Maðurin aftan fyri úlpurnar

Ongin skilur petti av, hvat tær siga og enn minni av løgna tónleikinum, tær ganga í takt við. Men grønu úlpuverurnar í nýggju sjónvarpslýsingini hjá Føroya Tele hava rakt beint har, tær skuldu. Vit hava fingið eitt prát við Petur Slyne, mannin aftanfyri margháttliga hugskotið

Uppgávan var reint guff. "Ger eina lýsing, sum rakar tey ungu millum 13 og 25 ár - legg onki í hini. Restin er upp til tykkum." 3 vikur seinni var lýsingin hjá Petur & Petur fyri nýggju MMS tænastuna hjá Føroya Tele fyrstu ferð at síggja á sjónvarpsskíggjanum. Vit hálvgomlu undrast, men fyri stjóran, Petur Slyne, er úlpulýsingin ein fakligur ynskidreymur.
Men hvussu kann Petur kalla tað reint guff at skula gera eina lýsing undir so stórum tíðartrýsti við einum so neyvum málbólki fyri eyga?
- Tí tað gevur tær ótrúliga fríar teymar - nakað vit lýsingarfólk í Føroyum hungra eftir. Tá tú skalt royna at raka ein so smalan málbólk, kanst tú loyva tær at tveita sjálvt tey løgnasta hugskotini á borðið. Kynstrið er at velja tað besta burturúr og so - ja so má tað bara bresta ella bera.
At fóðra tey ovurfóðraðu
Og tað bar. Grønu úlpuverurnar við tøssandi gongulagnum fóru beint inn hjá teimum ungu - eitt sindur av tilvild, tí úlpurnar vóru als ikki við í upprunaliga hugskotinum til lýsingina.
- Fyrsta útkastið var ein maður við øgiliga stórum og løgnum hári, sum so sær ein annan mann við líka løgnum, men bara nógv størri hári ... men vit saknaðu líkasum okkurt føroyskt eyðkenni. Tað var vist tá, hugskotið við úlpunum við ovurstóra skinninum kom. Í veruleikanum kundi tað vera líka mikið, hvat tað var, bara tað var nóg løgið og øðrvísi til at vera cool. Restin av lýsingini er so bygd rundan um løgnu úlpuverurnar, sum hvørki hava andlit ella kyn og í heila tiki eru so langt úti, at ongin rættiliga veit, hvat gongur fyri seg.
Úlpuverurnar eru bygdasligar, barnsligar, kiksaðar og tykjast ikki at hava alt ov nógv millum oyrini. Men tær duga at samskifta við at senda eini myndaboð, og tað er í grundini einfaldi boðskapurin í lýsingini. Hví so gera hana so margháttliga, at tú fert at ivast í, um tú yvirhøvur skilur hana?
- Tí ein greiður boðskapur ikki merkir tað sama, sum at tað er lætt at náa málbólkin við honum. Sjálvt um hesin málbólkurin er óvanliga smalur eftir føroyskum lýsingarmátistokki, er hann settur saman av eini rúgvu av smærri málbólkum, vit eisini mugu hava í huga. Tey, sum ganga í dans, flenna ikki eftir tí sama, sum tey, sum ganga á møti. Tey, sum búgva á bygd, hava onnur áhugamál enn tey, sum búgva í Havn. Tað er soleiðis tú mást hugsa alla vegin ígjøgnum, men tú skalt framvegis raka øll. Tað einasta, tey heilt sikkurt hava í felag, er, at tey tíma ikki at hyggja eftir lýsingum, tí tey eru ovurfóðraði við teimum. Tey hava langt síðani sæð tær flottastu, coolastu og feitastu lýsingarnar, tú kanst ímynda tær. Tey hava sæð alt - uttan also grønar, giggutar úlpur við ovurstórum ljósareyðum skinni ...
Stór satsing
Petur dylur ikki yvir, at lýsingin var ein rættiliga stór satsing. Bar hon ikki, kiksaði ikki bara ein lýsing, men ein heil lýsingarrøð. Ein neyðloysn varð gjørd, men Petur varð rættiliga skjótt vísur í, at hon ikki fór at gerast neyðug.
- Fyrr ella seinni fært tú eina rættiliga eftirfarandi kenslu av, um hugskotið eg nóg gott. Men eg trúgvi ikki, at tað ber til at læra fólk at fáa góð hugskot ella vera kreativ. Tú kanst jú heldur ikki seta teg niður og siga, at nú fari eg at gera eitt hitt. Hatta er nakað, tú hevur í tær, uttan at eg rættiliga kann siga, hvat tað er, men onkusvegna hongur tað nokk saman við mátanum, tú eygleiðir tað, sum hendir rundan um teg.
Aðrastaðni hava tey oftast fólk at gera slíkt fyri teg, heilar fyritøkur, sum bara hava til uppgávu at lýsa málbólkar út frá spurnarkanningum, men slíkt hava vit ikki í Føroyum, og tess meir krevst nokk av teimum, sum koma við hugskotum, sigur Petur og leggur afturat, hann ikki stendur heilt einsamallur aftanfyri hugskotið við MMS lýsingini.
- Eg haldi, tað vóru Thomas Koba og eg, sum upprunaliga komu við hugskotinum, men harfrá er restin gjørd í tøttum samstarvi við Hans Petur Hansen, myndamann, Katrin Bonde, sum sniðgav og seymaði proto-úlpuna, umframt grafikarar, leikarar og onnur.
Vánaligar lýsingar ella ...?
Í bókmentaheiminum tykist trupulleikin vera, at ummæli eru ov lítið atfinningarsom, men í lýsingarheiminum er tað nærum øvut. Fólk eru ikki bara sera skjót at finnast at føroyskum lýsingum í heila tiki, men gera tað ofta eisini út frá rættiliga órímiligum samanberingum, heldur Petur.
- Fólk hava lyndi til at samanbera allar føroyskar lýsingar við tær, tey síggja á stóru útlendsku rásunum, men gloyma, at tey har sum oftast bara síggja nakað av tí besta, lýsingarfyritøkur framleiða. Á teimum lokalu donsku rásunum síggjast minst líka nógvar "vánaligar" lýsingar, sum á SvF. Vit síggja tær bara ikki, tí tær verða bara vístar á lokalrásunum, sigur Petur og vísir á, at tað í høvuðsheitum finnast tvey sløg av lýsingum: Imagelýsingar og vørulýsingar. Lýsingin við úlpunum hoyrir tíl fyrra bólkin, sum eisini umfatar eitt nú Nike og Coca Cola lýsingarnar.
- Endamálið er er at knýta eitt ávíst image ella huglag til vøruna, sum sjáldan hevur nakað beinleiðis við vøruna at gera, men onkusvegna rakar málbólkin við sínum humori, bólkamentan, lívstíli, dreymum o.s.fr. Vørulýsingarnar hava hinvegin eitt heilt annað og einfaldari endamál: at fortelja at handilin hevur vøruna, hvat hon kostar og syrgja fyri at kundin minnist navnið á handlinum, sum selur hana. Málbólkurin til vørulýsingarnar er sum oftast familjan ella tey, sum heilt ítøkiliga hava brúk fyri vøruni, og tí hoyra tær heima á lokalrásunum, sum eru tættari at kundanum.
- Trupulleikin er, at í Føroyum hava vit bara eina sjónvarpsrás, sum sostatt má hýsa tveimum sera ymiskum sløgum av lýsingum, sum tað í veruleikanum er meiningsleyst at samanbera. Eg haldi faktiskt ikki, at allar tær føroysku vørulýsingarnar eru so vánaligar, sum fólk ofta vilja vera við. Tær eru bara skeivt plaseraðar - á leið á sama hátt, sum um ein mjólkapakki knappliga royndi at stjala myndina á MTV ella Eurosport. Úrslitið er, at vørulýsingarnar órógva imagelýsingarnar, og tí argast fólk ofta inn á tær. Men so leingi vit onki sjónvarpsalternativ hava, fær tað illa verið øðrvísi, sigur Petur.
Støðið hækkar
Meðan samaberingin við sólbrillur ella cowboybuksir á MTV ikki er rættvís mótvegis eini føroyskari mjólkapakkalýsing, er hon ein stór avbjóðing fyri lýsingarfyritøkuna. Og tað er fínt, heldur Petur, tí tað er ongin ivi um, at náðileysa samanberingin er við til at halda støðinum uppi.
- Vit eru allatíðina uppi ímóti Beckham, MTV, Nike ella Coca Cola, har dygdin altíð er í topp og pengar ongantíð nakar trupulleiki. Ein máti, at taka kapping-ina upp, er at fara heilt yvir í hina gjónna eftir øllum tí, sum MTV ikki er, sum vit til dømis hava gjørt við úlpunum. Men MTV støðið er framvegis ein av fyrimyndunum, og tað er uttan iva ein av orsøkunum til, at so nógv halda lýsingina vera útlendska. Fíggjarliga og tøkniliga er kappingin sjálvandi fullkomiliga órímilig, men hon tryggjar, at ambitiónsstøðið hjá okkum sum lýsingarfyritøku er í lagi og vónandi, at virðingin fyri fakinum hækkar. Tann virðingin hevur heilt avgjørt vantað í Føroyum, heldur Petur.
- Hetta kemst uttan iva av, at nógvar føroyskar fyritøkur hava hugsað, at markanaðarføring er bara nakað, sum kostar. Tá tær nú hava klárað seg uttan so leingi, hví skal tað so knappliga vera neyðugt nú? Eftirhondini sum fyritøkur kortini hava kent seg noyddar at lýsa - m.a tí kappingarneytin ger tað, hava nógvar valt at gera tað sjálvar. Og tá verður ofta tann skjótasta og bíligasta loysnin vald, og góðskan og boðskapurin verður hareftir. Ein óheppin gongd, heldur Petur, tí ein slík lýsing verður sum oftast óprofessionell og gjørd út frá skeivum treytum. Tá tú lýsir, mást tú veruliga meina tað, og ikki lýsa bara fyri at lýsa. Tín persónligheit stendur uppá spæl.
- Ein fyritøka er sjáldan tann besta til at hyggja at síni egnu vøru við eygunum hjá keyparanum. Í okkara samstarvi við fyritøkur uppliva vit ferð eftir ferð, at vit fortelja teimum ting um keyparan og marknaðin, tey als ikki hava givið sær far um. Tað er eisini okkara uppgáva og ein av orsøkunum til, at vit yvirhøvur eru til, sigur Petur, sum heldur, at tað oftast er millum hesar heimagjørdu lýsingarnar, at vit finna tey vánaligu dømini - ikki tí tær tøkniliga ella grafiskt eru heilt av leið, men tí tær ikki kenna fløkta samanspælið millum tað, lýsingin signalerar og treytirnar, málbólkurin setur.
Livandi lýsingar á gongugøtuni
Ultimativa lýsingin fyri Petur er ein, har tað hvørki er neyðugt at nevna navnið á fyritøkuni ella vøruni longur. Á leið á sama hátt, sum tá bogaða hvíta stikan fær teg at hugsa um íróttarklæðir, ella tú verður tystur bara við at síggja eitt brá av eini fløsku við kvinnuskapi.
- Við úlpunum í MMS lýsingini eri eg rímiliga vísur í, at tað hevði verið nokk bara at víst eina úlpu, longu í aðru lýsingini í røðini. Í prinsippinum virkar konseptið soleiðis, at fólk koma í tankar um at senda eini MMS boð bara við at hoyra ein brotpart av tónleikinum, ella síggja onkran við einum løgnum gongulag. Beint nú bendir eisini alt á, at gomlu, grønu úlpurnar eru við at gerast hægsti móti aftur. Um tað eru vit, sum hava skapa ein trend, skal eg ikki pástanda, men verður tað sum í 70 unum, tá úlpurnar litaðu býin grønan, ja so verða gøturnar á tremur við livandi lýsingum fyri MMS boð uttan at eg ella fyritøkan nýtast at gera nakað sum helst - annað enn at finna uppá okkurt nýtt, smílist maðurin aftanfyri úlpurnar og letur hugflogið reika móti næsta hugskoti ...