Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið ta fatan, at hann gjarna vil hava ein enda á krígnum í Ukraina.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært tíðindastovuni AFP, eftir fundin týsdagin í Moskva millum Putin og amerikansku sendimenninar Steve Witkoff og Jared Kushner.
Á fundinum í Kreml umrøddu partarnir eitt amerikanskt uppskot til ætlan um at enda skjótt fýra ára langa kríggið.
- Inntrykkið hjá teimum er, at hann gjarna vil síggja kríggið fáa ein enda, sigur Donald Trump sambært AFP.
Enn er tó ov tíðliga hjá amerikanska forsetanum at meta um, hvat fundurin í Moskva kann hava við sær.
- Talan var um ein lutfalsliga góðan fund, sigur Trump sambært Reuters.
- Eg dugi ikki at siga, hvat kemur burturúr fundinum.
Uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Vladimir Putin, Yuri Ushakov, segði í framhaldi av fundinum, at enn eru knútar, sum skulu loysast.
- Higartil eru vit ikki komin til nakra semju, men onkrar amerikanskar loysnir kunnu umrøðast, segði Ushakov sambært AFP, tá ein journalistur spurdi um hersettu økini í Ukraina.
- Nakrar uppskotnar orðingar hóska okkum ikki, og arbeiðið heldur fram, varð víðari sagt.
Sambært Ushakov fingu partarnir ikki semju um ein av teimum torførastu trupulleikunum: øki.
Uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Putin segði, at russiski forsetin var kritiskur og negativur mótvegis einum hópi av uppskotum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, metti týsdagin, at "framgongd" er gjørd. Hetta hendi í samrøðu við Fox News.
- Vit royna at finna útav, um tað ber til at enda kríggið á ein hátt, sum verjir framtíðina hjá Ukraina og sum báðir partar kunnu góðtaka.
- Eg haldi, at vit hava nakað framstig, segði Marco Rubio.
Uttanríkisráðharrin segði eisini, at tað í stóran mun er upp til Putin, hvat fer at henda.
- Bara Putin kann enda kríggið frá russiskari síðu, segði Rubio.
/Ritzau/











