Verkstova at smíða sangir

Royndu lagsmiðirnir Marius Ziska og danin Roar Amundsen geva amboð og nýggjar háttir, at smíða sangir

Tíðindaskriv

 

Í næstum verður skipað fyri verkstovu, har royndu lagsmiðirnir Marius Ziska og danin Roar Amundsen geva amboð og nýggjar háttir, at smíða sangir.

Tað eru nógv, ið hava torført við at skriva teirra egnu sangir. Ofta rennir man seg fastan á hálvari leið við tekstinum, og á sama hátt við lagnum. Úrslitið av hesum verður, at sangir verða tveittir í skuffuna, heldur enn at koma út kring heimin. Á hesari verkstovuni, verður arbeitt við at geva luttakarunum grundamboð og arbeiðshættir, ið kunnu hjálpa einum at koma í gongd við at smíðja sangir.

Tað er eingin rættur og eingin skeivur háttur hvussu ein smíðar sínar egnu sangir, og fara Marius og Roar hvør í sínum lagi at greiða frá, hvussu teir arbeiða við at smíða síni løg og sínar tekstir, og hvønn hátt teir nýta, tá teir møta avbjóðandi avbjóðingum.

Í seinnu helvt av tíðarskeiðinum sum verkstovan verður, fara luttakararnir sjálvir at arbeiða eitt sindur við smáðum uppgávum í bólkum, so teir kunnu royna nýggju arbeiðsháttirnar.
Henda verkstova er ætla teimum, ið annahvørt fegin vilja byrja at smíða sínar egnu sangir, umframt tey ið hava nakað av royndum, men fegin vilja hava íblástur fyri at styrkja og menna sínar førleikar.

Fyriskipararnir miða ímóti at fáa luttakarar í aldrinum 13 til 30 ár. Um tú ert solistur ella limur í einum bólki er líkamikið.

Verkstovan verður hildin í ungdómshúsinum í Klaksvík, mánadagin 5. september, frá kl. 16.30 til 21.00.

Kostnaðurin fyri luttøku er 300 kr, og er tá Pizza & Sodavatn umframt atgongumerki íroknað til konsertina “Klaksvík Music Camp” annaðhvørt í Reinsarínum í Havn hóskvøldið 8. september, ella í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið 9. september. 

Til ber at melda seg til verkstovuna í seinsta lagi 4. september, við at senda ein teldupost til: roar@songcrafter.dk.

Pláss verður í mesta lagi fyri 20 luttakarum.

Um undirvísarnar:
Roar Amundsen er ‘freelansari’ og er farin heilt egnar leiðir innan tónleikavinnuna seinastu 15 árini, drigin av eldhuga innan menning av ‘talentum’. Hann er sanskrivari og tekstahøvundur, og hevur seinstu fimm árini millum annað skriva tekstir til danska bólkin ‘På Slaget 12’. Hann hevur undirvíst fleiri enn 100 næmingum í sangskriving á navnframa Engelsholm Højskole, og hevur seinstu 10 árini við sera góðum royndum bæði luttikið og undirvíst á altjóða sangskrivara verkstovum í Danmark, Norra, Sveits og í Føroyum, við luttakarum úr Evropa og USA. Hann stovnaði í 2007 platufelagið Songcrafter Music og hevur harumframt ‘booking’ fyritøkuna Mayday Music. Eisini hevur hann verið partur av eitt ótal av verkætlanum ma. saman við SPOT Festival, DR og NRK.

Tann føroyski sangarin, sangskrivarin og tónleikarin Marius Ziska byrjaði sína yrkisleið innan tónleik heilt ungur í rockorkestrinum Flux, og í 2005 kom fyrstu ‘solo’ útgáva hansara “The Sky Is Our Home”. Vi seinastu útgávu hansara “Home” (2015) fekk hann sítt veruliga gjøgnumbrot, og vann ma. Faroese Music Award fyri besta sang (Going Home). Marius hevur verið á nógvum konsertferðum, bæði her heima umframt í Danmark, Týsklandi, Íslandi og í Ruslandi. Hann er nýliga eisini byrjaður at arbeiða sum framleiðslufólk og sangskrivari fyri onnur.




***



Vegna fyrireikararnar



Jakup Eydnugarð