Byrjaði á dekkinum – helt fram á brúnni

Eftir at hava vitjað Suðuroynna um vikuskiftið, legði trúboðaraskipið Logos II leiðina til Íslands í gjár. – Tað var ein serstøk kensla at koma inn í føroyskt sjóøki og leggja at í føroyskari havn, sigur stýrimaðurin umborð, Trúgvi Petersen sum er ættaður úr Gøtu.

Tvøroyri: Tað er ein øgiliga rokan av fólki her í stóru bókasøluni umborð. Onkur hyggur eftir leikum, onkur annar eftir bókum, meðan ein stórur partur er í teirri deildini har fløgurnar eru at finna.

Við 5000 ymiskum titlum er bókasølan á Logos II helst tann størsta her á landi. Og tí er lítil ivi um, at fólk munnu finna tað tey leita eftir – og helst meiri enn tað.

Eingin ivi er um, at vitjanin hjá hesum trúboðaraskipinum er eitt kærkomið høvi hjá suðuroyingum og øðrum at fáa kunnleika til eitt slag av missiónsarbeiði, har kristiligar bókmentir spæla ein avgjørdan leiklut.

Aftanfyri skipið stendur missiónsfelagsskapurin Operation Mobilisation. Aftanfyri henda stendur skiparin umborð. Og undir honum aftur stendur føroyski stýrimaðurin, hin 32 ára gamli Trúgvi Petersen.

Hann hevur longu drúgvar royndir umborð á skipinum, og verður umborð til nakað út á heystið, tá hann fer í land eitt stutt skifti.

- Vit ætla okkum at vera við felagsskapinum í eini tvey ár aftrat. Vit gleða okkum at fara við Logos Hope, tá tað skipið verður klárt í næstum.

- Jú, tað verður spennandi at sleppa umborð á gomlu Norrönu, sum nú er umbygd til eitt nútíðar trúboðaraskip, sigur Trúgvi í samrøðu við Sosialinum.

Nú er tað tín túrur!

Áðrenn Trúgvi nakrantíð kom í samband við OM, hevði hann hoyrt nógv um henda felagsskapin frá ungdóminum í samkomuni, har hann gekk.

Hann var nógv við til ungdómsmøtini hjá Brøðrasamkomunum í Eysturoynni, millum annað í Gøtu, Leirvík, Fuglafirði og á Toftum. Her var javnan vitjan av ungfólkum, sum søgdu frá øllum tí spennandi, tey høvdu upplivað umborð á skipunum og í landi.

- Eg kann serliga minnast tað eina kvøldið, tá Símun Jóanesarson greiddi frá sínum upplivingum umborð á hinum trúboðaraskipinum hjá felagsskapinum, Doulos.

- Hann dugdi væl at siga frá og vísti myndir. Og satt at siga, føldi eg tá eitt kall at fara út tænastu. Tað kom líkasum til mín: “Trúgvi, nú er tað tín túrur. Tak tú nú títt tørn!”, greiðir Trúgvi siðiliga frá. Sum sagt, so gjørt.


Andaliga og tað fakliga

Trúgvi mynstraði umborð, og var eitt skifti við sum dekkari. Meðan hann arbeiddi her, fekk hann eyguni upp fyri einum heilt øðrum møguleika umborð.

- Ja, eg byrjaði sum dekkari. Tað var meðan eg arbeiddi her, at eg sá at tørvur eisini var á stýrimonnum. Hetta var somuleiðis nakað fyri meg.

- Á henda hátt kundi eg kombinera tað fakliga við tað andaliga, - at kunna knýta áhugan fyri missiónsarbeiði við áhugamálini fyri sjógvinum, sigur hann, og leggur síðani aftrat við einum brosi: - Hetta var kanska ein løgin máti at byrja sjólívið uppá, at fara sín fyrsta túr til skips við einum trúboðaraskipi!

Trúgvi gjørdi ikki mætari enn at fara aftur á skúlabonk, og hevur í hesum umfarinum verið stýrimaður umborð á Logos II í sløk tvey ár.


Tey ungu mennast

Trúgvi hevur íalt verið við OM í fýra og eitt hálvt ár. Men hann hevur ongar ætlanir um gevast enn á sinni.

- At eg havi verið við øll hesi árini og framvegis ætli mær tað, er tí at ein sær, at tað hendir veruliga nakað við øllum teimum fólkunum sum koma umborð, greiðir stýrimaðurin frá.

Tey umborð leggja merki til, at tá tey ungu koma umborð, eru tey heldur óbúgvin, eru ofta júst liðug við skúlagongdina og eru haraftrat kanska vorðin frelst stutt frammanundan.

- Men tá tey hava verið við skipinum eina tíð, sær ein týðiliga at tey búnast, bæði persónliga og ikki minst andaliga.

Túsundtals ungfólk hava gjøgnum árini verið við OM. Tá fólkini í felagsskapinum hyggja aftur í tíðina, duga tey væl at síggja, at eitt tíðarskeið við felagsskapinum hevur havt avgerandi týdning fyri mong menniskju. Tað hevur mangan verið sum eitt springbretti hjá teimum at fara víðari í missiónsarbeiðinum.

- Nógv teirra eru í dag úti í missión, summi virka sum samkomuleiðarar og uppaftur onnur arbeiða við bíbliutýðingum kring allan heimin.

- Jú, tað er sera áhugavert og gleðiligt at síggja, hvussu ein soleiðis kann gera eina góða íløgu í eitt trúgvandi menniskja.


Standa aftanfyri

Tá fólk fara út í missiónsarbeiði eru ymiskir hættir, hvussu hesi verða stuðlað. Summi fáa fasta løn frá eini missiónsrørslu, meðan ein í øðrum førum hevur samkomur sum standa aftanfyri seg.

Trúgvi og familja hansara eru stuðlað av samkomuni Kelduni í Skálafirði, umframt familja og vinir.

- Hesi standa øll aftanfyri okkum í bøn og við fíggjarligum stuðli. Og tú kanst ætla, at vit eru sera fegin og takksom fyri hetta.

- Tað er ómetaliga flott, at tey í samkomuni vilja strekkja seg til eisini at stuðla okkum. Slíkur stuðul betýðir sera nógv fyri okkum, sigur Trúgvi.


Í føroyskan sjógv

Vanliga er siglingarleiðin hjá Logos II løgd langt fram í tíðina. Soleiðis kann fólkið umborð – og ikki minst tey í landi – fyrireika alt so væl til vitjanina.

Einu tíðina var ætlanin at Logos Hope skuldi koma til Føroyar í ár, men av tí at arbeiðið at rigga skipið til av nýggjum, tók longri tíð enn mett, varð avgjørt at Logos II skuldi koma hendavegin ístaðin.

Hetta var avgjørt so seint sum í februar mánaði í ár, men hetta hevur kortini ikki forðað arbeiðinum í at fyrireika hesa vitjanina á besta hátt.

Tá tað frættist umborð, at Logos II skuldi koma í føroyska havn, vóru hetta góð tíðindi hjá Trúgva og hinum føroyingunum umborð.

- Hetta var ein sera spennandi vitjan, tí vit her sluppu at síggja familjuna aftur.

- Jú, tað var serstakt at koma heim við skipinum, og at vit skuldu vera vertir við hesa vitjanina, sigur hann. 




Familjan umborð

Trúgvi er tó ikki einsamallur umborð á Logos II. Við sær hevur hann konuna Bjartu og tvey børn.

Bjarta er við í barnaansingini nakrar tímar um dagin, men er haraftrat við í seymirúminum. Hon tekur sær millum annað av at umvæla og seyma klæðir til manningina. Her kann til dømis verða talan um búnar til ein dramaleik, arbeiðsklæðir ella bara tað at seyma ein knapp í.

Arbeiðið hjá Trúgva er fyrst og fremst tað, sum hoyrir við til starvið sum stýrimaður. Hetta er millum annað at syrgja fyri viðlíkahaldsarbeiðinum umborð og at hava ábyrgd fyri monnunum á dekkinum.

Her hava teir eina skipan sum ger, at hesir menninir ikki bert skulu rokast á dekkinum, men eisini sleppa út í missión.

Teir hava her gjørt eina skipan, soleiðis at dekkararnir hava ein dag um vikuna, har teir kunnu gera ymiskt andaligt arbeiði.





OM í 50 ár

Í summar eru liðin 50 ár síðani George Verwer og nakrir av lestrarvinum hansara byrjaðu tað, sum seinni skuldi gerast til ein kristnan missiónsfelagsskap.

Teir koyrdu tá á fyrsta sinni koyrdu úr USA til Mexico fyri at brúka eina summarfrítíð at bera gleðiboðskapin til onnur menniskju. Hetta gjørdist so líðandi til Operation Mobilisation (OM). Í dag arbeiða fleiri enn 4000 fólk innan OM í fleiri enn 100 londum.

Hátíðarhaldið verður hildið kring allan heimin á ymiskan hátt. Í Danmark er ætlanin at gera nógv burtur úr, tá Logos Hope (gamla Norröna) kemur til Danmarkar um stutta tíð.

Vitjanin hjá Logos II á Tvøroyri kann tí sigast at hava verið við í byrjanini til hátíðarhaldið, sum kemur at halda fram hetta komandi árið.