcelona

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16 Sébastien Frey, Fiorentina, 4. Philippe Mexes, Roma, 5. William Gallas, Arsenal, 10. Sidney Govou, Lyon

Venjari: Raymond Domenech

Gult kort: eingin