Rætt er tað, at vit skulu hava eitt sakligt tjak. Fiskivinnuuppskot tykkara kemur at kollvelta allan tann føroyska fiskiflotan, líka frá útróðri til rækju - og flakatrolarar, tí eg gangi út frá, at alt tilfeingið sum tað er, skal á uppboðssølu. Og tað næsta má væl vera, at vatn til elverk, fuglur, jørð og kol eisini skal á uppboðssølu. Modellið við tilfengisrentu er elligamalt og hevur verið roynt m.a. í Sovjetsamveldinum undir harðrendum einaræði.
Ikki er grundarlag fyri at gera íløgur, tá ið fiskivinnupolitikkurin áhaldandi verður broyttur. Óstøðugu viðurskiftini koma at gera tað uppaftur verri at fáast við fiskiveiðu.
Uppskot tykkara er ikki ein skatta - ella avgjaldsspurningur. Nei uppskoti tekur alt grundarlagið undir føroyskari fiskiveiðu burtur - og tað er hetta sum er grovasta álop á føroyska fiskiveiðu nakrantíð. Føroyski fiskiflotin er rikin av so gott sum øllum fjarleiðum og nú manglar bara tann endaliga avhøvdingin, so eru eingir fiskimenn eftir og heldur ongi reiðaríir. Hvør ið verður glaður er ilt at siga, men gott fyri Føroya land verður tað ikki.
Føroyskar fyritøkur hava ikki fíggjarligan førleika at luttaka í hesari uppboðssølu, tí tær hava longu bundið meginpartin av kapitalinum í skip og veiðuloyvir. Vinnulívsfólk, útróðrarmenn og fiskimenn eru í góðari trúgv farin til verka og hóast mótburð so hevur okkara fólk hóðra undan í øldir.
Eg havi í huga tær umleið 2000 familjurnar sum liva av fiskiveiðu. Hesi umleið 8000 fólkini (mammur og børn írokna) vera send út í eitt fíggjarligt óføri, tí teirra lívsgrundarlag, nevnliga útróðrarbáturin ella tjansurin við einum fiskiskipi verður tikin frá teimum og sett á uppboðssølu. Tískil fáa vit ein sosialan skeivleika, við tað at ein ógvuslig miðsavnan av flotanum verður ein beinleiðis fylgja av uppskoti tykkara. Serliga verða smæri plássini í Føroyum illa fyri. Flakavirkini koma eisini illa fyri tí tey klára ikki at gjalda meirkostnaðin fyri fiskin, sum verður ein náttúrlig fylgja av uppskoti tykkara.
Tað verður soleiðis at tær fyritøkurnar - serliga útlendskar - sum hava nógvan kapital koma eftir stuttari tíð at drena smærru føroysku fyritøkurnar og einkultpersónar fyri gjaldføri. Tú klárar ikki at kappbjóða ímóti eini fyritøku sum hevur 100 mió.kr. ella meira at arbeiða við, tað letur seg rætt og slætt ikki gera. Tey flestu reiðaríðini fara tí av knóranum eftir heilt stuttari tíð - og í heilt nógvum reiðaríðum eru fiskimennirnir partaeigarar, so her verður eitt ógvusligt bakkast hjá nógvum føroyingum.
Tí verður tað bara ein spurningur um stutta tíð so vera heldur ikki føroyskar fyritøkur við longur og vit hava í veruleikanum avreitt øll okkara rættindir til útlendingar - hetta hóast formliga sølan gongur ígjøgnum føroyska uppboðssølu. Serliga vandamikið og freistandi er hetta nú oljuvinnan stendur fyri durðum. Haraftrat kemur at útlensku fyritøkurnar fáa millióna upphæddir í stuðli frá ES so tað verður vónleyst hjá okkum føroyingum at bjóða ímóti teimum. Vit mugu so konstatera at alt stríði við at fáa 200 fjórðinga fiskimark hevur verið til fánýtis, tí vit koma at avreiða alt okkara tilfeingið til útlendingar kortini.
Hinvegin so er einki sum forðar nøkrum at koma inn í fiskivinnuna í dag. Tað er bara ein spurningur um at hava vitan, áræði og sjálvandi eitt sindur av eginpeningi eisini. Tað hava ongantíð verið so góðir møguleikar sum beint nú. So tann sum vil, hann kann eisini, tað er púra vist. Men teir allarflestu hava arbeitt seg upp frá trolaradekkinum ella egningarskúrinum og tann lívsroyndin er altso neyðug skalt ein vera í hesari vinnuni. Tað er fávitska at halda nakað annað.
Tann samfelagsliga rokningin og sosialu fylgjurnar vera nógva ferðir størri enn tann møguliga inntøkan sum kemur av uppskoti Búskaparráðsins.
Hetta hevur ein framstandandi íslenskur professari í búskapi eisini víst á. Og sum búskaparfrøðingur sjálvur, skilji eg ikki at tit vilja seta allan tann føroyska útróðrar - fiskiflotan uppá spæl við einum eksperimenti hvørs úrslit vit longu hava sæð sosialu fylgjurnar av nógva staðni í heiminum m.a. fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Tað kann gott vera at eg taki í so rívan til yvirfyri Búskaparráðnum, men tað er ikki uttan grund. Her er veruligur vandi á ferð fyri øll sum liva av føroyskari fiskivinnu.
Orð Jóannes Paturssonar: " Tit dripið hava føroyingin í Føroyum " er tað sum rennur einum til hugs. Lat hetta ikki henda.