? Vit hava viljan at rætta brekini

Tað ringasta sum kann henda er, at vit bæði í Danmark og í Føroyum siga, at tað stendur væl til við ríkisfelagsskapinum, tí tað ger tað ikki. Álvarsamir trupulleikar eru, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur dent á, at Javnaðarflokkurin er opin fyri hesum, og vil broyta hesi viðurskifti

? Uppskotið hjá okkum um eina sjálvstýrslóg hevur sum so ikki so nógv við búskaparligu støðuna at gera, og vit hava ikki nakrar ætlanir um at fremja nakra kollvelting innan ríkisfelagsskapin

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til tað, sum danska blaðið Jyllands-Posten sigur í oddagreinini mánadagin.

Jyllands-Posturin skrivar um »Færøsk smertegrænse«, og er tað fráboðanin frá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, teir viðgera.

Blaðið vísir á, at støðan í Føroyum, hóast framgongd, framvegis er »usikker og skrøbelig, hvilket med uhyggelig klarhed fremgår af den årlige beretning frå Statsministeriets rådgivende udvalg«.

Blaðið vísir eisini á, at føroyskir politikarar ikki vilja lurta eftir góðum ráðum frá donskum politikarum.


Vilja ikki taka

ímóti góðum ráðum

? Der er tale om en laden stå til-holdning, som går hånd i hånd med en støt stigende vrede over for råd og ønsker - for slet ikki at tale om krav - fra det officielle Danmark, skrivar blaðið, sum leggur afturat, at hendan vreiði serliga rakar Poul Nyrup Rasmussen - hvis partifæller på Færøerne er tæt på at undsige såvel ham som den bestående hjemmestyreordning, skrivar blaðið og leggur afturat, at Javnaðarflokkurin eisini heftur seg við, at danska stórnin noktar at koma við umbering fyri sera vánaligu viðgerðina av kanningararbeiðinum viðvíkjandi kreppuni.

Blaðið sigur eisini, at formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, vegna flokkin hevur kravt eina nýggja sjálvstýrislóg, sum inniber fult sjálvstýri - fyribils tó innan ríkisfelagsskapin.


Ótøkk er verðsins løn

? Eidesgaard hartilsyneladende glemt alt om, hvordan han og andre færøske toppolitikere for fire-fem år siden bønfaldt Danmark om store lån, da økonomien befandt sig på randen af sammenbrud. Nu tillader han sig at påstå, at regeringen i kraft af sine betingelse for at yde trecifrede millionlån tilsidesatte hjemmestyreloven. - Utak er stadig verdens løn, sigur blaðið.


Ikki ein spurn-

ingur um pengar

? Vit í Javnaðarflokkinum duga at síggja, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til munandi ábøtur, og fyri at fáa ríkisfelagsskapin at virka betur framyvir, er neyðugt at koma við broytingum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard heldur, at danska blaðið hevur misskilt hetta málið, og als ikki skilir, hvat høvuðsmálið í ríkisfelagsskapinum er.

? Fyri javnaðarfólk er ríkisfelagsskapurin ikki ein spurningur um krónur og oyru. Talan er ikki um viðurskifti, sum millum lángevara og lántakara. Teir gomlu plagdu at siga, at hvørja ferð tú setur krónur á ríkisfelagsskapin, so neglir tú seym í ta kistuna, sum ríkisfelagsskapurin liggur í.

? Tí haldi eg, at blaðið avdúkar sína vantandi vitan um viðurskiftini, tá teir teingja heimastýrislógina saman við, at Dankark hevur latið landsstýrinum lán í samband við bankakreppuna.

? Tað er rætt, at føroyski búskapurin fór fallit, men tað er júst bankakanningin, sum skal vísa, hvat fór fram, og um tað var soleiðis, sum okkum varð upplýst, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tí ikki leggur í at viðgera handan spurningin meira.


Sáttmáli millum

tjóðir á jøvnum føti

Jóannes Eidesgaard vísir á, hvussu óheppið tað er, at ríkisfelagsskapurin verður gjørdur upp í pengum.

? Vit hava bæði danir og føroyingar, ið gera tað. Her hava vit Tjóðveldisflokkin, sum nú er so upptikin, at partur av blokkstuðlinum fer aftur til Danmarkar sum renta - og seinni eisini sum avdrøg, og at tað tí ikki er neyðugt at hava blokkstuðulin.

? Men soleiðis hvusa vit ikki í Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Lesur tú tað, sum teir gomlu javnaðarmenninir søgdu aftan á heimastýrislógina, og serliga tað, sum Petur Mohr Dam segði tá, so var talan um ein sáttmála millum tvær tjóðir, sum arbeiddu á jøvnum føti og við virðing fyri hvørjum ørðum. Men tann virðingin er burtur, tá annar parturin sum kreditorur fullkomiliga setur til síðis heimastýrislógina.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at danska stjórnin hevur dikterað hvussu vit skuldu gera við fiskivinnuna, sum altíð hevur verið føroyskt sermál.

? Hetta er ein undirstriking av, at her eru nøkur brek, sum eru rættuliga sjónlig, og sum eiga at verða tikin til viðgerðar.

? Hetta er eisini tað, eg havi sagt í brævi til Poul Nyrup Rasmussen, at eru vit góð við ríkisfelagsskapin, so eiga vit at síggja hesi brekini, og vera opin fyri at broyta tey.

? Tað ringasta sum kann henda nú er, at vit bæði í Danmark og í Føroyum siga, at alt stendur væl til, tí tað ger tað ikki - trupulleikarnir eiga at verða tiknir til viðgerðar, sigur Jóannes Eidesgaard.