Tað sæst í svarið upp á grein 52a fyrispurning, sum Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett Aksel V. Johannsen, løgmanni, um trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartnlunum.
Fyrispurningurin frá Bárði á Lakjuni var soljóðandi:
1. Hvør hevur ábyrgdina av trygdini í teimum fýra undirsjóvartunlunum? Og er nakar
eftirlitsstovnur, sum javnan metir um, um trygdin er í lagi?
2. Er tað nøktandi, at allar tær grundleggjandi funksjónirnar í undirsjóvartunlunum – pumpur, viftur o.s.fr. – eru tengdar at vanliga el-netinum einans?
3. Hvussu leingi kann vanliga ferðslan halda á ótarnað, tá m.a. pumpur og viftur eru óvirknar grundað á streymslit?
4. Hvat hevði tað kravt at havt eina alternativa skipan við neyðaggregati/ljósmotori í teimum fýra undirsjóvartunlunum?
5. Eru krøv til vandamikla ferðslu og frakt – t.d. olja, bensin, kemikaliir, gass, trykktangar, spreingievni o.s.fr. – í teimum fýra undirsjóvartunlunum?
6. Eru gomlu ferjulegurnar tøkar og í egnaðum standi, um undirsjóvartunlarnir verða stongdir í longri tíð?
Í svarinum til sigur løgmaður, at hann hevur heintað inn fylgjandi svar frá P/F Tunnil (spurningar 1-5) og frá Landsverki (spurningur 6):
Svar til spurning nr. 1
Í sambandi við trygd og tilbúgving, er tað sambært galdandi lóggávu kommunustýrið, ið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi, har tunnilin er. Leiðslan í felagnum, sum eigur tunnilin, hevur ábyrgdina av at hava eina tilbúgvingarætlan fyri hvønn tunnil. Tilbúgvingarætlanin er útgreinað saman við Sløkkiliðunum í kommununum, Landsverk, Løgregluni og Sjúkraflutningstænastuni á sjúkrahúsunum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er myndugleiki á økinum.
Svar til spurning nr. 2
Undirsjóvartunlarnir eru bygdir sambært teimum standardum/normum/krøvum, sum norskir undirsjóvartunlar verða bygdir eftir.
Verður streymurin burtur í longri tíð, so hevur SEV eina tilbúgving, har teir seta motordrivin neyðaggregat upp, so viftur og pumpur framhaldandi eru virknar. Um streymurin er burtur í longri tíð, fer hetta eisini at minka um ferðsluna.
##med2##
Svar til spurning nr. 3
Um pumpurnar ikki koyra vegna streymslit ella av einihvørjari aðrari orsøk, hava feløgini tilbúgving, so vatnið fæst úr tunlunum.
Um vifturnar eru óvirknar í longri tíð vegna streymslit, er møguleiki fyri at regulera og minka um ferðsluna, um tað verður ov nógvur roykur og útstoytsgass.
Tunlarnir fáa streym frá báðum tunnilsmunnunum. Ein neyðtilbúgving er hjá SEV, sum kann seta neyðaggregatir upp til at veita tunlunum streym.
Svar til spurning nr. 4
Við alternativari skipan vildi tað kravt diesel/bensin rikin motoraggregat. Sum útgangsstøði skal man hava eitt aggregat við hvørja Trafostøð (Transformarastøð hjá SEV) og við hvørja pumpustøð. Tal av Trafostøðum: Vágatunnilin 6 stk, Norðoyatunnilin 5 stk., Eysturoyartunnilin 14 stk. og Sandoyartunnilin 10 stk.
Orsakað av trygdini, er torført at hava motordrivin neyðaggregat í tunlunum, tá hesi útláta nógv gass.
Neyðugt hevði eisini verið at havt oljugoymslur av ávísari stødd við hvørt aggregat. SEV hevur eina tilbúgving, so tunlarnir fáa streym í eini neyðstøðu.
Svar til spurning nr. 5
Feløgini, sum varða av undirsjóvartunlunum, seta ikki ávís krøv til akfør, sum koyra í undirsjóvartunlunum. Krøvini, sum eru til akfør, sum koyra á landsvegakervinum, eru eisini galdandi í undirsjóvartunlunum.
##med3##
Svar til spurning nr. 6
Ferjulegan á Gomlurætt er framvegis í brúk og verður regluliga viðlíkahildin. Landsverk metir tí, at ferjulegan er í nóg góðum standi at nýta til avloysaraskip á Sandoyarleiðini, um tørvur er á hesum.
Í Skopun er møguleiki at leggja at við gomlu ferjuleguna, men verður hon ikki longur viðlíkahildin av Landsverki, eftir at fasta rutusiglingin gavst. Landsverk hevur ikki í verandi løtu eina meting av standinum á gomlu ferguleguni. Avbjóðingar hava verið við at grót leggur seg í innsiglingina. Landsverk hevur ikki ætlan um at gera trygdar- og støðumeting av havnarlagnum í Skopun, tí eingin føst rutusigling er til havnina.
Landsverk metir tað ikki vera greitt hvør myndugleiki skal ráðleggja tilbúgving/flytføri millum oyggjarnar, um undirsjóvartunlar av onkrari orsøk mugu steingja.
Viðvíkjandi alternativum havnum/farleiðum, sum kunnu nýtast, um Norðoyar- ella Vágatunnilin verða stongdir, eitt nú Oyrargjógv, Vestmanna, Klaksvík og Leirvík, so hevur Landsverk ikki gjørt nakrar kanningar av hesum.













