Jóanes Nielsen
??????????
Tey seinastu tjúgu árini hevur man við jøvnum millumbilum sæð ein kurteisligan italiumann í havnargøtum. At hann kallaðist Gianfranco Contri, fekk eg at vita, tá maðurin herfyri lat úr hondum eina føroysk /italska orðabók. Bókin telur góðar 600 síður, og tey umleið 15.000 føroysku orðini, sum Contri miðvíst gjøgnum nógv ár hevur týtt og skipað til italskt, er ein fongur á okkara lítlu orðabókahill. Eg kundi eisini sagt, at bókin er ein kær-komin gáva til føroysku tjóðina. Men so ógvuslig orð hveppir man seg við at brúka. Høvundin hevði so dánt latið verkið úr hondum, tá innlendismálaráð-harrin Jógvan við Keldu bað hann pakka sítt kuffert, og fara av landinum.
Fríggjakvøldið 17. september, fekk Gianfranco Contri kortini tillutaða M.A. Jacobsens Bókmentavirðislønina. Og tað mundu vera fleiri enn eg, sum fegnaðust um ta avgerðina. Bæði tí ein orðabók altíð rúmkar um mentunarliga útsýnið, men eisini tí avgerðin hjá M.A. Jacobsens bókmentanevndini vísti, at Føroyar ikki bara er ein skammleys nassaratjóð. Vit billa okkum hálvavegna inn at hava ein nattúrugivnan rætt til at fáa Ríkisveiting úr Danmark, fiskikvotu frá íslendingum, og at feitar pengaslangur ganga úr grunnum Norðurlandaráðsins niður í ymiskar før-oyskar verkætlanir, og at vit onki skulu lata afturímóti, uttan eitt býttisligt nassarasmíl.
So kann man spyrja, um Gianfranco Contri mundi vera biðin um at pakka kuffertið, tí hasin pompøsi figururin úr Klakksvík ikki evnar kynstrið at siga takk? Ella kundi orsøkin møguliga verið tann, at Jógvan við Keldu bara umsitur eitt danskt málsøki, og hann sostatt er noyddur at fylgja tí stranga danska útlendingapolitikkinum? Báðir møguleikarnir eru til staðar. Men sum frá er liðið, haldi eg, at man kann siga, at Jógvan við Keldu í veruleikanum er munandi altráari enn Bertel Haarder at halda sítt terretorii kliniskt reint fyri útlendskt árin. Og Keldumaðurin smíðar meðan jarnið er heitt. Eitt er so tað, at hann hevur Fólkaflokkin aftanfyri seg, og uttan iva stórar partar av hinum flokkunum, men maðurin hevur eisini sítt taktiska samband við Føroya Arbeiðarafelag. Á sjálvum altjóða arbeiðaradegnum, tá Internasjonali "denne slidte og bulede schlager fra firserne!" sum William Heinesen yrkti, varð sungin á øllum torgum runt um í heiminum, tá trein Ingiborg Vinter fram sum ein typiskur nasjonalur arbeiðaraleiðari, og sýtti at veita teilendingunum suðri á Sandi eina hjálpandi hond, hóast hesi fólkini vóru limir í hennara felag.
Í veruleikanum hevur innlendismálaráðharrin krøkt Føroyar uppí eitt umfatandi altjóða fremmanda-fíggindaligt rák. Kanska gevur tað pørtum av veljarafjøldini eina ávísa tryggleikakenslu, men eftir mínum tykki er talan um eina falska tryggleikakenslu. Hugsar man seg eitt lítið sindur um, so hava fremmandafólkini í veruleikanum verið ein fongur fyri landið. Nevnast kann ríka tónleikaraumhvørvið sum bornholmarin bakar Hansen skapti, og eg haldi, at man kann siga, at Kristian Blak er hansara reinkarnasjón. Í telefonbókini síggja vit útlendsku eftirnøvnini hjá eftirkomarunum av kolamonnunum suðri í Rangabotni, eisini teir vóru ein fongur fyri Tvøroyri. Ella taki gróðurin, sum framvegis grør undan restorffunum, bæði á tí vinnuliga og listarliga økinum. Sjálvt armingurin Ishøj, ella kverulanturin, sum onkur tók til, fekk Tummas Napolium Djurhuus at skriva eina av teimum fagrastu yrkingunum í okkara skaldskapi. Og eitt avtrat. Tað eru bara nøkur fá ár síðani, at kreppan rak okkurt um tíggju prosent av okkara fólki úr heimlandinum, og hvat skuldu tey fólkini gjørt, um ikki grannalondini tóku ímóti teimum? Generøsiteturin hjá grannunum forpliktar, og átti at fingið okkum at verið gestablíðari og stórtøknari.
Áðrenn Jógvan við Keldu vísti orðabókahøvundanum av landinum, so átti hann at havt í huga tørvin, sum føroyingar hava fyri einum víðum mentunarligum samskifti. Í dag er ikki nógmikið at vera rætttrúgvandi baptistur ella rætttrúgvandi sosialistur. Og líður ein politikkari eisini av xeno-fobi, so er tað ikki í Landsstýrinum viðkomandi skal sita, men í samtalu hjá onkrum sálarfrøðingi við serkunnleika í mentunarsøgu. Ein slíkur kundi fortalt tí xenofobiska politikkarum frá, at Italia hevur potensialini at gerast tann leiðandi kraftin í Europa. Á øllum økjum skarðar hálvoyggin burturúr. Eisini tá talan er um katastrofur. Nógv av teimum elstu og bæriligastu bygningsverk-unum í Europa standa í Italia. Og tak bókmentirnar, málningalistina, tónleikin, ja, tónleikurin, Jógvan við Keldu. Elegansan kemur úr Italia, og ber elegansa ikki uppá rím við renesansa?
Um fimtan, kanska tjúgu ár, verður Rom tann nýggi europeiski miðdepulin. Tað sjónarmiðið royndi Thomas Bernhard at føra fram í einari av sínum ógvusligu og hatsku skaldsøgum, har protestantisman og nazistiska fortíðin hjá Eysturríki, vóru løgd undir hansara viðbreknu sjóneyku. Men líka mikið um Bernhard hevur rætt ella bara partvís rætt, so hava italsk sambond longu nú ein grund-leggjandi týdning í okkara parti av verðini. Tað kann vera ymiskt, hvussu man definerar eina vøru, og eisini hvør munurin er á eini tænastu øðrumegin, og á eini vøru hinumegin. Men líkamikið hvør definisjónin er, so er Italia ein sól sum tær meiri heimleysu ferðandi stjørnurnar royna at súgva varma burturúr. Málið hjá Dante stendur í durinum, og kanska kemur tann tíðin, tá orðabókin hjá Cianfranco Contri ferð at vera eins nógv brúkt sum ensk/føroyska orðabókin. Og at reka ein sovorðnan mann av landinum, tað ger annaðhvørt ein býttlingur, ella ein vónleysur opportunistur.
Og hann versnar bara, Jógvan við Keldu. Hósdagin 23. september bar Útvarpið tíðindini um, at hann nú brúkar sín landsstýrismannamyndugleika at sýta løgtingsmonnum yvirhøvur at viðgera skásett paralag. Og í leygardags Sosialinum 2. oktober, skilir Tórbjørn Jacobsen væl hansara avgerð. Eg skilji eisini avgerðina hjá Keldumanninum, og somuleiðis ósmakliga spotti hjá Tórbirni, tá hann skrivar, at Tjóðveldisflokkurin nú er spentur fyri vognin hjá djeikarunum og teimum lesbisku í Føroyum. Øll skilja so óalmindiliga væl hvønn annan, og intellektuelt ber til at fata flestu trupulleikarnar og fyribrigdini, sum eru til á jørðini. Men tá kenslur eru í klemmu, fyri ikki at tosa um fordómar og stykni, tá er tað, at Fanin er leysur, og man fer í skápið eftir hondgranatunum, ella sum mæti søgufrøðingurin Virgar Dalsgaard sigur, man fer til Noregs at læra at skjóta.
Í uppískoytinum til tey tíggju boðini, finna vit eina ørgrynnu av undirreglum, og hvussu nógvar av hesum undirreglunum eru tengdar at sexualitetinum, veit eg ikki, men tær eru nógvar. Gomlu semittarnir kneptu kamelum, asnum, hestum, sínum egnu børnum, hjákonum, grannakonum, monnum, ungum sum gomlum, ja eisini flogfenaður var brúktur, og til at forða hesum villa lívi, so smíðjaðu prestarnir reglar, og tað vóru ikki hissini reglar, og guddómiligar hóttanir trutu heldur ikki. Gud legði býirnir Sodomma og Gomorra í oyði, tí ikki ein gang ein friðsal geit kundi spáka sær ein túr, uttan at vera drigin inn í eitt skýmaskot, ella aftur um eitt dadlutræ, og var skammriðin líka til roykur stóð út gjøgnum oyrini.
Fyri tveimum árum síðani upplivdu føroyingar, hvussu Gerhard Lognberg svínaði eitt viðkvæmt teaturstykki til, tí fýrurin ikki dámdi, at leikararnir brúktu orðið kusa á pallinum. Eg kann fortelja Ger-hardi, at í flestu førum sita konur á sínum lalli. Tað gjørdi omma Gerhard, og eisini systir Fidel Castro. Hevði lallið haft okkurt annað navn, ella kanska verði plaserað í pannuni ella millum herðabløðini, so var støðan møguliga ein onnur. Men lallið er ein realitetur. Sexualiteturin í síni heild er eisini ein realitetur, og kann frígera hald í nakkanum, lekja lendasjúku, og fáa kvinnur so væl sum menn at vera glað, skapandi og hjálp-som. Og so leingi sum man ikki skaðar onnur við sínum sexualiteti, so eigur lógarverkið heldur ikki at leggja sexualitetinum nakrar forðingar. Og eitt lesbiskt par ger ongan skaða, heldur ikki tveir homosexuellir menn, og tað sama kann man siga um tey glaðu heterosexuellu. Um fólk eru sadistar og masochistar, heldur ikki tað eigur lógarmyndugleikin at leggja seg útí. Tí tað eru vaksin fólk sum íðka tað slagið av sex, og avgerðin er teirra egna. Men her er kanska uppá sítt pláss at viðmerkja, at tey, sum uppfunnu tær mest raffineraðu andstyggiligheitirnar, so sum at gjelda, brennimerkja, steina, bannlýsa og eyðmýkja, í flestu førum vóru trúfastar verjur av tí heilaga heterosexuella hjúnalagnum.
Jógvan við Keldu eigur ikki at blanda sítt persónliga stykni, við sína uppgávu sum landsstýrismaður fyri alla ta føroysku tjóðina. Tey samkyndu hava brúk fyri somu virðing og umsorgan, sum hvør einasta menniskja hevur brúk fyri. Landsstýrismaðurin eigur at minnast til, at tað var tann tíð, tá stovnarin av Brøðrasamkomuni hevði brúk fyri virðing og umsorgan, og hana fekk hann tíbetur frá kjerligum fólki í Havn. Kærleikin grør náttúrliga inn í demo-kratiið, ella kanska er tað demokratiið, sum grør inn í kærleikan, líka veit eg. Men tað rakar snøgt sagt ikki Jógvan við Keldu, á hvønn hátt fólk elska hvørt annað, ella um tey vilja ganga inn í skrásett paralag. Tey samkyntu eru ikki bara medmenniskju, skattaborgarar og grannar. Teirra sexuella kós, er eisini til staðar í huganum hjá øðrum. Flestu menniskju hava onkra løtu kent seg drignan at sínum egna kyni, og tá tað ikki hevur verið tilvitað, so hevur ein í svøvni droymt um tað. Soleiðis er menniskjan einaferð skipað, og at niðurgera ella kriminalisera hesar íbornu eginleikar, er líka so høpisleyst, sum tað er tápuligt.
Jógvan við Keldu kundi sjálvandi sent sínum Skapara eitt bræv, og spurt, hví hann skapti menniskjuna so samansetta og óútrokniliga. Kanska hevði Skaparin svarað, at hann gjørdi tað fyri at hava ein møguleika at eftirkanna styrkina í okkara næstakærleika.