Hesir mynda toppin í føroyskari telving: f.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi). Myndin er tikin á talvolympiaduni í Budapest í fjør.

Talv: Nýggjur styrkilisti

Tað eru ikki stórvegis broytingar á topp-10 listanum yvir føroyskar telvarar, nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember.

 

Hesir mynda toppin í føroyskari telving: f.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi). Myndin er tikin á talvolympiaduni í Budapest í fjør.

Martin Poulsen gongur eini hálvthundrað ratingstig aftur eftir minni góða úrslitið í EM-stevnuni í Georgia í heyst. Tað sum Luitjen Akselsson Apol misti í somu EM-stevnuni, fær hann lutvíst aftur við góða úrslitinum í smálandakappingini á Kýprós herfyri.

 

Høgni Egilstoft Nielsen nærkast nú av álvara aftur 2400 talinum, sum hann einaferð var uppi á.

 

Nevnast kann, at unglingarnir Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen, sum vóru við á føroyska landsliðnum á Kýprós, eru í løtuni nummar 19 og 20 á føroyska listanum.

 

Í alt eru einir 425 virknir telvarar í Føroyum. Og desember-tølini hjá okkara fremstu tíggju telvarum geva Føroyum eina støðu sum nummar 75 av 201 limalondum í FIDE. 

 

Topp 10 (desember 2025)

 

1. GM Helgi Dam Ziska, HT (2542)

 

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST (2391)

 

3. IM John Arni Nilssen, ST (2331)

 

4. Rógvi Egilstoft, ST (2312)

 

5. Luitjen Akselsson Apol, HT (2306)

 

6. IM John Rødgaard, VT (2237)

 

7. Martin Poulsen, HT (2225)

 

8. Ólavur Simonsen, KTF (2200)

 

9. Jóan Hendrik Andreasen, HT (2181)

 

10. Carl Eli N. Samuelsen, HT (2131)

 

 

 

Telva uttanlands

 

Nakrir av okkara fremstu tíggju telvarum eru eisini knýttir at donskum feløgum. 

 

John Arni Nilssen, John Rødgaard og Jóan Hendrik Andreasen búgva í Danmark og telva fast har. Jóan Hendrik telvar á 1. liði hjá Brønshøj Skakforening í bestu donsku deildini - Skakligaen. Har telvar hann saman við monnum sum Tiger Hillarp-Persson, Carsten Høi og Kim Pilgård. Jóan Hendrik hevur í trimum dystum í heyst telvað tvey remis og tapt eitt.

 

John Rødgaard umboðar Esbjerg Skakforening í næstbestu donsku deildini. John er skrásettur sum fremsti telvarin í heimbýnum, og situr á 1. borði hjá Esbjerg. 

 

John Arni Nilssen telvar eisini í næstbestu deildini við Valby Skakklub. Nýtt navn á styrkilistanum hjá felagnum er Høgni Egilstoft Nielsen. Hann er skrásettur sum fyrsti maður hjá talvfelagnum í Valby, men higartil hevur hann ikki verið við í nøkrum dysti. John Arni hevur heldur ikki verið við higartil í heyst. John Arni sæst sjáldan á føroyska landsliðnum longur, og hevur verið minni virkin seinnu árini.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at dóttir John Arna Nilssen, Ellen Fredericia Nilssen, sum er 24 ár, er sterkasta kvinna í danskari telving. Hennara styrkital er 2142, so hon hevði staðið nummar 9 á føroyska listanum. John Arni, sum er uppvaksin í Skopun, hevur búð í Danmark síðani 1992, tá ið hann flutti niður sum 17 ára gamal.

 

 

 

Ovurstórur áhugi fyri Janus Open

 

Talvfelagið Rókur í Sundalagnum spennir seg út til eina nýggja kapping í røðini Janus Open. Kappingin verður vikuskiftið 9.-11. januar 2026 í Kolshøll á Eiði, og luttakaratalið er longu komið upp á 124. 

 

Í fjør vóru 103 telvarar við, og tað er met. men longu nú er greitt, at kappingin tekur sítt egna met og setur nýtt føroyskt met. Freistin er ikki úti enn, men óvist er, um til ber at hýsa nógv fleiri telvarum í Kolshøll. Meginparturin av telvarunum eru føroyingar - nógvir eru úr lokaløkinum - men telvarar úr útlondum hava eisini boðað frá luttøku.

 

Tað er ein sólskinssøga, at so stórur áhugi er fyri eini talvkapping í Føroyum, tí vanliga gongur striltið at fáa luttakaratalið uppum hálvthundrað til árligu FM-kappingina á páskum.

 

Høvuðsfyriskiparin er tann ídni Rógvi Egilstoft, sum stjórnar øllum sunnan úr Spania.

 

Kappingin er til minnis um eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldhugaður felagsmaður í talvfelagnum Róki, men doyði í 2024, bara 46 ár.

 

 

 

Landskappingin

 

Sum kunnugt eru bara trý umfør spæld í føroysku landskappingini. Tað kemst serliga av, at talvlandsliðið hevur verið við í tveimum kappingum í heyst.

 

Dystirnir í fjórða umfari verða 4. januar, og fimta umfar er á skránni 18. januar. Eftir tað er kappingin hálvrunnin. Seinasta umfarið verður um miðjan mars.

 

Hesir mynda toppin í føroyskari telving: f.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard (standandi). Myndin er tikin á talvolympiaduni í Budapest í fjør.