Kvæðini rocka sum ongantíð fyrr

Rockbólkurin heldur fast um sín sermerkta kvæðarock, og áhugin fyri bólkinum uttanlands er støðugt vaksandi. Seinni í ár kemur ein nýggj fløga frá bólkinum, og næsta ár ætlar bólkurin aftur at fara at ferðast meira við sínum tónleiki

Rockbólkurin Týr hevur verið ein tann mest virkni føroyski bólkurin í útheiminum seinnu árini. Teir hava spælt í londum sum Russlandi, Týsklandi, Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark, og tónleikurin hjá teimum røkkur so víða, at ummæli eru at finna í tíðarritum í øllum hugsandi londum kring heimin, og tey hava enntá við sær, at sølufløgan hjá bólkinum er rættiliga fitt uttanlands.
Nú um dagarnar kom tað fram, at fløgusølan hjá Týr í USA er vaksandi, eftir at teir hava fingið umrøðu á eini internetsíðu har, og áður hava eisini týskarar og noðurlendingar í stórum tali keypt innspælda tónleikin hjá Týr.

Byrjaði í Prixnum
Tað var nakað heilt fyri seg, tá ið rockbólkurin Týr, sum eingin kendi nakað til, var við í Prix Føroyum í 2001.
Bólkurin spældi til eitt innleiðari umfar í Suðuroy, og tað endaði við, at fólk tóku saman á gólvinum, tá ið serstaka útgávan av Orminum Langa rungaði í seigari rocktakt.
Tað gjørdist byrjanin til ein spennandi føroyskan bólk, sum hevur verið sera virkin í útlandinum og tykist verða betri fyri enn nakrantíð áður, nú bólkurin arbeiðir við nýggjari fløgu og hevur sett kuffertini til síðis í eina tíð.
Týr skal spæla næstu fløguna hjá sær inn í danska Hansen Studio í heyst, og hetta er sama studio, sum bólkurin spældi sína seinastu ? og nógv bestu ? fløgu inn fyri tveimum árum síðani.

Frambrot við Eiriki Reyða
Við útgávuni Eric The Red fekk tónleikurin hjá Týr eitt slíkt frambrot, at talan alt í einum gjørdist um rocktónleik í altjóða flokki.
Við týðuliga íblástrinum frá føroyskum kvæði og norðurlendskari gudalæru fann bólkurin ein stíl, sum eingin annar bólkur í heiminum hevur. Samstundis vóru greiðir referansur til klassiskar rockbólkar sum Black Sabbath og Led Zeppelin.
Útgávan Eric The Red hevur verið ummæld í nógvum tíðarritum og heimasíðum uttanlands, og ummælini hava verið sera góð. Eisini her heima hava verið rósandi orð til bólkin, og tónleikarin Petur Mohr Reinert helt í sínum ummæli, at Eric The Red er nógv tann besta fløgan, sum nakrantíð er komin út í Føroyum.

Hugsa um næstu útgávuna
Týr hevur ikki ferðast so nógv í ár, sum bólkurin hevur gjørt undanfarin ár, men tað er eitt val, sum manningin í bólkinum hevur gjørt.
Teir arbeiða við at gera nýggjan tónleik til næstu útgávuna, og tað er fyrst og fremst har, orkan verður løgd í løtuni. Men teir eru altíð sinnaðir at hava onkra framførslu, og teir vera við til Atlantic Music Event leygarkvøldið. Har fáa teir eisini møguleikan at vísa seg fram mótvegis nógvum útlendskum tónleikagestum, og tað er funnin fressur.
Týr lovar, at næsta tónleikurin á næstu fløguni hjá bólkinum, fer at líkjast tí, sum Týr er kent fyri, men teir ætla eisini at royna nakað nýtt og flyta seg eitt sindur á nýggju fløguni.
Løgini til tónleikin eru føroysk og norðurlendsk, og teir fara sum vant at syngja á bæði føroyskum og enskum. Harafturat siga teir, at teir eisini ætla at syngja á onkrum øðrum norðurlendskum máli, og tað er nakað nýtt hjá Týr. Triðja fløgan hjá Týr kemur út í vetur, og næsta ár ætla teir sær at spæla meira í útlandinum aftur.