Kúllurin, ið bleiv vaksin

Fyrst bleiv teknirøðin hjá honum "Totalt langt úti" steðga í bløðunum, tí hon var - ov langt úti. Síðani skelkaði hann tey flestu við at geva eitt frekt mannfólkablað út við myndum av hálvnaknum føroyskum dámum. At Jógvan á Høvdanum (yngri), ævigur provokatør og playboy, nakrantíð bleiv vaksin var næstan óhugsandi. Men knappliga ein dagin hendi nakað ?

Jógvan á Høvdanum (yngri) er ikki heilt, sum fólk flest. Honum feilar sum so ikki nakað álvarsamt. Ikki annað, enn at hann fær andaneyð, tá føroyskt snævurskygni og dupultmoralur enn einaferð royna at kvala hugflogið og skapanargleðina hjá teimum ungu og teimum, sum eru eitt sindur øðrvísi.
Í nøkur ár nú hevur Jógvan provokerað ikki so fáar føroyingar við teknirøðini "Totalt lang úti" og seinni við mannfólkablaðnum Ð. Men tá røddirnar í Ð tagnaðu síðsta ár, var tað hvørki av fíggjarligum orsøkum, ella tí blaðið kom í stríð við nakra pornológ, sum onkur vildi vera við. Tað var av heilt øðrum orsøkum ?
Eitt frískt lot
Jógvan greiðir frá, at Ð blaðið var ein roynd at geva ungdómin-um og kanska serliga dreingjun-um eitt annað slag av lesitilfari enn tað, tey finna í hinum føroysku bløðunum. Eitt frískligt lot úr teirra egnu verð, skrivað á teirra egna máli.
? Tað var nakað, eg saknaði sjálvur, tí tey føroysku bløðini siga mær onki. Eg meini so við, at gera yvirskriftir úr hvørjum einasta metri, ein tunnil kemur longri inn í eitt fjall, ella hvørjum máli, Todi skorar, kann blíva eitt sindur einstáttað - fyri ikki at siga beinleiðis keðiligt í longdini. Eg haldi snøgt sagt ikki, at tað eru so nógv tíðindi at frætta í Føroyum, at tað er neyðugt at geva tvey bløð út fimm ferðir um vikuna, umframt at Útvarp Føroya ber somu tíðindi fleiri ferðir um dagin
? Tá hini bløðini skundaðu sær at skýra Ð eitt pornoblað, var tað ivaleyst fyri at skapa yvirskriftir, sum kundu selja teirra egnu bløð. Men Ð var ongantíð nakað pornoblað. Eg skrivaði onkrar greinar um okkara dupultmoralsku pornológ, men endamálið var also ikki at sleppa at geva eitt rátt pornoblað út á føroyskum, um tað var tað, fólk hildu. Eg hevði myndir av hálvnaknum dámum í, men um tú samanber tær við tað, vit dagliga síggja í sjónvarpinum ella donskum bløðum, vóru tær onki at øsa seg upp um.
Slikkupinn ella sleikisneis?
Nógvar av ákoyringunum, Jógvan fekk fyri Ð, snúðu seg um málburðin. Eitt var, at stavsetingin ofta var so sum so, men onkrar av greinunum vóru eisini á tremur við slang og ókvæmisorðum, vit neyvan nakrantíð hava sæð prentaði á føroyskum fyrr.
- Fyri tað fyrsta var tað ongantíð meiningin, at nakar skuldi blíva fornuftigari av at lesa Ð, sigur Jógvan. Meiningin var at undirhalda 18-25 ára gamlar lesarar uppá ein provokerandi máta. Og eitthvørt blað, sum hevur ein málbólk og eitt endamál, má laga sín málburð eftir teimum, sum skulu lesa tað. Eg ivist stórliga í, um nakar kennir seg sjálvan aftur í málinum í teimum føroysku bløðun-um. Sjálvt Barnablaðið, sum hevur ein so avmarkaðan málbólk, rakar málsliga fullkomiliga við síðuna av.
? Problemið er, at orðini, vit brúka til dagligt, ikki eksistera í skriftmálinum. Og eg trúgvi ikki uppá, at tað ber til at tvinga eitt ávíst talumál fram við at áseta eitt slag av mállóg í orðabókunum. Um vit so bíða í 100 ár, fara fólk framvegis at siga slikkupinnur og ikki sleikisneis, sjálvt um slikkupinnur ikki stendur í orðabókini. Og mær vitandi, ganga børn og øll onnur framvegis og tosa um Anders And, sjálvt um vit langt síðani hava fingið boð um, at hann eitur Dunnaldur Dunna.
Eg eri ikki Ð blaðið
Leikluturin sum provokatørur í Føroyum kann vera rættiliga ótakksamur. Tað var Jógvan eisini fyrireikaður uppá, og hann væntaði eisini, at ávís fólk fóru at fáa ógvuliga ilt eitt vist stað, tá hann byrjaði at geva Ð blaðið út.
- Tað er eisini í fínasta lagi, at fólk finnast at blaðnum. Eg havi onki ímóti at fáa kritikk. Tá eg loyvi mær at geva eitt blað sum Ð út, skulu onnur eisini hava loyvi til at siga sína meining um tað. Sjálvandi. Tað er bara troyttandi, tá kritikkurin kemur frá fólki, sum ikki hava lisið blaðið ella ikki duga at skyna ímillum meg og tað, sum stendur í tí. Um fólk eru so totalt langt úti, at tey halda, at eg eri Ð blaðið, so velji eg at lata oyrini aftur, tí eg havi onnur og meir spennandi ting at brúka mítt krút uppá.
- Trongdin til at provokera snýr seg kanska í stóran mun, um at tú vilt verða hoyrdur og sæddur. Í so máta var Ð eisini eitt skrígg eftir uppmerksemi, í tí grunnskygda umhvørvinum, eg livdi í tá. Nú fái eg eitt annað slag av uppmerksemi, sum er túsund ferðir meir vert. Og sum forrestin slett ikki kann samanlíknast við hitt.
Hvat segði dáman?
Tá Jógvan síðsta summar gjørdi av at gevast við Ð blaðnum, var tað sum sagt hvørki av fíggjarligum orsøkum, ella tí hann hevði traðka nakran á tærnar. Ð mátti víkja, tí Jógvan var vorðin forelskaður upp um bæði oyru í 21 ára gomlu Leilu úr Hvalba. Vit spyrja Leilu, hvat hon hugsaði, tá tað gekk upp fyri henni, at hesin fitti sjeikurin, hon hevði funnið sær, var blaðstjóri á Ð blaðnum.
- Eg hevði hoyrt um hatta blaðið, men Jógvan sigur so nógv tvætl, at tað er ikki altíð líka lætt at vita, um hann meinar tað ella ikki, sigur Leila. Og hatta við at tað var hann, ið gav Ð blaðið út, trúði eg also ikki uppá. Onkur hevði gott nokk spurt meg, um tað passaði, at eg gekk saman við hasum pornogrísinum frá Klaksvík, meg eg visti ikki, hvat tey meintu við, tí soleiðis kendi eg yvirhøvur ikki Jógvan. Eg undraðist eitt sindur einaferð, hann kom eftir mær við hasum bilinum við Ð reklamum á. Bilin kundi hann sjálvandi havt lænt, so eg trúði tí framvegis ikki rættiliga, fyrr enn hann víst mær eitt blað, har tað stendur, hvør er ábyrgdarstjóri o.s.fr.
- Tað var ikki so nógv annað at gera, enn at seta seg at lesa blaðið fyri at vita, hvat tað var fyri nakað. Og í mínum eygum hevur tað onki við porno at gera. Bara ógvuliga óseriøsur lesnaður, sum ikki sigur mær nakað. Jógvan var tá í ferð við at gera tað síðsta blaðið og helt seg ikki kunna droppa tað, tí tað vóru so nógv onnur fólk við í arbeiðinum. So eg traðkaði til og hjálpti við at fáa tað síðsta Ð blaðið á gøtuna.
- Nei, fortíðin hjá Jógvani órógvar meg ikki. Í ringast føri kann tað irritera meg eitt sindur, tá vit eru onkustaðni, og fólk kalla hann Hugh Hefner (blaðstjórin á Playboy, red.)
"Tú skalt vera pápi!"
Umleið ein mánað eftir at Leila og Jógvan høvdu hitt hvønnannan í býnum í Klaksvík, for-taldi Leila Jógvani, at hann skuldi verða pápi.
- Tað kom sjálvandi rættiliga óvart á okkum bæði, men tað fyrsta, eg hugsaði, var, at nú var bara um at syrgja fyri at blíva vaksin við rúkandi ferð.
- Ð blaðið hevið ein lívsstíl við sær, sum tú bara kanst loyva tær at dyrka, um tú ert single og ongan annan hevur at hugsa um enn teg sjálvan. Uppá nógvar mátar var mítt lív eitt langt samanhangandi ball, meðan við góvu blaði út. Var eg ikki í dans ella á konsert, var eg onkustaðni og tók myndir av hálvnakum dámum, og tað helt eg meg also ikki kunna bjóða Leilu. Tað ringasta var, at tá eg skuldi sannføra hana um, at hetta also skuldi verða tað seinasta blaðið, visti hon ikki av, at tað var eg, sum gjørdi Ð.
Broytti lívsstíl
Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdist Jógvan so pápi, og lívið hjá honum vendist fullkomiliga á høvdið. Ball, frek bløð og naknar dámur máttu lúta fyri blæum og fittasta nýføðinginum í allari verðini. Og Jógvan hevur ongantíð havt tað betri.
- Eg helt meg hava fyrireikað meg so væl, sum eg kundi, men tá jarðamóðurin kom og segði, at eg hevði fingið ein son, fekk eg meg ikki at trúgva tí. At blíva pápi er tað allarstørsta, sum nakrantíð er hent í mínum lívi, og tað tók mær eina góða løtu yvirhøvur at fata tað.
- Sjálvt um eg havi verið vanur við bara at hugsa um meg sjálvan, so var tað frá eini løtu til aðra púra nátúrligt, at alt nú bara snúði seg um okkum trý og framtíðina. Eg setti yvirhøvur ikki spurnartekin við tað og geri tað framvegis ikki. Bara eg hyggi uppá Leilu ella sonin, veit eg, at eg eri har, eg allarhelst vil vera. Ljóðar hetta romantiskt? Tað er tað eisini, og tey sum siga, at forelskilsi ger teg blindan, hava púra rætt. Og tað er ein fantastisk kensla.
Hús í Kunoy
Kúllurin úr Klaksvík bleiv also vaksin, og vaksnir menn keypa grundstykki og byggja hús til familjuna.
- Ja, eitt hús mást tú hava, tá tú hevur fingið tær familju, sigur Jógvan avgjørdur. Men grundstykki í Klaksvík eru dýr, og eg gjørdist also ikki millióningur av Ð blaðnum. Tað er ein av orsøkunum til, at vit byggja hús í Kunoy.
- Men mær hevur altíð dámað ótrúliga væl lívið úti á bygd, Leila er von við tað og Kunoy er eitt frálíkt stað hjá børnum at vaksa upp í. Og so verður tað deiliga friðaligt at sita og tekna teknirøðir har norðuri.
Barnabók á veg.
Jógvan brennir framvegis fyri teknirøðum, og tað hevur hann gjørt, síðani hann var smádrongur. Hansara fyrimynd er Trey Parker, (teknar South Park, red.), og sjálvur droymir Jógvan um einaferð at gera ein heimskenda teknirøð.
- Eg tekni ikki fyri at koma við nøkrum boðskapi sum so. Men uppá ein máta eru teknirøðir smáar yrkingar, har eg brúki strikur í staðin fyri orð. Meiningin er bara, at fáa tann sum lesur at steðga á, flenna kanska ella bara síggja okkurt frá einum øðrum, nýggjum vinkli.
- Nú, eg eri pápi, taki eg oftari barnabøkur upp í hondina fyri at síggja, um hetta var nakað, eg kundi funnið uppá at keypt soninum. Men tað er tað faktiskt ongantíð. Tekningarnar er sum heild vánaligar, prísurin ófantaliga høgur og eg skilji væl, um bæði børn og foreldur fáa marruna av teimum. Í hvussu er veit eg, at eg kundi gjørt tað nógv betri sjálvur.
? Ná, men í staðin fyri bara at ganga og grenja, havi eg so skrivað og teknað eina barnabók sjálvur. So tað verður tað næsta, tú sært í bókabúðunum - ein barnabók eftir Jógvan á Høvdanum (yngra).
Tað er nógv mørk eftir at flyta, men ongin sigur, at tað eri eg, sum skal flyta tey øll. Eg havi heldur ikki tíð akkurát nú, sigur Jógvan á Høvdanum (yngri), sum má fara at hjálpa Leilu við fyrireikingunum til barnadópin hjá soninum.