Tøka føroyska pensjónin stendur seg væl móti tí donsku - eisini tá vit taka danska ATP við í samanberingina

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Stutt fyri jól skrivaði eg grein við upplýsingum um at føroyska pensjónin nú er farin upp um ta donsku. Tvs. tann tøka pensjónin, aftaná skatt. Høvuðsorsøkin er, at hóast donsku upphæddirnar eru hægri, so bera tær tó so høgan skatt, samstundis sum hækkaða føroyska pensjónin við Samhaldsfasta, ber so lágan skatt, at meira er eftir til føroyska pensjonistin, enn tann danska, tá samanum kemur.

Hetta fall Niclas Akraberg Poulsen, formanni í Landsfelag Pensjonistanna, fyri bróstið. Í blaðgrein t. 15. des. skrivar hann eina atfinningarsama grein til mínar upplýsingar, og sigur, at mín grein “er ov einsíðug og ófullfíggjað og er tí meira villeiðandi enn uppklárandi”.

Tað kann eg sjálvandi ikki lata standa ósvarað, men eg vildi tó ikki loypa út í orðaskifti um hetta um jólahøgtíðina, og hava eg tí bíða við at svara til nú.
Atfinningarnar hjá Niclas Akraberg Poulsen eru:
at eg taki føroyska Samhaldsfasta við í pensjónina, men ikki danska ATP,
at eg taki føroysku viðbótina til ávísar pensjonistar við, men ikki danska eldrakekkin og ta sonevnda danska “varmetillægget”, og ei heldur danska íbúðarstuðulin, “boligsikring”.

Føroyski Samhaldsfasti ber prísin yvir danska ATP
Danska ATP er eitt pensjóns ískoyti, ið bert verður útgoldið til tey, sum hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum. Og upphæddin er roknað eftir, hvussu nógv tú hevur verið virkin. Byrjaði tú seint á arbeiðsmarknaðinum, ella var heima og passaði børnini meðan tey vóru smá, ella gekk longi sjúkur, ella arbeiðsleysur, ella noyddist at gevast tíðliga á arbeiðsmarknaðinum tí tú vart niðurslitin, ella av onkrari aðrari grund als ikki var førur fyri at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum – ja so fært tú ikki eina krónu í ATP fyri ta tíðina. Tú fært bert ATP eftir arbeiddum tímum. Eitt ávíst krónutal, alt eftir hvussu nógvar tímar tú arbeiddi í tínum virkna arbeiðslívi.

At ATP-lógin varð broytt fyri 3 árum síðani, so at almennar veitingar nú eisini verða roknaðar við sum ATP-gevandi, kemur ikki at fá nakran sum helst týdning fyrr enn um eini 30-40 ár.

Samhaldsfasti hinvegin
Hann verður útgoldin til allar føroyskar borgarar, við eini einastu treyt, at tú hevur fylt 67 ár. Uttan mun til um tú hevur arbeitt stutt ella longi, hevur havt stóra inntøku ella lítla, ella als onga inntøku, tí tú av onkrari grund als ikki hevur verið virkin á arbeiðsmarknaðinum – so fáa tó øll sama útgjald.

Hinvegin er inngjaldið í Samhaldsfasta alt eftir inntøkuni. Tann við láginntøku betalir lítið og tann við háinntøku betalir samsvarandi nógv í grunnin. Men øll fáa tað sama útgoldið.

Tí ber hann tað stolta navnið Samhaldsfasti !

Tí er Samhaldsfasti ein almannapensjón
Fleiri hava funnist at, at eg rokni Samhaldsfasta saman við Fólkapensjónini. Sagt verður at mótvegis skattafíggjaðu fólkapensjónini er Samhaldsfasti ein arbeiðsmarknaðareftirløn, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjalda. Men hetta er ongin munur. Tað er í báðum førum - eins og í øllum øðrum førum, tá tað snýr seg um almennar vælferðartænastur - løntakararnir sum gjalda av sínum arbeiðsavriki, av síni løn. Um hesin skatturin fer í landskassan til at gjalda fólkapensjón ella í grunnin til at gjalda Samhaldsfasta, so kemur tað út uppá tað sama. Samhaldsfasti er ikki tað sama sum fólkapensjón, men hann er ein almannapensjón kortini, tí hann verður goldin til allar borgarar í landinum, uttan undantak - enntá við somu upphædd !

...men tað er danska ATP ikki
Av tí sum eg havi skrivað omanfyri kann ein og hvør síggja, at danska ATP ikki er nøkur almannapensjón, samanborið við Samhaldsfasta. ATP verður bert útgoldið til tey aktivu á arbeiðsmarknaðinum, og bert í mun til teirra arbeiðsinnsats. Samhaldsfasti hinvegin verður goldin øllum borgarum, uttan mun til arbeiðsstøðu ella inntøku – øllum landsins pensjonistum við somu upphædd.

Tað er tí hugstoytandi – og undrunarvert – hví fleiri hava so ilt við at viðurkenna Samhaldsfasta sum ein munandi part av almannapensjónini í Føroyum. Føroyar eru ikki Danmark. Og viðhvørt duga vit betur í Føroyum. Tað er Samhaldsfasti eitt dømi um !

Hetta er pensjónin – við Samhaldsfasta í Føroyum og ATP í Danmark
Í talvuni niðanfyri havi eg so tikið ATP við í donsku pensjónina – hóast tað ikki eru allir danskir pensjonistar ið fáa ATP. Úrslitið er kortini tað, at eftir skatt er føroyska pensjónin framvegis omanfyri ta donsku – ikki nógv, men tó omanfyri !

Pensjón mánaðarliga, uttan aðra inntøku enn pensjónina, 2007 DanmarkFøroyarMunurStakur pensjonisturGrundupphædd 4.952 4.169 Viðbót 4.985 2.862 ATP* 1.611 Samhaldsfasti 1.860 Ældrechek 633 Viðbót til ávísar pensjonistar 558 - Tils. áðrenn skatt 12.181 9.449 -2732 - Aftaná skatt 8.738 8.775 37Hjún, bæði pensjonistarGrundupphædd 9.904 6.626 Viðbót 4.656 4.430 ATP* 3.222 Samhaldsfasti 3.720 Ældrechek 1.266 Viðbót til ávísar pensjonistar 558 - Tils. áðrenn skatt 19.048 15.334 -3714 - Aftaná skatt 14.022 14.351 329
*) Danska ATP-útgjaldið er her eitt roknað miðal útgjald. Hægsta ATP-útgjaldið er 1858 kr./mán., sum bert ey fáa, ið hava arbeitt fulla tíð heilt frá 1964, tá ATP varð sett í verk. Men nógv arbeiða hálva ella aðra niðursetta tíð, ella hava verið úr arbeiða í styttri ella longri tíð, vegma arbeiðsloysi, ella sjúku ella annað. Samsvarandi minni er so teirra útgjald úr ATP. Tí er í hesi talvu roknað eitt miðal ATP uppá 1611 kr./mán. eftir upplýsingum um miðalarbeiðstíðir frá Danmarks Statistik.

Føroyska viðbótin meira verd enn danski eldrakekkurin
Danski eldrakekkurin verður í hesi talvuni samanborin við føroysku viðbótina til ávísar pensjonistar. Tó er stórur munur á ! Danski eldrakekkurin er fult skattskyldugur og verður mótroknaður av aðrari inntøku longu frá 16.000 kr. um árið og er heilt burtur tá inntøkan kemur upp um 60.000 t. kr. Mótvegis hesum er føroyska viðbótin til ávísar pensjonistar ikki skattskyldug, og mótrokningin av aðraði inntøku byrjar ikki fyrr enn við 60.000 kr. fyri støk og 80.000 fyri hjún. Giftir pensjonistar fáa eina viðbót í felag.





Føroysku veitingarnar størri virði enn tær donsku
Av tí sum skilst omanfyri er virðið av føroysku pensjónsveitingunum væl hægri enn lýst í tølunum í talvuni omanfyri:
danska ATP gagnar bert pensjonistum, ið hava veri arbeiðsaktiv og bert eftir arbeiðsavriki
føroyski Samhaldsfasti fevnir um allar borgar sum hava fylt 67, og allir fáa somu fullu upphædd
danski eldrakekkurin er fult skattskyldugur og verður mótroknaður longu frá 16.000 kr og er burtur við 60.000 kr.
føroyska viðbótin til ávísar pensjonistar er ikki skattskyldug og verður ikki mótroknað av aðrari inntøku fyrr enn frá 60.000 fyri støk og 80.000 fyri hjún.

Danska “varmebidraget” og “boligsikringen”
Niclas Akraberg Poulsen gremur seg um, at eg ikki rokni danska “varmebidraget” til danskar pensjonistar við í pensjónsyvirlitið. Men tað eru góðar grundir fyri tí.

Viðv. “Varmebidraget” er hetta ikki ein pensjónsveiting, men ein almannaveiting, sum pensjonistar kunnu søkja um. Av teimum umleið 825.000 donsku pensjonistunum eru tað bert 191.000 (minni enn fjórðingurin) sum fáa “varmebidraget”, og teir fáa í miðal 208 kr. um mánaðin.

Viðvíkjandi donsku “boligsikringen” er hetta ikki nøkur pensjonistaveiting, men eitt ískoyti til húsaleiguna hjá øllum danskarum, sum ikki búgva í egnu húsum, ungum, støkum, barnafamiljum og gomlum – tvs. ein sosial kompensatión til allar danskarar, ið búgva til leigu, og tí ikki “skora” vinningarnar av ovurstóru virðisøkingunum hjá privatu sethúsaeigarunum. Tað hevði tí verið skeivt at tikið hetta við í pensjónsyvirlitið. Tí annars kundi man líka so væl sett tann øvugta spurningin: hví ikki taka allan ognarskattin við, sum danskir pensjonistar gjalda í dýrum dómum fyri sínar sethúsarognir ? Tað man man í miðal kosta fleiri ferðir sonevnda eldrakekkin og “boligsikringen” við. Samanborið við hesi viðurskifti gjalda føroyskir pensjonistar ongan ognarskatt, kanska sum teir einastu í okkara parti av heiminum.

Framhaldandi menning av Samhaldsfasta
Bæði løgtingsins Trivnaðarnevnd og Fíggjarnevnd hava víst á, at neyðugt er við ávísum broytingum í Samhaldsfasta sum ein partur av føroysku almannapensjónini, sambært ásetingunum í norðurlendsku konventiónini um almannatrygd. Hetta snýr seg í høvuðsheitum um, at føroyingur, sum flytir í onnur norðanlond, hevur rætt til at fáa sín part av Samhaldsfasta við sær, alt eftir hvussu longi hann hevur búð her í landinum. Og øvugt, at ein tilflytari úr øðrum norðanlondum bert hevur rætt til tann lutfalsliga partin av Samhaldsfasta, ið svarar til tey ár hann hevur búð her, áðrenn hann gerst 67 ár. Hetta er serliga neyðugt at gera, sigur Fíggjarnevndin í áliti t. 28.11.06, “tá útgjaldið nú gerst ein týðandi partur av tí almennu pensjónsskipanini”.