Kappróðrarbáturin CATCH

Um aldarskiftið hava ítróttarkappingar verið frammaliga í huganum hjá tvøráfólki, og áðrenn verulig gongd er komin á at byggja føroyskan bát til kappróður, sá hesin bátur dagsins ljós. Hann er bygdur uml. 1908-10 á bátaverkstaðnum hjá Johan og Petur Mohr Mortensen (hjá Danjali) á Tvøroyri. Nevnast kann, at tíggjumannafarið suðuroyingur sum er ein av elstu - um ikki elstur - kappróðrarbátum í Føroyum, varð bygdur fyri 60 árum síðani ella fyrst í 1930 talinum.

Tá ið v it sum hálvvaksnir dreingir frættu um hendan merkiliga bát sum onkur undir Heygnum átti, varð sagt okkum, at báturin varð bygdur til kappróður, eftir sama sniði sum danskir ella enskir kappróðrarbátar, og at bátaslagið var nevnt »inrigger«. Báturin er 7 m. langur, 1,18 m. breiður um stokkarnar á miðjuni og 48 cm. djúpur niður á kjølin. Vanligir tollar og hømliubond eru ikki til at leggja árarnar í, men áragaflar, hetta helst tí at árin skal vendast hálvt umfar hvørja ferð hon verður tikin upp úr sjónum. Árin er ikki vanlig føroysk ár, men lík teim árum, ein sær umboð á bjargingarbátum. Sjálvsagt eru slíkir bátar rankir, og tí lættari fyri at koppa enn vanligi føroyski báturin. Um ikki árin varð snarað rætt upp úr sjónum, hendi ofta, at báturin hevði hug at koppa, tá ið góð ferð varð á.

Tað var tí neyðugt at læra serliga væl áralagið og at snara árini á upp úr sjónum, áðrenn manningin kundi leggja allar kreftir í. Manningin á bátinum telur bert 5 mans, stýrimaður og 4 røðarar, ein til hvørja ár. Ikki sita menn aftanfyri hvønn annan, men úti í hinum borðinum, har árin liggur út frá bátinum.

Á fyrru myndini frá 1910-1912, sæst Petur Berthelsen (Debun) sum stýrimaður, næstur honum frameftir situr bátasmiðjurin og táverandi eigari Johan Mortensen (hjá Danjali), síðani Thomas Fr. Thomsen, Richard B. Thomsen og fremstur D. J. Enni. Ikki havi eg frætt um annan bát av hesum slag í Føroyum, og tí heldur ikki um kappróður við slíkum bátaslagi her á landi.

Undir seinna krígnum fekk Henning Thomsen vegna Skótaliðið F.L.Ø.T.T. loyvi frá eigaranum at brúka bátin, og varð hann nýttur í fleiri ár av ungum dreingjum úr skótaliðnum, til venjingar og til stuttleika.


Minna myndin

Á seinnu myndini, har báturin er á útferð og liggur við vestursíðuna av Tjaldavíkshólmi, er CATCH mannaður við skótum árið 1944 ella 1945. Fremstur er Kaj Meyer, næstur Mervyn Dimon og Groth Larsen, aftastur Poul Juul Kjær. Fimti maður Henning Thomsen er farin í land á hólminum at avmynda bát og dreingir.

Í tíðarskeiðinum, tá ið skótarnir høvdu bátin, vóru upp til 4 og 5 manningar ella 20-25 dreingir til einaferð seint í 19?fjørutunum. Treytin fyri at ein kundi sleppa at rógva við bátinum var, at tú kundi svimja ikki minni enn 200 metrar, hetta um óhapp skuldi borist á. Vanliga var ikki farið langt út um Høvdan, tó einaferð havi eg í besta summarveðri verið við at rógva suður á Hovsfjørð. Í skótatíðini, meðan vanligir bátar vandu til stevnurnar, høvdu vit til fragd at kappast, og varð skjótt greitt, at báturin vit kundu vinna, var tíggjumannafarið Suðuroyingur, og hendi tað ikki sjáldan, at CATCH vann á 2000 metra strekkinum.

Hví báturin fekk navnið CATCH er ikki heilt greitt, tað er helst eftir enska orðinum fyri: at fáa fatur á, ella at verða við í (kappingini - leikinum).

Hesin í Føroyum sjáldsami bátur er í varðveitslu hjá Henning Thomsen, Tvøroyri. Áhugavert hevði verið, um hann onkuntíð varð at síggja á stevnuróðri, um ikki annað, so sum óvanligur gestur.


Einar Larsen