Ikki trilvandi eftir forðingum, men við áræði leitandi eftir møguleikum

- Vit hava funnið eina gongda rás við sáttmálanum við Ísland, men tað finnast fleiri ræsir. Tær finna vit bert við at hyggja upp  og hyggja út í heimin, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður á Vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum

Vinnuráðstevnan

Seinasta mikudag varð skipað fyri eini føroysk-íslendskari Vinnuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har løgmaður, Jóannes Eidesgaad, beyð vælkomin og Davið Oddson, sum er íslendskur uttanríkisráðharri, bar fram kvøðu.
Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á løgmansskrivstovuni, tosaði um innihaldið og týdningin av nýggja sáttmálanum, sum Føroyar og Ísland hava gjørt, og Grétar Már Sigurðsson, stjóri á handilspolitisku deildini í íslendska uttanríkismálaráðnum, tosaði um fríhandilsnet Íslands og EFTA.
Ráðstevnan byrjaði klokkan 14.30, og eftir kaffisteðgin um 15.30-tíðina hevði Jákup Jacobsen, sum rekur stórt handilsvirksemi í Íslandi og aðrastaðni, eina áhugaverda frásøgn um, hvussu hansara handilsvirksemið í Íslandi byrjaði.
Marita Rasmussen, sum starvast í Vinnuhúsinum, hevði síðan eina frágreiðing um samstarvsmøguleikar í fiskivinnuni, og at enda tosaði Illugi Gunnarsson, ráðgevi hjá íslendska uttanríkisráðharranum, um einskiljingar í Íslandi.
Væl av fólki nýttu høvi at lýða á framløgurnar í Norðurlandahúsinum, sum vóru lutfalsliga stuttar og neyvar.
Sosialurin fer í øðrum blaði at venda aftur til ymiskt av tí, sum var til umrøðu á ráðstevnuni, og í dag fara vit at endurgeva ein part av tí, sum løgmaður, Jóannes Eidesgaard, segði.

Út í alheimsgerðina
Løgmaður helt fyri, at tað sanniliga eisini eru hugaligar løtur í politikki, og ein av hesum var løtan, tá ið nýggi sáttmálin millum Føroyar og Ísland varð undirskrivaður.
- Hetta er aftur eitt stig á leiðini at menna okkara búskap  at menna okkara land og enn eitt stig fram móti málinum at gerast ein virkin partur í altjóða búskapinum.
Hann segði, at handilssáttmálin við Ísland í roynd og veru er okkara fyrsta veruliga stig út í alheimsgerðina.
- Hvat líkar okkum betri enn at taka eitt slíkt stig saman við eini brøðratjóð? spurdi løgmaður.
Og Jóannes Eidesgaard helt fram:
- Kanska er hetta eitt lítið stig, vil onkur siga, tí hóast íslendski marknaðurin er seks ferðir størri enn tann føroyski, er hann tó lítil í heimshøpi. Sáttmálin er tó eitt stórt stig fyri tey, sum troyta teir møguleikar, sum liggja í sáttmálanum.
Hann vísti á, at tað er bara at lata eitt blað upp  ella tendra fyri útvarpinum  so frættist dagliga um landvinningar, sum íslendskar fyritøkur gera, eisini á føroyska marknaðinum.
- Føroyskar fyritøkur fáa nú í sera stóran mun møguleikan at virka á júst sama palli sum íslendsku fyritøkurnar, og umstøðurnar eru nú uppaftur betri fyri at menna samstarvið millum føroyskt og íslendskt vinnulív.
Jóannes segði, at sáttmálin víðkar hesar møguleikar, tí arbeiðsmegi, vørur, tænastur og kapitalur kunnu nú frítt flytast landanna millum.
- Men kortini eru vit ikki komin á mál, tí týðandi avmarkingar eru í avtaluni innan fiskivinnuna.
Hann segði, at sum tvær fiskivinnutjóðir kunnu vit sjálvsagt ikki tosa um frían marknað landanna millum, so leingi forðingar eru innan okkara høvuðsvinnugrein.
- Tí fegnist eg um, at íslendingar, sum hava ynskt hesar avmarkingar, vísa vilja til at arbeiða víðari, soleiðis at forðingar í samstarvinum á fiskivinnuøkinum í framtíðini kunnu takast burtur, segði løgmaður.

Vitan og førleikar
Jóannes Eidesgaard segði, at landsstýrið hevur gjørt fullkomiliga greitt, at tað ynskir eitt opið handilsumhvørvi og ein búskap, sum er bygdur á vitan og føreikar.
- Tað er okkara uppgáva at skapa umstøður, sum kveikja og eggja vinnuni til at royna nýggjar leiðir, tí uttan eina vælvirkandi, kreativa og nýmennandi vinnu verður torført at náa høvuðsmálinum at menna okkara vælferðarsamfelag.
Hann segði, at umframt økt vinnuligt samstarv, hevur landsstýrið við sáttmálanum skrivað undir upp á at stimbra og víðka samstarvið innan onnur týðandi øki, eitt nú mentan, umhvørvi, gransking og tøkniliga menning.
- Størsta forðingin fyri framburði  í vinnulívinum og í samfelagnum sum heild - er snævurskygni. Skulu vit køva snævurskygnið, er neyðugt við lærdómi og íblástri uttanífrá. Okkum tørvar at víðka sjónarringin alla tíðina, og tað gera vit best gjøgnum økt samstarv.
Løgmaður endurtók, at nýggi sáttmálin er fyrsta stigið hjá føroysku tjóðini út í heimin.
- Men søgan endar ikki her. Nú mugu vit eisini líta suður í heim.
At enda vísti Jóannes Eidesgaad til skaldið, Regin Dahl, sum í eini av vøkru yrkingum sinum spyr: "Hvar er rás yvir reynið?"
- Her hava vit funnið eina gongda rás, men eitt er vist; tað finnast fleiri ræsir. Men vit finna tær bert, um vit hyggja upp og hyggja út í heimin. Ikki trilvandi eftir forðingum, men við áræði leitandi eftir møguleikum. Fyrsta rásin er ruddað, so nú er at fara til gongu niðaná, helt løgmaður fyri, tá ið hann setti Vinnuráðstevnuna.