Evran kemur til Føroya 3. januar

Fyrsta januar verður evnan sjónligt gjaldoyra í fleiri londum í Evropa. Í Føroyum verða fyrstu seðlarnir at síggja 3. januar. Hetta fer ikki at ávirka føroyska búskapin ella donsku krónina, metir fíggjarleiðari

 

Evra

Hin 1. januar í 2002 koma nýggir pengaseðlar og nýggjar myntir á gøtuni í 12 av teimum 15 ES-londunum, sum skulu avloysa tey galdandi gjaldoyruni. Tað eru bert Ongland, Svøríki og ríkisfelagin Danmark, sum ikki vilja hava evruna at vera galdandi gjaldoyra í egnum landi og ríki. Tað er tó framleitt so mikið, at hesi londini ? eins og onnur ? eisini fáa nakrar seðlar sendandi á nýggjárinum. Í Føroyum verða fyrstu seðlarnir ikki her fyrrenn 2. januar og almenningurin fær ikki hendi á teimum fyrrenn 3. januar.

Eftir hvat Sosialurin skilir, so verður hetta gjørt av trygdaráðum, tí danir tora ikki at senda seðlar til Føroya, áðrenn nýggjárið er skotið inn, tí hetta kann seta trygdina í vanda. Føroysku pengasamlarnir kunnu sostatt fara í peningastovn seinnapartin hósdagin 3. januar og ogna sær nýggju evruseðlarnar.


Trý ár

Finn Danberg er fíggjarleiðari fyri Føroya Sparikassa, og hann sigur, at hetta ikki er nøkur stórhending í fíggjarheiminum, tí evran hevur verið galdandi gjaldoyra síðani 1. januar 1999. Hann sigur, at evran nú telist millum tey gjaldoyruni, sum teir hava mest við at gera ? bæði teir sjálvir og kundar hjá Sparikassanum.

?Stórhendingin á nýggjárinum verður bert tað, at fólk fáa nýggjar seðlar um hendi, men hetta fer ikki at ávirka fíggjarheimin nakað stórvegis, tí hon hevur verið til í góð trý ár, sigur Finn Danberg.

Føroyingar, føroyski búskapurin og danska krónan hava einki at óttast fyri, um tú altso ikki eigur eina rúgvu av D-markum liggjandi undir madrassuni.

?Danska krónan er í einum fastkurssamstarvið við evruna, og hetta ger, at tað verður rættiliga javnur kursur, og vit hava ikki og fara ikki at merkja nakað stórvegis til evruna, sigur Finn Danberg.

?Fær okkurt ES-land tað trupult, so vil hetta eisini geva útslag á virðið á evruni, men tað kemur mestur ikki at ávirka okkum nakað stórvegis, sigur Finn Danberg.

Hann sigur víðari, at kursurin hevur ligið í miðal á 7,46, t.e. 746 DKR fyri hundrað evrur. Higartil hava bert heilt lítil frávik verið at sæð, og kursurin hevur í seinastuni ligið um 7,44.

Fyri Føroya Sparikassa og aðrar peningastovnar í Evropa verður tað lættari, tá tað ikki eru so nógv gjaldoyri at velja ímillum.

Tað hevur eisini verið borið upp á mál, at danir møguliga fara at broyta hugburð, nú teir fáa evruna millum hendurnar, og hon ikki longur verður eitt gjaldoyra, sum ikki kann síggjast nakrastaðni.



Prýddir

Teir pengaseðlarnir, sum flestu evropearar fara at kenna nógv betri komandi tíðina eru prýddir við alskynsmyndum. Tað er nevniliga soleiðis, at hvørt landi sær eigur aðru síðuna av seðlunum, har landið sostatt kann seta eina ella aðra mynd, men virðið er sjálvsagt tað sama.

Tað er eitt sindur ymist, nær tað ymisku gjaldoyruni fara úr gildið, men tað er í øllum førum vist, at tey øll fara úr gildi.

Hjálparfelagskapir hava roynt at fingið hendur á teimum mongu pengunum, sum kanska fara til ?spillis? fyrst í komandi ári, men hetta hevur bert eydnast partvíst.

Í Føroyum kunnu vit enn halda okkum til drótningina og føroysku náttúruna í komandi ári.