Terji Nielsen
Álvur Haraldsen
Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at ganga eitt sindur skjótari.
Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at sendingarnar eru av einum slíkum slag, at tær fella væl í oyra hjá lurtaranum. Um sendingin ikki ger tað, so tykist hon væl longri, enn hon í veruleikanum er.
Tá ið útvarpið fór undir summarskrá sína fyrr í ár, kom eisini ein nýggj seinnapartssending á skránna. Sendingin, sum kallast Nón, er á skránni hvønn gerandisseinnapart frá klokkan trý til fimm.
Teldan við í útvarpsstovuni
Tá ið Sosialurin kemur niðan í útvarpið stutt fyri, at Nón skal fara í luftina ein gráan hósdag í august, situr ein rættiliga forkølað Ginna Midjord longu inni í útvarpsstovuni. Framman fyri sær hevur hon eina teldu, og á henni situr hon so og lesur allan teldupostin, sum er komin til sendingina. Ginna greiðir frá, at tað er rættiliga ójavnt, hvussu nógv teldubrøv koma um dagin. Henda dagin, vit vitja, eru nokk so fitt komin, meðan tað dagin fyri vóru komin óvanliga fá.
Tá ið bert tveir minuttir eru eftir, til at sendingin fer í luftina, kemur Teodor Olsen inn í útvarpsstovuna. Í hondini hevur hann eina rúgvu av telefaksum, sum lurtarar hava sent inn við ymiskum søgum og líknandi.
Tey bæði smoyggja sær oyramikrofonirnar niður um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni. Tá ið hetta er gjørt, kemur eyðkennislagið hjá Nón í hátalaran, og so tekur Teodor orðið og bjóðar vælkomin til Nón.
Fimm gera sendingina
At gera eina so drúgva sending, sum eisini fer víða um í landinum, krevur sjálvsagt nógva arbeiðsmegi. Vanliga eru tey fimm fólk, sum nærum øll burturav fáast við at gera Nón. Programfólkini eru tey somu hvørja ferð, Theodor Olsen, Hilmar Jan Hansen, Ginna Midjord og Elis Poulsen. Haraftrat er so eisini ein tøkningur, sum, henda dagin vit vitjaðu í útvarpinum, var Jónsvein Heinesen.
Tey fýra programfólkini møta til verka umleið klokkan níggju á morgni, og eitt tað fyrsta, tey gera, er at seta seg niður og tosa um dagsins sending, og eisini hvat fyri innsløg møguliga skulu gerast til komandi sendingar.
Tónleikurin
Ein samsvarandi sending var á skránni seinasta summar, men í teirri sendingini var tónleikurin einamest av tí nýggjara slagnum, meðan hann í Nón er heldur fjølbroyttari við eitt sindur av hvørjum til allar aldursbólkar.
Ginna og Teodor siga, at tað er langt frá altíð, at tey fýra programfólkini eru samd um valið av tónleiki. Vanligani velja tey eini fýra løg í part, men onkuntíð velur ein kanska seks og ein tvey løg.
Teodor hevur mangan hug til at velja løg, sum kanska hava eitthvørt tilknýti til okkurt evni, sum er frammi í sendingini. Meðan vit sita í útvarpsstovuni hevur verið tosað um skúlar, og í tí sambandinum hevði Teddy, sum tey rópa hann, valt kenda lagið hjá Pink Floyd ?Another brick in the wall?.
Nógv faks og nógvur teldupostur
Tey, sum lurta eftir sendingini Nón, vita, at heilt fitt av posti kemur inn til sendingina. Mangur man hava sitið og flent eftir onkrari skemtisøgu, sum hevur verið lisin upp í sendingini, og mangur man eisini hava sitið og grunað yvir, hvat var stuttligt við hasari søguni og so framvegis.
Í miðal fáa tey í Nón eini fimti brøv um dagin við faks ella teldu. Sum tey flestu eisini vita, so eru programfólkini mangan eisini noydd til at leggja nøkur brøv til síðis, tí at søgurnar í teimum ikki eru hóskandi til at lesa upp í útvarpinum.
Tey bæði, Ginna og Teodor, meta, at umleið ein triðingur av teimum innsendu brøvunum ikki verða lisin. Eisini viðganga tey, at tað er ymiskt, hvat tey fýra meta er hóskandi at lesa
upp.
Tað er helst einki yvir at dylja, at tann vanligi lurtarin dámar betur at hoyra onkra skemtiliga søgu og okkurt gott lag, heldur enn at hoyra onkra langa frásøgn úr onkrari lítlari bygd. Sendingin er jú eisini ætlað at verða av tí lættara slagnum, har ein helst ikki skal verða noyddur at lurta við meira enn einum hálvum oyra.
Mangla sjáldan tilfar
Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk ringja inn til onkran av teimum, sum stendur fyri sendingini, og geva eitt tipp um okkurt, sum kundi verið áhugavert at tikið fram í sendingini. Tað kann til dømis verða onkur, sum hevur stovnað eitt nýtt felag av einum ella øðrum slag, ella kanska onkur sum letur ein handil upp og so víðari.
Av somu orsøk er tað rættiliga sjáldan, at tey standa og mangla tilfar til Nón.
Vanligani hava tey eini fýra til fimm innsløg, sum eru gjørd uttan fyri útvarpshúsið. Hesi er ójøvn til longdar, men roynt verður at býta tey rímuliga javnt millum fyrra og seinna part av sendingini.
Mala aftur og fram
Ein skuldi kanska mett, at tey, sum eru vertir í sendingini, sita í frið og náðum í útvarpsstovuni, meðan sendingin er í luftini, men so er als ikki.
Meðan vit sita inni í útvarpsstovuni, ganga tey trý, Ginna, Teodor og Hilmar Jan, og mala út og inn. Teodor gongur javnan út til faksmaskinuna fyri at vita, um okkurt gott bræv er komið.
Hilmar Jan rennur aftur og fram og ansar eftir, at innsløgini hjá Elis úr Skúvoy eru klár.
Ginna melur úti hjá teknikaranum fyri at vita, um røttu løgini eru klár, og so situr hon í heilum framman fyri telduskíggjanum. Tey bæði, Ginna og Hilmar Jan, hava eisini alla somlu tíðina eina sigarett í munninum, og roykurin liggur tjúkkur inni í útvarpsstovuni. Teodor harafturímóti hevur ikki slíkan ósunnan óvana, men tað er stuttligt at síggja hann tosa í mikrofonina, tí hann situr so ótrúliga ófriðarligur, meðan hann tosar. Tá mikrofonin er sløkt, situr hann aftur stillur.
Summarskráin endar seint í september
Hvussu leingi Nón verður á skránni, er ikki heilt vist enn. Summarskráin hjá útvarpinum endar umleið 20. september, og leiðslan í útvarpinum hevur enn ikki tikið avgerð, um sendingin skal halda fram.
Heldur Nón ikki fram, so noyðast vit bert at vóna, at ein onnur líknandi sending við góðum og fjølbroyttum tónleiki kemur í staðin, so at vit onnur framhaldandi hava okkurt, sum ger, at arbeiðsdagurin gongur skjótari.
Hvat tey fara at gera av sendingum, um Nón ikki verður tikið við í vetrarskránna, er ilt at vita. Hilmar Jan fer óivað at halda til á tíðindadeildini, har hann serligani hevur tikið sær nógv av ítróttartíðindunum.
Elis fer helst at halda fram í sama lag við sínum sendingum, har hann kemur í samband við fólk í øllum londum. Vit hava jú so mangan hoyrt hansara stak góðu sendingar frá ymsum bygdum kring landið, og haraftrat er tað eingin annar, sum dugir so væl sum hann at verða vertur í vælumtóktu fyrrapartssendingini ?Lurtarnir og vit?.
Í seinastu vetrarskrá hevði útvarpið veruiligani spent seg út fyri at tekkjast ungdóminum. Ginna Midjord hevði ungdómssendingina ?Vingl?, sum var stak væl dámd millum ung. Eisini hevði hon, saman við øðrum, ein sending, har skipað var fyri beinleiðis telefonpráti við ung kring alt landið.
Vónadni fer útvarpið at halda fram við at hava sendingar fyri ung, tí at tað einki yvir at dylja, at hesin aldursbólkur hevur verið fyri stórum vanbýti av teimum føroysku fjølmiðlunum í mong ár. Tíbetur hava teir flestu fjølmiðlarnir her á landi gjørt eitt framtak á júst hesum øki hetta seinasta ári. Vingl var ein góð sending, og tað hevði verið óført, um hon hevði kunnað hildið fram.
Teodor Olsen er eitt rættiliga nýtt navn í útvarpinum, men hann hevur longu prógvað, at hann egnar seg væl til hetta arbeiði.
Teodor liggur inni við hollum kunnleika til alskyns tónleik, og óivað hevði hann egnað seg væl til at gjørt søguligar tónleikasendingar.
Vit, sum lurta nógv eftir útvarpinum, mugu bert vóna, at fólkini í Nón framhaldandi fara at starvast í útvarpinum, til gleði fyri okkum lurtarar.










