Faxe Kondi menn: H71 vann bólkafinaluna í bólki 2

VÍF vann á Team Klaksvík

Savnsmynd frá apríl

Tað var longu greitt aftaná tvey leikt umfør í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum, at tað fóru at vera H71 og Neistin, ið fóru at spæla hálvfinalur.

 

Í kvøld var bólkafinala í Hoyvíkshøllini, har H71 vann greiðan 32-25 sigur. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 16-14.

 

Jákup Egholm var við sjey málum toppskjútti hjá H71. Toppskjúttar hjá Neistanum við fýra málum hvør vóru Fríði Magnussen, Mortan Eyðunarson og Ári Arnason.

 

Í dystinum um at sleppa undan fjórða og aftasta plássinum í bólkinum vann VÍF í KÍ-høllini 27-22 (11-8) á Team Klaksvík.

 

Beinir Johannesen var við sjey málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Toppskjútti hjá VÍF við átta málum var Eyði Bjargarson.

 

H71 vann bólkin við seks stigum, og Neistin gjørdist nummar tvey við fýra stigum. VÍF endaði á tveimum stigum, meðan Team Klaksvík einki stig hevur.

 

H71 møtir KÍF, og Neistin møtir Kyndli í hálvfinalunum. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dystunum H71-Neistin og Team Klaksvík-VÍF:

 

##med2##

 

##med3## 

 

Savnsmynd frá apríl