Fingu ein smakk av himmiríki í Æðuvík

Sunnudagin fór eldrasambýlið Oman Hoydalar á útferð til Æðuvíkar

- Um himmiríki er bara ein dropi av Æðuvík, so gleði eg meg at koma har upp, sigur Signhild Danielsen, sum er eitt av teimum níggju búfólkunum, sum elskar at búgva í sambýlinum Oman Hoydalar 6.

Á veggunum hanga fínir smáir málningar, sum tey gomlu sjálvi hava málað. Herfyri bakaðu tey smákøkur og gjørdu konfekt, og tá slaktið var í heyst, var lagamanni at seyma indur.

- Hetta er teirra heim, og tí skal tað vera trygt, fjálgt og hugnaligt, sigur leiðarin Tórhild Jacobsen, og peikar runt á allar tær vøkru jóladekoratiónirnar, sum tey gomlu hava verið við til at gera, og pyntið, sum tey sjálvandi eisini hava verið við til at heingja upp.

Og starvsfólkini siga við ein munn, at alt broyttist til tað betra, tá ið Tórhild gjørdist leiðari í august, og at stovnurin er ikki at kenna aftur, so hugnaligur er hann vorðin síðani Fyrr var ongin leiðari á sjálvum stovninum, tí leiðslan sat niðri í býnum.

Ella, sum eitt starvsfólk tekur til: Fólk hoyra bara um, hvussu ringt tey gomlu hava tað. Her hava bæði tey og vit tað ordiliga gott, umstøðurnar eru fínar og tey fáa bæði umsorgan, upplivingar og kærleika.

Og øll tey gomlu, sum vit práta við hendan vakra mánadagin í desember, siga tað sama. Men tey høvdu ikki nýtst at siga tað, tí, í somu løtu vit seta fótin inn um úthurðina, kemur ein góður andi okkum í møti. Ein andi, sum situr í veggunum, og sum talar sítt týðuliga mál: jú, her er gott at vera.


Tá vit, eg og myndamaðurin, stinga høvdið inn um hurðina í stovuni sita tey klár og bíða eftir Sosialinum. Úthvíld eftir middag, eitt sindur spent, við perlubondum, skóleistum og so avbera tíðindafróð. Millum stólabeinini melur ein fittur hvítur hundur, sum øll eru so góð við, og millum vindeyguni stendur stóra fuglabúrið við húsfuglinum, sum eisini vil hava orðið, ella pippið, av og á.

- Halló, sigi eg nokkso hart, havandi í huga, at oyrini helst eru farin at bila hjá hesum gomlu, við einum miðalaldri umleið tey níti. Og tey flestu nikka, heilsa og smílast, tí nú komu vit endiliga.

- Hvussu hava tit tað her, hálvavegna rópi eg, eftir at hava greitt frá, hvør eg eri, og hví eg komi dragsandi niðan í Hoyvíkar við penni, blokki og myndamanni í hølunum. – Av hundunum til, letur í einari gamlari gellu, og so er ísurin brotin, øll bresta út úr at flenna, og næstu tímarnar fáa vit eitt gott prát við hesi gomlu fólkini, sum vóru á útferð til Æðuvíkar í gjár. 


-


Myndatekstir:


Kristina Nikodemussen er 92 ár og kennir okkum á Sosialinum eitt sindur. Tí, sum hon greiðir frá, so er hon omma Niels Una Dam, sum arbeiddi hjá okkum til fyri stuttum. Kristina er eisini systir Sofus Olsen, sum lat listasavnið til Sands bygd, og sum doyði í fjør. Hon fortelur, at hann hevði fylt 94 ár í dag, var hann á lívi, og at hon iðrar seg eitt sindur um, at hon ikki kundi vera til staðar á listasavninum í gjár, tá ið hátíðarhald var har.

- Men tað verður helst víst í sjónvarpinum eisini, sigur Kristina, sum hevur búð í sambýlinum í 1½ ár.


--


Her situr 92 ára gamla Hansina Mortensen úr Famjin. Hon hevur verið einkja í 20 ár, og hevur ikki færri enn 31 langommubørn og eitt oldurommubarn. Sjálv er hon níggjunda barnið í einum systkinaflokki á 16, harav 4 enn eru á lívi.

Um jóltíðir minnist hon altíð aftur á eina syrgiliga hending suðuri í Famjin, tá hon var bert 12 ára gomul. Tað var tá ið ein eingilskur trolari fór upp á land í allari tokuni.

- Eg gloymi ongantíð sjónina av hesum tólv monnunum, sum lógu og flutu í sjónum rundan um skerið. Tað var nakað so forferdiligt. Onkur segði, at skiparin skuldi giftast á jólum, men hann kom ongantíð heim til Onglands aftur, forklárar Hansina, sum er púra klár, men er nakað besverað av gikt í hondini og í beininum, og tí hevur eitt geingistativ at halda seg til.


--


Signhild Danielsen er ein sera prátingarsom eldri dama.

- Her er alletiders at vera. Super. Øll kappast um at fáa pláss her, tí tað er so gott, sigur Signhild, sum var við á útferð til Æðuvíkar í gjár.

- Æðuvík var nakað so bedárandi, og eg kendi tað, sum eg fekk ein smakk av himlinum, sum eg ímyndi mær hann – hirðarnar, einglarnar og alt so strálandi og fínt, sigur Signhild. Hon hevur verið einkja í eitt ár eftir mannin Petur Danielsen, ella Petur á Hvítanesi. Tá høvdu tey verið gift í heili 70 ár.

- Vit vóru gift so leingi, at vit høvdu bæði jarn og stál. Og eg má siga, at eg var heppin, tí hann var altíð so fittur og kjerligur og segði góða í hvørjum setningi. So tað er næstan ikki til at bera, at eg havi mist hann, sigur Signhild, sum eisini heldur hetta vera orsøkina til, at hon púra hevur mist matarlystin, hóast maturin er avbera góður.

- Maður mín búði eisini her á sambýlinum. Men tíbetur havi eg Jesus sum besta vin, tí mær dámar so ómetaliga væl alt sum hevur við tað andaliga at gera, sigur Signhild, sum eisini er so glað fyri, at verdóttirin arbeiðir í Sambýlinum.

- Ja, hon er ein sannur eingil, sigur Signhild. 


--


Hilda Sandoy er heiman av Sandi. Hon er sjúkrasystir og hevur arbeitt á medisinskari deild í mong ár, millum annað saman við Jonu Joensen, sum eisini býr á sambýlinum, og situr í einum rullustóli á gólvinum. Meðan vit práta, situr Jeannie, sum arbeiðir á sambýlinum, tætt hjá Hildu og heldur henni í hondini.. Og vit tosa um hetta við, at ein sjúkrasystur altíð er sjúkrasystur.

- Ja, Hilda fer altíð at vera sjúkrasystur. Onkuntíð hyggur hon eftir, um vit gera okkara arbeiði nóg gott, og hon ansar so serstakliga væl eftir perluvinkonuni Jonu, sum er dement og onki kann sjálv.

Í gjár var ein serligur dagur í sambýlinum, tí tá fóru nøkur teirra túr til Æðuvíkar, har tey sóu alt jólapyntið. Aftaná var jólahugni fyri teimum níggju búfólkunum og familjum teirra á sambýlinum, við lekrum jólamati, alskyns góðgæti, sangi og klaverspæli fyri teimum nærum trýss gestunum.

- Hetta var ein sera góður dagur, sigur Hilda. 


--


Anna Elisabeth Vang, ella Lillan, er 90 ár. Hon hoyrir illa, og vit báðar royna sum best at fáa eina samrøðu í lag. Hon hevur nógv upp á hjarta, og er ein sjarmerandi dama. Spurd, hvat hon gjørdi, tá ið hon var yngri, sigur hon hart og týðuliga:

- Eg dansaði og ballaðist! Og øll eru um at skrædna – eisini hon sjálv.

- Vit dansaðu til Gogguna í Sjónleikarhúsinum og í Tórshøll, sigur Lillan, vendir sær móti einum starvsfólki og mussar hana brosandi á kjálkan.

- Maður mín var Magnus Vang, Hann var maskinmeistari og skipari og doyði fyri 20 árum síðani – og eg havi ongan havt síðani, sigur hon, og aftur flenna øll í kíki. Jú, her er sanniliga lív í millum tey gomlu.

- Men tað mesta er lygn, minnir hon á til endans. 


--


Einasti hani í høsnarhúsinum í dag er 82 ára gamli, ella ungi, Justinus Háskor, sum er ættaður úr Svínoy, men flutti til Havnar í 1942. Hann arbeiddi sum timburmaður og rørsmiðjur, og hevur verið einkjumaður í 20 ár. Hann var eisini við í Æðuvík í gjár, og letur eins væl at og damurnar. Spurdur, hvussu verður á jólum, sigur hann seg rokna við, at hann fer heim til sonin. Og jú, summar av damunum duga bara væl at gogga, men best eru kríatúrini, serliga hundurin, sum hann er so sera góður við. 


--


Nú kaffi og lagkøka er komin á borðið, hava fleiri sett seg um vakra reyða jóladúkin. Harímillum eisini Hanna Joensen, sum er 87 ár. Hanna er eitt sindur nervøs at tosa við Sosialin, men tá ið vit eru lidnar, eru vit samdar um, at tað gekk fínt. Hanna er mamma at fýra børnum, men enn er ikki heilt avgjørt, hvussu verður á jólum. Hon hevur arbeitt sum heimahjálp í Havn, og búði eisini eitt skifti í Grønlandi, tá maðurin sigldi har uppi. Hanna heldur tað vera sera gott her á Sambýlinum, og gleðist eisini um andaliga felagsskapin, har tey hava andaktir, og biðja og syngja, tá ið farið verður til borðs.