verið sera góð. Eisini her heima hava verið rósandi orð til bólkin, og tónleikarin Petur Mohr Reinert helt í sínum ummæli, at Eric The Red er nógv tann besta fløgan, sum nakrantíð er komin út í Føroyum. Hugsa [...] og tey hava enntá við sær, at sølufløgan hjá bólkinum er rættiliga fitt uttanlands. Nú um dagarnar kom tað fram, at fløgusølan hjá Týr í USA er vaksandi, eftir at teir hava fingið umrøðu á eini internetsíðu [...] bólkurin hevur gjørt undanfarin ár, men tað er eitt val, sum manningin í bólkinum hevur gjørt. Teir arbeiða við at gera nýggjan tónleik til næstu útgávuna, og tað er fyrst og fremst har, orkan verður løgd í
Dankark hevur latið landsstýrinum lán í samband við bankakreppuna. ? Tað er rætt, at føroyski búskapurin fór fallit, men tað er júst bankakanningin, sum skal vísa, hvat fór fram, og um tað var soleiðis [...] vísir á, hvussu óheppið tað er, at ríkisfelagsskapurin verður gjørdur upp í pengum. ? Vit hava bæði danir og føroyingar, ið gera tað. Her hava vit Tjóðveldisflokkin, sum nú er so upptikin, at partur av [...] hevur verið føroyskt sermál. ? Hetta er ein undirstriking av, at her eru nøkur brek, sum eru rættuliga sjónlig, og sum eiga at verða tikin til viðgerðar. ? Hetta er eisini tað, eg havi sagt í brævi til
num, nú tað er váttað, at tað er gjørt eitt stór fund hinumegin markið? -Tað er greitt at finnur man nakað í nánd av tí føroyska markinum, so er tað altíð áhugavert. Tað, sum sjálvandi er serliga áhugavert [...] áhugaverd tíðindi fyri Føroyaøkið. Hetta er jú sera tætt føroyskum øki sum úr Havnini til Skálhøvda. So tað er rættuliga nær við markið. So er hetta positivt er greitt, at taðv erður meira áhugavert at [...] nir eiisini eru við í hesum samráðingum. Støðan er so tann, at Statoil hevur eitt 9 ára loyvi,har tað kann hugsast, at tað kann flyta sín brunn. Her er talan um eitt spennandi prospekt, sonevnda Kappa
grundarlagið undir føroyskari fiskiveiðu burtur - og tað er hetta sum er grovasta álop á føroyska fiskiveiðu nakrantíð. Føroyski fiskiflotin er rikin av so gott sum øllum fjarleiðum og nú manglar bara [...] Búskaparráðnum, men tað er ikki uttan grund. Her er veruligur vandi á ferð fyri øll sum liva av føroyskari fiskivinnu. Orð Jóannes Paturssonar: " Tit dripið hava føroyingin í Føroyum " er tað sum rennur einum [...] kann eisini, tað er púra vist. Men teir allarflestu hava arbeitt seg upp frá trolaradekkinum ella egningarskúrinum og tann lívsroyndin er altso neyðug skalt ein vera í hesari vinnuni. Tað er fávitska at halda
“boligsikring”. Føroyski Samhaldsfasti ber prísin yvir danska ATP Danska ATP er eitt pensjóns ískoyti, ið bert verður útgoldið til tey, sum hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum. Og upphæddin er roknað eftir [...] Samhaldsfasti er ikki tað sama sum fólkapensjón, men hann er ein almannapensjón kortini, tí hann verður goldin til allar borgarar í landinum, uttan undantak - enntá við somu upphædd ! ...men tað er danska ATP [...] 048 15.334 -3714 - Aftaná skatt 14.022 14.351 329 *) Danska ATP-útgjaldið er her eitt roknað miðal útgjald. Hægsta ATP-útgjaldið er 1858 kr./mán., sum bert ey fáa, ið hava arbeitt fulla tíð heilt frá 1964
Við 5000 ymiskum titlum er bókasølan á Logos II helst tann størsta her á landi. Og tí er lítil ivi um, at fólk munnu finna tað tey leita eftir – og helst meiri enn tað. Eingin ivi er um, at vitjanin hjá hesum [...] Tvøroyri: Tað er ein øgiliga rokan av fólki her í stóru bókasøluni umborð. Onkur hyggur eftir leikum, onkur annar eftir bókum, meðan ein stórur partur er í teirri deildini har fløgurnar eru at finna. Við [...] og tvey børn. Bjarta er við í barnaansingini nakrar tímar um dagin, men er haraftrat við í seymirúminum. Hon tekur sær millum annað av at umvæla og seyma klæðir til manningina. Her kann til dømis verða
ella limur í einum bólki er líkamikið. Verkstovan verður hildin í ungdómshúsinum í Klaksvík, mánadagin 5. september, frá kl. 16.30 til 21.00. Kostnaðurin fyri luttøku er 300 kr, og er tá Pizza & Sodavatn umframt [...] undirvísarnar: Roar Amundsen er ‘freelansari’ og er farin heilt egnar leiðir innan tónleikavinnuna seinastu 15 árini, drigin av eldhuga innan menning av ‘talentum’. Hann er sanskrivari og tekstahøvundur [...] sang (Going Home). Marius hevur verið á nógvum konsertferðum, bæði her heima umframt í Danmark, Týsklandi, Íslandi og í Ruslandi. Hann er nýliga eisini byrjaður at arbeiða sum framleiðslufólk og sangskrivari
Minna myndin Á seinnu myndini, har báturin er á útferð og liggur við vestursíðuna av Tjaldavíkshólmi, er CATCH mannaður við skótum árið 1944 ella 1945. Fremstur er Kaj Meyer, næstur Mervyn Dimon og Groth [...] báturin fekk navnið CATCH er ikki heilt greitt, tað er helst eftir enska orðinum fyri: at fáa fatur á, ella at verða við í (kappingini - leikinum). Hesin í Føroyum sjáldsami bátur er í varðveitslu hjá Henning [...] upp úr sjónum. Árin er ikki vanlig føroysk ár, men lík teim árum, ein sær umboð á bjargingarbátum. Sjálvsagt eru slíkir bátar rankir, og tí lættari fyri at koppa enn vanligi føroyski báturin. Um ikki árin
alskynsmyndum. Tað er nevniliga soleiðis, at hvørt landi sær eigur aðru síðuna av seðlunum, har landið sostatt kann seta eina ella aðra mynd, men virðið er sjálvsagt tað sama. Tað er eitt sindur ymist, [...] egnum landi og ríki. Tað er tó framleitt so mikið, at hesi londini ? eins og onnur ? eisini fáa nakrar seðlar sendandi á nýggjárinum. Í Føroyum verða fyrstu seðlarnir ikki her fyrrenn 2. januar og alm [...] 3. januar og ogna sær nýggju evruseðlarnar. Trý ár Finn Danberg er fíggjarleiðari fyri Føroya Sparikassa, og hann sigur, at hetta ikki er nøkur stórhending í fíggjarheiminum, tí evran hevur verið galdandi
marknaðurin er seks ferðir størri enn tann føroyski, er hann tó lítil í heimshøpi. Sáttmálin er tó eitt stórt stig fyri tey, sum troyta teir møguleikar, sum liggja í sáttmálanum. Hann vísti á, at tað er bara [...] skaldið, Regin Dahl, sum í eini av vøkru yrkingum sinum spyr: "Hvar er rás yvir reynið?" - Her hava vit funnið eina gongda rás, men eitt er vist; tað finnast fleiri ræsir. Men vit finna tær bert, um vit hyggja [...] veru er okkara fyrsta veruliga stig út í alheimsgerðina. - Hvat líkar okkum betri enn at taka eitt slíkt stig saman við eini brøðratjóð? spurdi løgmaður. Og Jóannes Eidesgaard helt fram: - Kanska er hetta